Maritimar útbúgvingar í Føroyum

Maritimar útbúgvingar eru førleikagevandi útbúgvingar, sum liggja millum fólkaskúla og hægri útbúgvingar. Útbúgvingarnar og skeiðini eru skipað sambært altjóða krøvum og hava altjóða IMO-góðkenning. Nærri frágreiðingar um útbúgvingarnar og skeiðini eru at finna á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum og Sjónám.

Útbúgvingar á Vinnuháskúlanum lúka øll STCW krøv. Vinnuháskúlin er útgjørdur við allari nýmótans tøkni, so sum maskin- og navigatørsimulatorum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið (Mentamálaráðið) hevur góðkent Sjónám sum skúla og skeiðsveitara sambært STCW sáttmálanum, føroyskt tjóðarumboð í altjóða felagsskapinum hjá trygdarskúlum (IASST), ISO 9001 góðkendur frá 5. septembur 2008 og Achilles góðkendur í desembur 2013.

Skeiðini á Trygdardeplinum við Áir lúka øll STCW krøv og ásetingar frá føroyskum myndugleikum.

Vinnuháskúlin

  • Navigatør
  • Maskinmeistari
  • Aspirant
  • Ymisk skeið

Sjónám

  • Skipari
  • Skipsatstøðari
  • Ymisk skeið

Trygdardepilin við Áir

  • Ymisk skeið