Orðblindakanningin til 3. flokk er nú útgivin á prenti, og eftir at vit nú hava royndir við nýtsluni av hesari í nøkur ár, er tilfarið gjørt lættari at brúka.
Skúlaleiðslurnar hava fingið kunnandi skriv tann 1. oktober 2024.
Neyðugt er ikki longur hjá lærarum at kopiera tilfar, tá kanningarnar skulu gerast.
- Læraratilfar er gjørt við einum formæli, har greitt verður nærri frá um tilfarið, og hvat tað umfatar, m.a. framferðarháttin, orðini og uppgávurnar, sum skulu verða lisnar fyri næminginum.
- Har er talva til metingar av orðblindatrupulleikum í 3. flokki, umframt dømi um næming, sum skal kannast nærri, eftir at yvirlitskanningin er gjørd.
- Eitt uppgávublað er gjørt til hvønn einstakan næming at skriva í, tá yvirlitskanningarnar av øllum næmingum í 3. flokki verða gjørdar (einnýtistilfar).
- Skrásetingarblað er gjørt til einstaklingakanningina av teimum, ið sambært yvirlitskanningini skulu kannast neyvari (einnýtistilfar).
- Eitt hefti er gjørt við orðum og tvætliorðum, sum næmingurin skal lesa, tá einstaklingakanningin verður gjørd.
- Mappur til tilfarið.
- Lesikort at brúka, tá næmingurin skal lesa upp einstøku orðini og tvætliorðini.
Orðblindakanning til 3. flokk (2023) Mona Nattestad Steintún og Torgunn Poulsen, Sernám (OB3).