Árita føroysk almenn frumskjøl til løggildingar
Barna- og útbúgvingarmálaráðið áritar bara føroysk almenn frumskjøl til løggildingar, tað vil siga skjøl við frumundirskriftum á, men ikki avrit ella teldutøk skjøl. Barna- og útbugvingarmálaráðið áritar bara skjøl, sum eru frá myndugleikum undir ráðnum, eitt nú sum skúlar, Próvstovan o.l. hava latið úr hondum. Tað snýr seg um gildi av skjølum og ikki innhald í hesum. Avgerandi er, hvør myndugleiki hevur latið skjalið úr hondum og ikki, hvørjum lóggávuøki skjalið viðvíkur. Talan er um hesi skjøl innan útbúgvingarøkið:
- Útbúgvingarprógv:
- Fólkaskúlaprógv
- Miðnámsskúlaprógv
- Annað
Eftir at hava fingið eitt skjal áritað í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum má borgarin sjálvur víðarisenda danska Uttanríkismálaráðnum ella viðkomandi skúla / universiteti áritaða skjalið.
Nærri upplýsingar um evnið kunnu lesast á heimasíðuni hjá danska Uttanríkismálaráðnum www.um.dk – sí leinki: https://um.dk/rejse-og-ophold/legalisering. Leggið til merkis, at danska Uttanríkismálaráðið tekur avgreiðslu- og tænastugjøld. Goldið skal vera frammanundan, og kvittan fyri gjaldið skal verða løgd við.
Nøkur starvsfólk í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hava heimild til at árita skjøl, og verður hetta gjørt í vanligari arbeiðstíð hjá ráðnum. Avgreiðslan tekur bert eina lítla løtu. Tað er altíð ein fyrimunur at avtala eina tíð við ráðið í sambandi við løggilding – eitt nú við at senda ein t-post til bumr@bumr.fo ella við at ringja á tlf. 306500, soleiðis at eitt starvsfólk er tøkt at gera hetta, tá møtt verður upp í ráðnum.
Til ber eisini at senda Barna- og útbúgvingarmálaráðnum skjøl til áritingar við brævi (men ikki við teldubrævi). Ráðið sendir so borgaranum áritaðu skjølini aftur.