Røður hjá landsstýrismanninum


Góðu áhoyrarar

Fyrst av øllum vil eg takka fyri, at eg við tøkniligu hjálp fái loyvi til at senda tykkum øllum eina heilsan.

Á ráðstevnuni skulu tit hoyra og tosa um, hvussu vit kunnu styrkja trivnaðin hjá børnum í familjuni.

Tá eg læs yvirskriftina, fór eg fyrst at grunda yvir, hvørji ”vit” eru. Verður tað her einans sipað til foreldrini og onnur avvarðandi, ella er hesin skari meir víðfevndur enn so?

Hugsi, at vit øll eru samd um, at tað er tað seinna; børnini og trivnaðurin hjá teimum eru sjálvandi fyrst og fremst uppgávan hjá foreldrunum, men vit mugu sum samfelag (sláa ring um?) hjálpa tí einstøku familjuni, soleiðis at hon fær so góð kor at virka undir, sum yvirhøvur til ber.

Vit hava ein stovn í Føroyum, sum virkar undir hesum slagorðinum: « Vit byggja land». Hesin stovnur er Landsverk, sum í eitt tíðarskeið hevði skrivstovu í sama bygningi har, Barna- og útbúgvingarmálaráðið húsast. Hvønn dag ta fyrstu tíðina eg kom til arbeiðis, rendi eg meg í hesa yvirskrift, « Vit byggja land».

Vit kenna øll Landsverk og arbeiðið hjá Landsverk, og hvussu hesin stovnur, við teimum amboðum teimum er litið upp í hendur, byggir land í so máta; at Landsverk er við til at tryggja, at infrakervið verður útbygt og ment, tí eitt gott infrakervi tryggjar skjóta og góða atkomuligheit, og kann verða við til at byggja og styrkja um sambondini millum oyggjar, millum stovnar, millum geirar, og eisini millum familjur.

Eg hugsi tó, at hetta slagorðið eisini er sera viðkomandi fyri okkara aðalráð, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, vísandi til, at okkara uppgáva er at tryggja eitt gott undirstøðukervi til ta einstøku familjuna og ta einstaka barnið, við millum annað at veita stimbran, menning og læring á dagstovnum og í skúlum, umframt at veita serlig skipað tilboð, har hetta gerst neyðugt, og neyðugar fyriskipanir gjøgnum eitt nú barnavernd, har barnið og familjan hava brúk fyri hesum.

Slagorðið «Vit byggja land» er tó ikki nakað sum bara landsins myndugleikar og aðrir stovnar kunnu taka til sín, tí tá alt kemur til alt, so er hvør familja í Føroyum við til at byggja land. Hvør familja telur, hvørt barn telur.

Landsverk kann gera sítt, tá tað kemur til infrakervið bygt av asfalt og gróti; aðalráð og stovnar kunnu gera teirra íkast ígjøgnum lógarverkið og átøk, men hornasteinurin hjá einum samfelagið er og verður hetta eina: familjan. Familjan eigur at vera staðið, har lívið byrjar, men kærleikin ongantíð endar.

Ein kend kvinna, móðir Teresa hevur einaferð sagt soleiðis: « Ynskir tú at viðvirka til frið í heiminum, far so heim og elska tína familju». Tann einstaka familjan, og trivnaðurin í henni hevði sambært henni, ávirkan á alt samfelagið, á allan hemin.

Tá vit hugsa um familju, so er tað eyðsæð, at ymiskar myndir og minnir koma fram í okkara hugaheimi; minnir um gerandisdagin, har vit skuldu upp og í skúla, og minnir um serligar løtur, frá onkrum hátíðardegi í familjuni, tað veri seg føðingardag, ella annað, sum vit minnast við gleði.

Hesi jaligu minnir, og tílíkar fjálgar myndir er tíverri ikki nakað, sum øll fáa fram, tá tey hugsa um familjuna; hjá summun koma skøvir, djúpar skøvir í, og er hetta nakað, sum viðvirkar til, at lívið ger ilt, og mann fær arr, sum ikki kunnu viskast burtur.

Vit vita, at hjá nógvum børnum er trivnaðurin sum heild, eisini í familjuni, ikki so góður. Nógvar ymiskar orsøkir kunnu vera til hetta, eitt nú samanbrestir í familjuni, ella tá ymiskt hendir, sum børnini ikki skilja, men sum tey av órøttum taka sær skylduna av, t.d. tá foreldrini fara hvør til sítt.

