Sernámsfrøðiliga økið
Endamálið við sernámsfrøðiligum skipanum, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið fyrisitur, er at veita børnum og ungum við serligum tørvi javnbjóðis læri- og menningarmøguleikar og atkomu til upplýsing og kunning.
Í sambandi við arbeiðið at endurskoða og menna tilboð og skipanir á barna og skúlaøkinum, skulu atlit takast til ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.
Skúlaskipanin miðar ímóti einum innkluderandi fólka- og miðnámsskúla. Í nøkrum fólkaskúlum eru skipaðir serflokkar, serstovur og sertilboð. Harumframt virkar Skúlin á Trøðni sum serskúli. Í fýra miðnámsskúlum eru skipaðar serbreytir og á einum ein autismuflokkur.
Sernám er stovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Sernám er í høvuðsheitum ein ráðgevandi stovnur, tað merkir, at Sernám hjálpir børnum og ungum umvegis tey fakligu starvsfólkini, sum eru um barnið í gerandisdegnum, og hava ábyrgd av virkseminum í skúlum og dagstovnum. Hetta arbeiðið fevnir millum annað um vitanardeiling, ráðgeving, prosesstýring og fasilitering av átøkum. Harumframt hevur Sernám eisini samband við einstøk børn - tað veri seg til rørslukanningar, taluvenjingar, sálarfrøðiligar kanningar og samrøður.