Stovnar til børn, ung og familjur

Sambært § 33 í barnaverndarlógini stovnsetur og rekur landsstýrisfólkið í almannamálum samdøgursstovnar og aðrar samdøgursfyriskipanir fyri børn, ið eru fevnd av barnaverndarlógini. Eisini stovnsetur og rekur landsstýrisfólkið samdøgursstovnar fyri familjur, ið eru fevndar av lógini.

Føroya Barnaheim

Føroya Barnaheim, ið er eitt stovnstilboð í Almannaverkinum, veitir tilboð til børn og ung, sum eru umsorganaryvirtikin og innskrivaði á samdøgursstovn við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini sambært barnaverndarlógini. Virksemið á Føroya Barnaheimi fer fram í ymiskum bygningum í Tórshavnar kommunu.

Familjudepilin

Familjudepilin veitir dag- og samdøgursviðgerð til familjur, sum eru í einari støðu, ið krevur serligan stuðul. Familjur verða innskrivaðar á Familjudepilin við avgerð frá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Depilin er partur av Almannaverkinum og húsast í bygninginum hjá Føroya Barnaheimi í Pedda við Steinsgøtu 10 í Tórshavn.

Les meira um stovnstilboðini á Almannaverkinum her.

Fosturforeldraskipanin
Fosturforeldraskipanin er ein skipan fyri børn, ið verða sett heiman í eitt annað heim hjá góðkendum fosturforeldrum, ið hava umsorgan fyri barninum í styttri ella longri tíðarskeið. Talan kann m.a. vera um umlætting, bráfeingis fosturheim og fosturheim, har børn verða sett fyribils ella varandi til fosturs. Endamálið við skipanini er, at barnið fær umsorgan og tryggleika frá fosturforeldrunum.

Fosturforeldraskipanin hevur til uppgávu at finna og góðkenna fosturforeldur og veitur stuðul, vegleiðing og undirvísing áðrenn og meðan barnið er til fosturs. Fosturforeldur skulu luttaka á skeiði um at vera fosturforeldur.

Meðan barnið er til fosturs, fylgja barnaverndartænastan og Fosurforeldraskipanin við støðuni og vitja í fosturheiminum.

Tað er Høvuðsbarnaverndarnevndin, sum tekur avgerð um, at eitt barn skal verða sett heiman eftir tilmæli frá avvarðandi barnaverndarnevnd.
Barnaverndarstovan umsitir Fosturforeldraskipanina, sum virkar og samstarvar við barnaverndartænasturnar kring alt landið um mál, har børn eru til fosturs hjá fosturfamiljum.

Les meira um fosturforeldraskipanina her.