Hvat kunnu vit so gera fyri at styrkja um familjuna, fyri at styrkja um trivnaðin hjá børnunum í familjuni?

Ein fortreyt fyri góðan trivnað er tann góða relatiónin.

Eg eri av tí áskoðan, at tann góða relatiónin, sum barnið hevur til sítt nærumhvørvi, og tað samband, sum barnið sær er ímillum tey, ið mynda nærumhvørvið, er altavgerandi.

Tískil er tað so umráðandi, at sjóneykan, umframt at vera á børnunum, eisini er á foreldrunum, og er hetta jú nakað, sum tit í MEA áhaldandi arbeiða við í tykkara yrki.

Ein góð relatión er ikki nakað, sum bara kemur; hon skal uppbyggjast og varðveitast. Ein gongd leið at fara her, er at hava eitt gott samskifti. Tað er so sera umráðandi, at samskift verður við barnið á uppbyggjandi og mennandi hátt, og at barnið eisini kann síggja eitt sunt samskifti millum tey, sum mynda nærumhvørvið.

Eitt samskifti, sum ber brá av at vera erligt og uppbyggjandi, og sum rúmar tí einstaka. Samskifti, har allir partar, foreldur og børn, føla seg væl í. Eitt samskifti, sum gevur barninum kensluna av, at tað  ikki bara er til, men at tað verður sætt, hoyrt og viðurkent í tí støðu, tað er í.

Líkasum Landsverk byggir infrakervið runt oyggjarnar, er umráðandi, at samskiftiskervið í familjuni riggar og alla tíðina verður dagført og  viðlíkahildið. Tað annars so góða danska orðatakið «Tale er sølv, tavshed er guld», er nevniliga ikki galdandi, tá á stendur í einari familju, tí trupulleikar og avbjóðingar kunnu ikki tigast í hel.

Samtalan er umráðandi. Samtalan millum foreldrini, samtalan við barnið, samtalan við teir stovnar o.a., har barnið ferðast í.

Tøknin ger, at eg kann senda tykkum eina heilsan í dag, uttan at vera til staðar. Henda heilsan er tikin upp, áðrenn tit møtast, og um eg ynskti tað, so kundi henda heilsan verið tikin upp fleiri ferðir, og eg kundi broytt hana so ofta eg vildi, áðrenn tit hoyrdu hana.

Soleiðis er tað ikki í gerandisdegnum, og soleiðis er tað ikki við lívinum. Lívið kann ikki livast umaftur; tað sagda orðið kann ikki takast aftur, og løtan, har mann valdi at tiga, men átti at havt sagt frá, kann ikki livast umaftur. Tað er í løtuni, at lívið gongur fyri seg, og tað er í løtuni vit mugu síggja hvønn annan, síggja barnið og vera við til at stimbra og menna tað.

Lívið er ikki ein endurtøka, men vit liva tað í nú´inum. Tískil er umráðandi, at vit samtala, at vit hyggja upp frá skíggjanum, frá telefonini, og læra okkum at seta okkum niður við familjuni, saman við børnunum og práta; geva okkum tíð til bara at vera.

Sum eg byrjaði við at siga, so er trivnaðurin hjá børnunum í familjuni fyrst og fremst uppgávan hjá foreldrunum, men eiga vit sum samfelag at traðka til, har hetta gerst neyðugt.

Sum landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er tað mítt aðalmál, at gera mítt til, at lógarkarmar, harundir eisini átøk og tilboð, alla tíðina eru við til at betra um trivnaðin hjá børnunum, og at stimbra tey á allan hátt. Hetta verður eitt nú gjørt við, at vit bróta upp av nýggjum við at seta á stovn eitt nýtt aðalráð, har barnið er í sentrum, og tað gleðir meg eisini at síggja, at tykkara arbeiði í MEA eisini er raðfest í fíggjarlógini.

Saman byggja vit land; saman vilja vit virka fyri, at barnið og familjan sum heild fær góðar fortreytir fyri at trívast og mennast.

Eg ynski tykkum eina góða ráðstevnu og ein góðan dag frameftir.