• Avtala um FIRST LEGO League í fólkaskúlanum - 2. sept. 2024

    Nýggj avtala um FIRST LEGO League var undirskrivað av viðkomandi pørtum tann 2. september 2024. Les her.

  • KUNNGERÐ UM NORÐURLENDSKAN MÁLPOLITIKK
    Hvat ella hvørji mál, vit brúka, hevur stóran týdning fyri, hvussu vit skilja okkum sjálv, hvussu onnur fólk skilja okkum, og hvussu vit skilja tey. Málið saman við mentanini ber eisini søguna, og er tað týdningarmesta samfelagsliga undirstøðukervi, vit eiga í felag. Tað ger sítt til at skapa felagsskap og álit, og ger sítt til at styrkja fólkaræði og luttøku. Norðurlendski málfelagsskapurin er tí týdningarmikil fyri at halda fram at menna felagsnorðurlendskan samleika og á tann hátt virka fyri, at Norðurlond eru heimsins mest samantvinnaða øki.
    Í stórum pørtum av Norðurlondum verður eitt skandinaviskt mál tosað, um somu leið sum fleiri onnur mál eisini hoyra heima í okkara fleirmælta øki. Og vit meta øll mál á jøvnum føti, tó at øll ikki hava sama leiklut. Tey samfelagsberandi málini í Norðurlondum, sum kunnu verða brúkt til almenn endamál, eru danskt, finskt, føroyskt, grønlendskt, íslendskt, norskt (bókmál og nýnorskt), tey sámisku málini og svenskt. Tey sámisku málini og grønlendskt eru skilmarkað sum frummál. Hesi málini hava eisini, tí tey hava verið so leingi í Norðurlondum, serstøðu sum tjóðskaparlig minnilutamál: Meänkieli, kvenskt, finskt, tey sámisku málini, romani (chib), romanes, jiddiskt og týskt. Aftrat hesum koma norðurlendsku teknmálini. Herumframt eru mong nýggj mál og harvið nýggj móðurmál løgst afturat gjøgnum árini við innflyting úr øðrum máløkjum. Í skúlanum læra øll børn og ung enskt og í ymsan mun onnur mál. Tað er týdningarmikið, at vit í Norðurlondum hava sera góðan kunnleika til mál, sum røkka um landamørk. Hesin fleirmálkunnleiki og parallellmálkunnleiki ger sítt til at styrkja støðu Norðurlanda í heiminum og okkara felags hugsjón.
    Sum norðurlendskur felagsskapur vilja vit bæði varðveita og menna øll okkara mál og okkara málfelagsskap. Sambært Helsingforsavtaluni skal undirvísing og útbúgving í Norðurlondum fevna um undirvísing í málunum í hinum Norðurlondunum, eisini um mál, mentan og samfelagsviðurskifti í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Vit vilja styrkja felags kunnleikan um og fatanina av teimum málum, sum verða tosað, serliga at skilja skandinavisk mál. Áhugin fyri norðurlendskum málum og norðurlendskum samstarvi skal verða styrktur hjá børnum og ungum. Tað eru tey, ið skulu bera norðurlendska felagsskapin longur fram á leið.
    Endamálið við hesari kunngerð er, at hon skal vera grundarlagið undir einum yvirskipaðum, savnaðum, langskygdum og virknum málpolitikki, har:
    1. samfelagsberandi málini í Norðurlondum eru og halda fram at vera sterk og livandi
    2. tey samfelagsberandi málini verða verandi samfelagsberandi, og kunnu framhaldandi verða nýtt sum vísindamál
    3. tað norðurlendska samstarvið fer eisini í framtíðini at vera á teimum skandinavisku málunum, t.e. donskum, norskum og svenskum
    4. øll tey mál, sum hoyra heima í Norðurlondum, halda fram at liva og mennast í eini tíð, sum er merkt av talgilding og vitlíki, altjóðagerð og flyting.
    Tann norðurlendski málpolitikkurin leggur seg aftrat teimum tjóðarbundnu, og savnar seg um at tryggja, at allir norðbúgvar:
    1. duga at tosa, skilja, lesa og skriva tað ella tey mál, sum virka sum samfelagsberandi í tí økinum, har tey búgva, soleiðis at tey kunnu vera við í samfelagslívinum
    2. kunnu samskifta í minsta lagi á einum skandinaviskum máli og hava kunnleika um hini skandinavisku málini, so tey kunnu vera við í tí norðurlendska málfelagsskapinum
    3. hava møguleika at varðveita og menna sítt móðurmál, frummál, teknmál og tjóðskaparliga minnilutamál
    4. sleppa fram at kunning um málslig rættindi og málstøðuna í Norðurlondum.
    Málini í hesi kunngerð fáa eisini arbeiðsskráir, sum regluliga verða endurnýggjaðar. Norðurlendska ráðharraráðið fyri útbúgving og gransking og Norðurlendska ráðharraráðið fyri mentan fara at tryggja, at skráirnar verða gjørdar, samtyktar og settar í verk í viðkomandi geirum við tí endamáli at røkka málunum í hesi kunngerð.
  • Semjuskjal og felags tilgongd til gagns fyri børn og ung - 28. mars 2023

    Týsdagin 28.mars 2023 skrivaðu landsstýrisfólkini í barna- og útbúgvingarmálum, almanna- og mentamálum, heilsumálum og løgmálum, saman við formansskapinum í Kommunufelagnum, undir semjuskjal um at virka í felag fyri at finna loysnir, sum kunnu sameina tænastur, sum verða veittar børnum og ungum.

    Semjuskjalið kann lesast her.

  • Avtalur millum Fjølrit og Mentamálaráðið - 4. august 2017

    Tvær avtalur millum Fjølrit og Mentamálaráðið vóru undirskrivaðar í Mentamálaráðnum fríggjadagin tann 4. august 2017. Talan er um hesar avtalur:

    Avtala millum Fjølrit og Mentamálaráðið um nýtslu a vardum verkum í undirvísingarvirkseminum innan miðnám, hægri útbúgvingar og Próvstovuna. Les her.

    Avtala um viðurlag fyri nýtslu av vardum verkum millum Fjølrit og Mentamálaráðið. Les her.

  • Public service-sáttmáli - 22. desember 2016

    Public service-sáttmáli millum Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið tíðarskeiðið 1. januar 2017 til 31. desember 2020, undirskrivaður í Mentamálaráðnum 22. desember 2016. Les her.

  • Samstarvsyvirlýsing - 20. september 1998

    Samstarvsyvirlýsing millum Føroyar og Ísland, undirskrivað 20. september 1998. Sí her.