SSP í Føroyum
SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum.
Heitið, SSP, er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-18 ár.
Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung. Hetta verður m.a. gjørt við at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava eina mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum. Við at skipa fyri mennandi og uppbyggjandi átøkum fyri hesar aldursbólkar, verður eisini slóðað fyri einum góðum barna- og ungdómslívi.
Ásannandi, at lívsførleikar okkara verða mentir í felagsskapi við onnur, verður dentur lagdur á, at øll børn og ung koma upp í part og saman við øðrum fáa treysti og mótstøðuføri, ið so hvørt ger tey til ábyrgdarfullar samfelags-borgarar. Hetta er samstundis besti hátturin at byrgja fyri eini óhepnari kós, sum kann elva til lógarbrot og skaðandi atburð millum børn og ung.
Almenningurin er ein sera týðandi viðspælari hjá SSP-samstarvinum, og eigur virksemið tí
eisini at venda sær til foreldur og onnur, ið standa barninum nær.
SSP-samstarvið er millum Mentamálaráðið, Almannaráðið, Kommunufelagið og Føroya Landfúti, ið varð sett á stovn 16. juni 2008.
Samstarvið er skipað í átta økisbólkum við umboðum frá skúlum (SSP-lærarar), frítíðarskúlum, ungdómshúsum, Føroya politi (SSP-politistar) og samskiparar frá Barnaverndartænastunum kring landið.