SSP-samstarv

SSP er eitt tvørfakligt samstarv millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi. Hetta eru stovnar og myndugleikar, sum á hvør sín hátt hava serliga ábyrgd fyri trivnaði og uppvøkstri hjá børnum og ungum. SSP-samstarvið er millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið og Føroya Politi. SSP varð stovnað 16. juni 2008.

Endamálið við SSP-samstarvinum er at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava eina mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum. Við at skipa fyri mennandi og uppbyggjandi átøkum fyri hesar aldursbólkar, verður eisini slóðað fyri einum góðum barna- og ungdómslívi.

Royndirnar frá okkara grannalondum vísa greitt, at við einum slíkum tvørfakligum samstarvi millum myndugleikar, verður úrslitið av tí fyribyrgjandi arbeiðinum munandi betri, og hetta kemur bæði børnunum, teimum ungu og samfelagnum sum heild til góðar.

Virkisøkið hjá SSP-samstarvinum er frá 0-18 ár.

Snarslóð

Hvat er SSP?

Les meira um SSP her