Álit og átøk í sambandi við hægri útbúgvingar
Álit um føroyska fjarlestrarskipan - desember 2010
Álit um føroyska fjarlestrarskipan varð handað landsstýriskvinnuni í mentamálum 18. januar 2011. Í sambandi við handanina varð m.a. sagt, at ein av okkara allar størstu avbjóðingum er, at av teimum, sum fara undir hægri lestur, eru tað framvegis uml. 60%, sum lesa uttanlands, og bert umleið helvtin av teimum koma heimaftur til Føroyar. Hetta er helst ein av orsøkunum til, at fólkatalið í Føroyum ikki veksur, og tí er menning av Fróðskaparsetrinum alneyðug fyri at geva fólkið ein møguliga afturat at útbúgva seg í Føroyum. Les álitið her.
Álit um nýggjar pedagog- og læraraútbúgvingar - august 2006
Á sumri 2006 varð álit nýggjar pedagog- og læraraútbúgvingar handað landsstýrismanninum í mentamálum. Álitið fevnir um at uppstiga pedagog- og læraraútbúgvingarnar á Føroya Læraraskúla at verða fýra ára bachelorútbúgvingar. Les álitið her.
Álit um bachelorútbúgvingar í Vinnuháskúlanum - juni 2006
Í 2004 vórðu Føroya Sjómansskúli, Maskinmeistaraskúlin og Brandskúlin við Áir lagdir saman í ein stovn, Vinnuháskúlan. Henda samanlegging gevur nógvar møguleikar fyri samlestri og menning. Sum liður í hesi menning setti Vinnuháskúlin ein arbeiðsbólk at kanna, um skúlin eigur at fara undir maritimar universitetsútbúgvingar á bachelorstøði. Les álitið her.
Tilmæli um Sjúkrasystraskúla Føroya - 1999
Hetta tilmælið er frá nevnd, ið sett varð at kanna, um Sjúkrasystraskúli Føroya átti at verða fluttur yvir í Mentamálaráðið (nee Undirvísingar- og mentamálastýrið) sum málsøki ella ikki. Tilmælið er frá 1999. Les tilmælið her.