Hægri útbúgving
Hægri útbúgvingar, sum geva í minsta lagi bachelor prógv, eru universitetsútbúgvingar. Í Føroyum eru allar universitetsútbúgvingar skipaðar á Fróðskaparsetri Føroya.
Fróðskaparsetur Føroyar er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg frá 2008, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg.
Fróðskaparsetur Føroya er fremsti vitanardepilin í landinum og einasta universitetið í Føroyum. Fróðskaparsetrið bjóðar umleið 30 útbúgvingar út, og veri tað seg bæði á bachelor- og masterstigi.
Eisini ber til at lesa ph.d. eftir lokið masterprógv - ella t.d. at taka hjágreinir, stakskeið, umframt eftirútbúgving og ískoytisútbúgving.
Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum og skúlum:
Føroyamálsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í føroyskum máli, bókmentum og skaldskapi av manna munni.
Náttúruvísindadeildin skipar fyri gransking og útbúgving í náttúruvísindum og tøkni, og bjóðar út útbúgvingar innan jarðalisfrøði, kunningartøkni og lívfrøði.
Søgu- og Samfelagsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í søgu- og samfelagsvisindi og Stjórnmálafrøði.
Á Námsvísindadeildini ber til at lesa til BA sum lærari, umframt BA sum námsfrøðingur.
Á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi ber til at taka BA í sjúkrarøktarfrøði.
Bachelorútbúgvingar eru 3 ára útbúgvingar. BA er bachelorheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Bachelor of Arts. BSSc er bachelorheiti í stjórnmálafrøði, og er stytting fyri Bachelor of Social Science. BSc er bachelorheiti innan náttúruvísindi, og er stytting fyri Bachelor of Science.
Master útbúgving er 2 ára framhaldsútbúgving. MA er masterheiti innan hugvísindi, og er stytting fyri Master of Arts. MSSc er masterheiti í stjórnmálafrøði, og er stytting fyri Master of Social Science. MSc er masterheiti innan náttúruvísindi, og er stytting fyri Master of Science.
Ph.D. - stytting fyri philosophiae doctor - er granskaraútbúgving, sum tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er. Les meira um Ph.D. skipanina undir gransking.
Eisini ber til at taka diplomútbúgvingar á bæði bachelor og master stigi.