Dagstovnar

Dagstovnar og dagrøktir eru ætlað børnum og ungum undir 18 ár. Kommunur kunnu geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og í dagrøkt. Dagstovnur er vøggustova, barnagarður, frítíðarheim o.a.

Kommunan kann seta dagstovnar og dagrøktir á stovn, og tá skal Barna- og útbúgvingarmálaráðið kunnast um stovnsetanina. Kommunan hevur ábyrgd av virkseminum. Áðrenn dagstovnar og dagrøktir verða sett á stovn skal kommunan hava neyðuga góðkenning frá øðrum myndugleikum. Kommunan kann eisini geva øðrum, t.d. fyritøkum og stovnum loyvi at stovnseta dagstovn.

Uppgávan hjá dagstovnum og dagrøktum er at menna og menta børnini.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið skal yvirskipað veita kommununum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið ásetur nærri reglur um námsfrøðilig stevnumið, starvsfólkasamanseting og virksemið á dagstovnum og dagrøktum.

Kommunurnar hava eftirlit við dagstovnum og dagrøktum í kommununi. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur yvirskipað eftirlit við, at kommunur umsita dagstovnar og dagrøktir sambært lógini um dagstovnar og dagrøkt.

Kommunurnar rinda útreiðslurnar fyri dagstovn og dagrøkt, og foreldragjaldið skal í mesta lagi vera 30 % av rakstrarútreiðslunum.

Fíggjarligt frípláss kann veitast foreldrum, sum ikki sjálv megna at rinda útreiðslurnar. Fríplássini verða umsitin sambært reglum, sum Almannamálaráðið ásetur.

Avgerðir, tiknar av kommununi sambært lógini um dagstovnar og dagrøktir, kunnu kærast til landsstýrismannin.

Á heimasíðu Kommunufelagsins undir "Børn og ung" er yvirlit yvir dagstovnar í Føroyum í 2022.

undefined

Dagstovnar í Føroyum