PISA-kanningarnar
PISA er eitt av teimum mest umfatandi og djúpgongdu amboðum, vit hava at meta um førleikar hjá ungum í útbúgving. Umframt beinleiðis mátingar av næmingaførleika í lesing, støddfrøði og náttúrufrøði, hevur PISA-verkætlanin spurnahefti, sum m.a. lýsa heimlig viðurskifti, skúlaviðurskifti og KST-førleika. Eisini verða hugburður og læringarhættir hjá næmingum lýstir. Hetta ger PISA til eitt gott amboð at meta um, hvat ið førir til góð úrslit, bæði hjá tí einstaka næminginum og hjá skúlaverkinum sum heild.
Í PISA verður dentur lagdur á, at kanna næmingaførleika í einum samfelagsligum høpi. Endamálið er at máta tað, sum tey 15 ára gomlu hava lært og hava tørv á at duga fyri at klára seg seinni í útbúgving, í arbeiði og í familju- og samfelagslívinum. PISA er ikki ætlað til at máta førleikar, sum lesiætlanir í skúlunum leggja upp til, men til at meta um, hvussu væl tey ungu megna at brúka teirra vitan í mun til avbjóðingar í vanliga lívinum.
Á heimasíðuni hjá OECD fæst meira at vita um PISA, og eisini verða tíðindi og úrslit um PISA javnan løgd út.