Trivnaður

Arbeiðið at økja um trivnaðin og at basa happing millum næmingar í fólkaskúlanum er eitt øki, sum politiski myndugleikin hevur raðfest høgt seinastu árini. Politiski boðskapurin er, at vit eiga at stremba móti eini nullhugsjón, tá ið happing umræður. Politiska skipanin tekur avbjóðingarnar við trivnaði í størsta álvara og setir tiltøk í verk á hesum øki.

Seinastu árini hevur nógv verið gjørt til tess at økja um trivnaðin og basa happing í skúlunum. Trivnaðarkanningar eru gjørdar í 2007, 2015, 2019 og verður ein nýggj trivnaðarkanning ætlandi gjørd í januar 2023. Trivnaðarráðgevi er settur í starv á Námi. Endamálið við at seta ein trivnaðarráðgeva í starv et at styrkja trivnaðararbeiði í fólkaskúlanum og at fyribyrgja og basa happing.

Trivnaðarkanningar frá 2007, 2015 og 2019