Skúlastýrisval er foreldraávirkan og samstarv

Tað hevur alstóran týdning, at øll børn og ung fáa eina góða skúlagongd, har trivni og læring verða sett í miðdepilin.

Í fólkaskúlalógini er sett sum aðalendamál, at arbeiði skúlans skal fremjast við atliti at einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini.

Fyri at røkka hesum endamáli er neyðugt, at eitt skipað samstarv er millum skúla og heim, og at foreldur eru við í arbeiðinum at mynda virksemið í tí skúla, har børn teirra ganga.

Eitt skúlastýri verður valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi. Skúlastýrið er tað forum, har foreldur, umboð fyri kommunustýrið, starvsfólkaumboð og skúlaleiðarin hittast regluliga at viðgera m.a. meginreglur og arbeiðsumstøður, læru- og trivnaðarátøk skúlans.

Samstundis verður við hesum veitt trygd fyri, at tær avgerðir, sum verða tiknar í skúlastýrinum, verða tiknar av fólki, sum varða av børnunum og kenna teirra tørv.

Virksemið í fólkaskúlanum er grundað á samstarv millum skúla og heim. Hetta, er ásett longu í fyrsta setningi í endamálsgrein fólkaskúlans, ”uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja”, og er hetta samstarv galdandi fyri alt virksemi skúlans bæði við altiti at fakligari og sosialari menning og trivnaði barnsins.

Tað er eyðsæð, at við skilagóðari hugsan og góðum samstarvi er hetta hollasta leiðin til menning og framburð í gerandisdegi skúlans.

Limirnir í skúlastýrunum

Foreldraumboð og kommunustýrisumboð verða vald í mun til skúlastødd

Í skúlum, sum hava 20 næmingar og fleiri, verða vald:

  • 3 foreldraumboð
  • 2 kommunustýrisumboð
  • 1 umboð fyri lærararnar og hini samstarvsfólkini
  • skúlaleiðarin


Í skúlum, sum hava færri enn 20 næmingar, verða vald:

  • 2 foreldraumboð
  • 1 kommunustýrisumboð
  • skúlaleiðarin


Valrætt og valbæri

Valrætt og valbæri hava:

Foreldur, sum hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan.

1. Tá ið foreldur eru gift við hvørjum øðrum, hava bæði foreldrini foreldramyndugleika yvir felags børnum

2. Tá ið foreldur ikki eru gift, eru tveir møguleikar fyri foreldramyndugleika

a) Mamman hevur sum høvuðsreglu foreldramyndugleikan, tó kann pápin í serligum føri hava fingið foreldramyndugleikan

b) Foreldur, sum ikki eru gift, kunnu hava avtalað felags foreldramyndugleika við fráboðan til Ríkisumboðið, sambært § 6 í Anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær.

3. Felags foreldramyndugleiki, ið myndugleiki uttanlands hevur ásett, verður varðveittur í Føroyum.

4. Tey, sum hava børn til fosturs, kunnu sambært § 65, stk. 2 í fólkaskúlalógini fáa rættindi sum foreldramyndugleiki í sambandi við skúlaviður-
skifti.

Arbeiðsøkið

Sum limir í skúlastýrinum fáa foreldur høvi til at mynda skúlagongdina hjá barni/børnum sínum.

Tað eru fyrst og fremst foreldrini, ið varða av børnunum, og tí er sjálvsagt, at tey eru við til at taka avgerðir og seta dám á virksemið í tí skúla, har børn teirra ganga. Foreldraumboðini hava leiðsluna í skúlastýrinum. Tað eru foreldraumboð, sum eru formaður og næstformaður í skúlastýrinum.

Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans og hevur m.a. hesar uppgávur:

1. Ásetur meginreglurnar um virksemi skúlans m.a.:

  • undirvísingarætlan skúlans
  • samarbeiðið millum skúla og heim
  • næmingafráverur
  • fráboðan til heimini um úrtøku næminganna í undirvísingini
  • foreldrafundir, setursskúla og onnur felags tiltøk
  • arbeiðsbýtið millum lærarar og vikuætlanina

2. Ger við støði í ásettum reglum atferðarreglur skúlans og umsjónina við næmingunum í skúlatíðini.
3. Ummælir árligu fíggjarætlanina fyri skúlan og leggur tey mál fyri kommunustýrið til góðkenningar, ið bera fleiri útreiðslur við sær, enn ásett er í fíggjarætlanini.
4. Viðger saman við kommunustýrinum uppskot um skúlabygging og umbygging
5. Viðger saman við kommunustýrinum uppskot til skúlabygnað í kommununi og broytingar í honum.
6. Góðkennir eftir tilmæli frá námsfrøðiliga ráðnum teir undirvísingarmiðlar, sum skúlin skal brúka.

Skúlastýrið hevur ein stóran leiklut í hesum arbeiði, at áseta meginreglur, at vera bindilið millum foreldur og skúla og at vera samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans. Harumframt at samstarva við kommunustýrið um skúlabygnað og fíggjarligu- og hølisligu umstøðurnar í skúlanum.