Álit

Her finnur tú ymisk álit og tilmæli, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið (Mentamálaráðið) hevur gjørt ella verið við til at gera.

  • Tilmælið um landsroyndir

    Fólkaskúlaráðið hevur viðgjørt og greitt frá ymsum viðurskiftum og avbjóðingum í samband við landsroyndirnar. Fólkaskúlaráðið metir ikki, at landsroyndirnar skulu halda fram í verandi líki.

    Tilmælið kann lesast her.

  • Álit um heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni - 1. oktober 2024

    Álitið varð handa landsstýrisfólkunum í barna- og útbúgvingarmálum og almanna- og mentamálum.

    Álitið kann lesast her.

    Ein samdur arbeiðsbólkur mælir í álitinum til, at eitt heildagstilboð verður sett á stovn í Skúlanum á Trøðni komandi skúlaár. Álitið hevur 23 tilmælir, og verður millum annað mælt  til at íverketa heildagstilboðið sum eina 3-5 ára royndarverkætlan í fyrstu atløgu, áðrenn støða verður tikin, um talan skal vera um eitt varandi tilboð.

  • Tilmæli til aspirantskipan, 26.juni 2024

    Tilmælið kann lesast her.

  • Tilmæli - skipsatstøðari - 25. juni 2024

    Læra til dekkara uppá styttri tíð

    Arbeiðsbólkur hevur handað tilmæli til landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um at endurskoða skipsatstøðisútbúgvingina á Sjónámi í Klaksvík.

    Vinnan hevur leingi eftirspurt ein styttri leist til at gerast fulltikin dekkari umborð á handilsskipi, tí stórur tørvur er á fleiri føroyingum umborð. Í hesum sambandi setti landsstýrismaðurin á vetri 2023 arbeiðsbólk at endurskoða verandi útbúgving. 

    Arbeiðsbólkurin tilmælir, at verandi skipsatstøðisútbúgving verður skipað í modulir, har tað fer at bera til at taka dekkarapartin og motorpartin fyri seg. Tilmælt verður, at fyrstu lestrarmodulini hugsavna seg um fakliga innihaldið til dekkara soleiðis, at tað fer at bera til at avgreiða skúlapartin til dekkara eftir sløkum hálvum ári og ikki sum áður, har tað hevur verið neyðugt at gingið í skúla í 1 ár fyri at fáa skúlagongdina til dekkara. Harumframt stendur greitt, at fleiri, ið hava drúgvar royndir á sjónum, skulu førleikametast á økinum og verður tilmælt, at hesi kunnu taka dekkarapartin við at taka 1 skúlamodul. Um hetta verður sett í verk, fer at bera til at taka útbúgving sum dekkari fyrst og síðani halda fram til skipsatstøðara, um ein ynskir tað.

    Tilmælið kann lesast her.

  • Barnaverkætlanin - Endurskoðan og umskipan av Familjudeplinum

    Endurskoðan og umskipan av Familjudeplinum

    Tann 11. mars 2024 var ein tvørfaklig og tvørgeiraligur arbeiðsbólkur settur at gera eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu tilboðið á familjudeplinum kann íverksetast og umskipast í mun til, hvussu tað virkaði áður.

    Í fyrstu atløgu hevur arbeiðsbólkurin gjørt uppskot um eitt familjuviðgerartilboð, sum kann setast í verk sum ein fyribils royndarskipan skjótast gjørligt, sum síðani skal eftirmetast og møguliga umskipast til eitt varandi tilboð.

    Framtíðar tilboðið hevur tvey høvuðselement

    1. Eitt fysiskt hús, sum virkar sum eitt viðgerðarstað og basa.
    2. Eitt flytandi toymi, sum arbeiðir í heiminum hjá familjunum og í teirra netverki.

    Hetta tilboðið verður ein miðdepil til fyribyrgjandi fyriskipanir við denti á munagóða og stuðlandi viðgerð, fyribyrging, førleikamenning og at seta í verk átøk tíðliga í barnalívinum.

    Familjuviðgerðartilboðið skal verða eitt sterkt fakligt umhvørvi við fakligari servitan um børn og familjur við avbjóðingum, har møguleiki er fyri førleikamenning, sparring og eftirmeting.

    Arbeiðsbólkurin metir, at eitt nýtt familjuviðgerðartilboð kann geva:

    • Betri barnalív
    • Skynsamari rakstur
    • Høgan fakleika og tvørfakleika
    • Færri umsorganaryvirtøkur
    • Kost og lívsstílsbroytingar

    Hugsað hevur verið um ávirkan fyribils og eisini sum frálíður.

    Øll frágreiðingin kann lesast her

  • Fólkaskúlaálitið 2023

    Fólkaskúlaálitið varð handað landsstýrismanninum 24. mai 2023.

