Fakdeildin, Elsa Østergaard, deildarstjóri
Fakdeildin hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi innan barnaverndarmál, útbúgvingar- og granskingarøkið, tað er innan fólkaskúlan, miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar, maretimar útbúgvingar, undirvísingartilfar, dagstovnar, frítíðarundirvísing, eftirútbúgving, hægri útbúgvingar og gransking.
Tað snýr seg um at standa fyri, at álit o.l. verða orðað í sambandi við lógarfyrireikandi arbeiðið. At gera uppskot til lógir og kunngerðir v.m. í tøttum samstarvi við løgfrøðingarnar í Aðalskrivstovuni.
At hava málsviðgerðina av fakligum slagi og samskifta við undirliggjandi stovnar og fakøki annars í øllum viðurskiftum, har málsábyrgdin ikki frammanundan liggur á aðrari deild. At tryggja, at øll mál verða avgreidd innan málsøkið og samskipað í Uttanríkis- og mentamálaráðnum. At hava yvirskipaða fakliga umsjón við málsøkjunum og fakøkjunum innan ábyrgdarøkið hjá deildini.
Uppgávurnar hjá Fakdeildini eru í høvuðsheitum hesar:
- Strategi og menning innan økið
- Politikkfyrireikandi arbeiði í breiðum týdningi
- Orða álit og politikkar
- Fyrireika mál, ið skulu á landsstýrisfund
- Svara fyrispurningum frá Løgtinginum
- Samskipan og samskifti við undirliggjandi stovnar og skúlar í fakligum viðurskiftum
- Svara fyrispurningum frá stovnum, ráðum, borgarum, kommunum, feløgum, v.m.
- Lógarsmíð og lógarumsiting v.m. í samstarvi við løgfrøðingarnar
- Luttaka í kærumálsviðgerð innan fakøki
- Luttaka í fakligum arbeiði, arbeiðsbólkum og annað – ofta sum leiðsla og/ella skrivari.
- Norðurlendskar og altjóða organisatiónir og netverk um faklig viðurskifti. So sum EK-U, UNESCO, Horizon v.m.
- Fyrireika manning av nevndum
- Fyrireika setan av stjórum í samstarvi við Aðalskrivstovuna
- Aðrar ad-hoc ella varandi uppgávur
Manning:
- Sí starvsfólkini á fakdeildini her.