Próvtøkur eftir serligari fyriskipan

Tað er møguligt at fara til próvtøku eftir serligari fyriskipan og fáa eitt vanligt prógv. Hóast serligar fyriskipanir verður hildið fast við endamálið við próvtøkuni, og at fakliga støðið ikki verður broytt. Tað verður ikki tilskilað í próvnum, at næmingurin hevur verið til próvtøku eftir serligari fyriskipan. Teir næmingar, ið fara til próvtøku ella til próvtøku eftir serligari fyriskipan fáa prógv.

Fólkaskúlin

Kunngerð nr. 15 frá 28. februar 2013 um próvtøkur fólkaskúlans - sí fylgiskjal 1 og 2

Vegleiðing til prógv, støðumetingarskjal og fráfaringarskjal (leinkja)

Vegleiðing til landsroyndina í sambandi við stuðul til næmingar við serligum tørvi (leinkja rundskriv)

Miðnám

Rundskriv um serligar próvtøkuumstøður hjá næmingum við niðursettum virkisføri, sbrt. §17 í próvtøkukunngerðini (leinkja rundskriv)