Fyribils flóttafólk 2022
Tann 10. apríl 2022 varð lógin nr. 433 um ”Fyribils uppihaldsloyvi til persónar, sum eru rikin úr Ukraina”, sett í gildi fyri Føroyar.
Tað merkir, at frá 10. apríl 2022 hava ukrainar, ið eru flýddir til Føroya, møguleika fyri at søkja um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tað er umráðandi, at lærarar og skúlaleiðslur leita sær ráð og leiðbeining, um tørvur er á tí. Til tað endamálið hava Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og Barna- og útbúgvingarmálaráðið skipað fyri einum samstarvi, ið skal tryggja, at flóttar úr Ukraina fáa so góða tænastu sum til ber.
Tað ber til at venda sær til Undirvísingarstýrið, at fáa svar og leiðbeining í spurningum, sum viðvíkja umstøðum hjá ukrainskum næmingum í føroyska skúlaverkinum.
Í vinstra bredda her á heimasíðuni verður løgd kunning og ráðgeving í sambandi við fyribils flóttafólk og skúlagongd.
Seinast dagført 21. august 2024
Viðkomandi heimasíður eru: