Miðnám

Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu til at skipa fyri, at næmingur, ið ber likamligt ella sálarligt brek og hevur tørv á sernámsfrøðiligari hjálp ella serligum stuðli, fær tilboð um hetta. Um næmingurin er forðaður í at fylgja vanligu undirvísingini, tí hann ber brek, kann útbúgvingarstovnurin í serligum førum játta at útbúgvingartíðin verður longd, at næmingurin fær serlig undirvísingaramboð, at próvtøkutíðin verður longd, o.a.

Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur somuleiðis skyldu til at tryggja, at stuðulsátøkini ikki lækka um akademiska støðið á útbúgvingini.

Miðnámsskúlaøkið hevur eins og fólkaskúlin eina skipan við miðfirraða játtan (sernámsfrøðiligum stuðli).

Serbreytir: Serbreytin er eitt serliga skipað skúlatilboð. Serbreytin er eitt skúlatilboð til ung, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í skipanini (omanfyri). Skúlatilboðið er upp til 4 ára longd. Hetta inniber, at tað verða skift ¼ av næmingatalinum út fyri hvørt ár, tá hesi verða liðug, og nýggjur árgangur byrjar

Fyrsta serbreytin bleiv sett á stovn í 2015 í miðnámsskúlanum á Kambsdali. Í dag eru serbreytir á fýra miðnámsskúlum; í Kambsdali, á Glasi, í Teksniska skúla í Klaksvík og í miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Skúlaárið 2022/23 ganga 66 næmingar í serbreytunum.

Námsskipan til serbreytir á miðnámi.

Autismuflokkurin er eitt skúlatilboð til ung við diagnosum innan autismuspektrið. Vanligu upptøkukrøvini til miðnám eru galdandi fyri autismuflokkin. Flokksundirvísingin er serliga skipað. Næmingatalið í autismuflokkinum er vanliga um helvtina av einum vanligum flokki. Útbúgvingin er longd til 4 ár og er vikutímatalið sostatt eisini tillagað.

Rásin er ein eftirskúli til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan. Endamálið er, at næmingarnir fáa ment sínar førleikar, so tey eftir lokið skúlaskeið kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt.

Reglugerð fyri Rásina