    Í álitinum eru 18 tilmæli, har høvuðstilmælini eru at lækka floksstøddina, at menna tvílæraraskipanina og at umskipa tíma- og lærugreinabýtið, soleiðis at skúlin í størri mun fær sett inn og lagt til rættis í mun til tørvin í einstaka flokkinum. Áherðsla er samstundis løgd á førleikamenning, sum er ein fyritreyt fyri, at skúlin bæði kann skipa samlæring og eina fjølbroytta undirvísing, har dentur verður lagdur á bæði bókligu, handaligu og skapandi lærugreinarnar, umframt fjølbroyttar arbeiðshættir. Umráðandi er at skúlin í sínari ráðlegging  av undirvísingini í hvørjum flokki bæði tekur hædd fyri trivnaði og einari fjølbroyttari undirvísing.  

    Álitið kann lesast her. 

    Tey, sum hava mannað arbeiðsbólkin eru: Vagn Foldbo, Harriet Hansen, Janus Vang, Erla Olsen,  Janus Haraldsen, Eyðdis Eidesgaard, Jacob Eli Olsen, Rannvá Joensen, Eyðun Gaard, Høgni V. Warberg, og Jenny Lydersen, forkvinna.

  • Fyri barnsins besta - tilmæli frá dagstovnaráðnum 2023

    Tilmæli "Fyri barnsins besta" frá Dagstovnaráðnum - handað landsstýrismanninum í februar 2023. Les her.

  • Tilmæli - Børn við sálarligum og ella sosialum avbjóðingum - Feb. 2023

    Seinastu árini hevur alsamt størri fokus verið á, at avbjóðingar eru í skipanum og kring skipanir, sum skulu samskipa sítt virksemi, soleiðis at børn og ung í truplum umstøðum verða stuðlað og hjálpt. Í hesum sambandi setti landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og mentamálum (í dag Barna- og útbúgvingarmálaráðið) henda arbeiðsbólk at nágreina og vísa á átøk á fólkaskúlaøkinum, sum kunnu økja um sannlíkindi fyri, at avvarðandi skipanir yvirum geirar megna at samskipa sítt virksemi, so at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra í fólkaskúlanum.

    Tilmælið varð handa mánadagin 13. februar 2023.

    Les tilmælið her.

  • Tilmæli - Ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum og útbúgving

    Arbeiðsbólkurin, sum í vár 2021 varð settur at koma við boðum uppá átøk, ið kunnu bøta um sannlíkindi fyri at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, megna at fullføra miðnám, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli.

    Arbeiðið hjá bólkinum fevnir um skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið.

    Tilmælið varð handað landsstýrismanninum 18. november 2021.

    Les her.

  • Álit um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum - Oktober 2021

    Arbeiðsbólkur, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli tann 28. oktober 2021. Les her.

  • Bóklingur um tvímæltar næmingar í fólkaskúlanum - Desember 2020

    Bóklingurin vendir sær fyrst og fremst til lærarar og onnur starvsfólk í fólkaskúlanum, sum taka ímóti og undirvísa tvímæltum næmingum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt. Harumframt er bóklingurin eisini viðkomandi hjá stovnum, ráðgevum og ábyrgdarpersónum, ið hava tilknýti til fólkaskúlan. Les her

  • Álit um dagføring av bókasavnslógini - September 2020

    Landsstýrismaðurin fekk handað álit um dagføring av bókasavnslógini í september 2020. Álitið sæst her

  • Tilmæli um fremmandamál í Føroyum - juli 2019

    Arbeiðsbólkur hevur handað Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, eitt tilmæli til framtíðarætlan fyri fremmandamál í føroyska undirvísingarverkinum. Les tilmælið her.

  • Happing í fólkaskúlanum - Mai 2019
  • Lopfjølin - Virknaðareftirmeting á várið 2019 - 13. mai 2019

    Tann 13. mai 2019 varð eftirmetingin av tilboðnum »Lopfjølin« handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen, og borgarstjóranum í Havn, Anniku Olsen. Les eftirmetingina her.

  • Átøk at fremja lesihugin - Føroyar lesa - Februar 2019

    Tær fýra, Turið Kjølbro, Marjun Ziskason, Lydia Didriksen og Sissal M. Rasmussen, sum tóku stig til kanningina av lesivanum hjá trimum árgangum í fólkaskúlanum í 2017/18,  handaðu fríggjadagin tann 22. februar 2019 Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, eitt upprit um, hvat kann verða gjørt og sett í verk, soleiðis at børn lesa meiri. Les uppritið her.

  • Álit - Strategisk kampusætlan - Februar 2019

    Arbeiðsbólkur við Sigurði í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetri Føroya, hevur handað Mentamálaráðnum tilmæli og stragiska kampusætlan. Les her.

  • Byggiskrá - Tjóðleikhús - Februar 2019

    BYGGISKRÁ. November 2018. TJÓÐLEIKHÚS - til virksemið hjá Tjóðpalli Føroya. Les her.

  • Álit um at eftirmeta breytaskipanina - 10. september 2018

    Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fekk álit um at eftirmeta breytaskipanina handað tann 12. september 2018. Les álitið her.

  • Álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil -5. juni 2018

    Á fundi í Mentamálaráðnum grundlógardagin 5. juni 2018 fekk Rigmor Dam, landsstýriskvinna, álit um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil handað. Les álitið her.