Sernám

Við støði í lógum og kunngerðum, hevur Sernám orðað sína høvuðsuppgávu soleiðis:

“Sernám er ein landsumfatandi stovnur, sum arbeiðir við børnum og ungum í aldrinum 0-18 ár, ið tørva hjálp til menning, læring og trivnað.

Grundað á servitan innan ergo- og fysioterapi, sálarfrøði, sernámsfrøði, sjón, talu og hoyrn verður samstarvað við starvsfólk á dagstovnum og skúlum og við foreldur/avvarðandi um at skapa felagsskapir, har børn kunnu trívast, læra og mennast.”

Leikluturin hjá Sernámi er sbrt. § 4, stk. 5 í Fólkaskúlalógini:

Stk. 5. 2) 3) Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving. Næmingar, ið hava tørv á serligum tiltøkum, ella sum ikki fáa nøktandi úrslit í vanliga undirvísingartilboði skúlans, fáa serundirvísing og/ella sernámsfrøðiligan stuðul.

Stk. 6. 2) Landsstýrismaðurin kann veita børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiligan stuðul. Somuleiðis verður sernámsfrøðilig ráðgeving veitt foreldrum og øðrum, ið varða av hesum børnum.»