Útbúgving og gransking
Grund- og miðnámsútbúgving
Barna- og útbúgvingarmálaráðið umsitur fólkaskúlan, frískúlar, Skúlan á Trøðni, vinnu- og miðnámsskúlar, Føroya Fólkaháskúla, Húsarhaldsskúla Føroya, Vinnuháskúlan og frítíðarundirvísingina. Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur yvirskipað eftirlit við dagstovnum og dagrøktum sambært dagstovnalóggávuni og veitir kommunum ráðgeving og vegleiðing í námsfrøðiligum spurningum.
Eisini umsitur Barna- og útbúgvingarmálaráðið stovnarnar Nám, Føroya Musikkskúla, Sernám, Rásina og Yrkisdepilin.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um yvirumsjón, lógararbeiði, at gera kunngerðir og reglur, námsætlanir fyri fólkaskúlan og vinnu- og miðnámsútbúgvingar og stevnumið fyri dagstovnaøkið, at rinda lønir til lærarar og leiðslur í fólkaskúlanum, at skipa fyri próvtøkum og landsroyndum, fyri eftirútbúgving, og at veita stuðul til stovnar, frítíðarundirvísing, bókaútgávu og skúlabarnaflutning. Harumframt at góðkenna skúlabyggimál í fólkaskúlanum, skúlabygnað og vegleiða í undirvísingarmálum og í sambandi við skúlastýrisarbeiði.
Hægri útbúgvingar og gransking
Barna- og útbúgvingarmálaráðið umsitur hægri útbúgving og gransking. Tann 1. august 2008 vórðu Læraraskúlin, Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og tað, sum fyrr nevndist Fróðskaparsetur Føroya, løgd saman í ein stovn undir navninum Fróðskaparsetur Føroya.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið umsitur harumframt Grunnin fyri gransking, menning og nýskapan (GMN-grunnurin), sum hevur til endamáls at vera karmur fyri stuðulsskipanum, sum veita fíggjarligan stuðul til gransking, menning og nýskapan, hetta í samsvari við ásetingar í løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan.