Pilotverkætlanir
Barnaverkætlanin skal vera ein kveikjari til nýskapan og endurnýggjan á barna- og ungdómsøkinum. Ein týðandi partur verður at menna pilotar, t.v.s. smærri verkætlanir, sum verða sniðgivnar, skipaðar, settar í verk og royndar og síðani eftirmettar, við tí endamáli, – um hesar eru væleydnaðar, – at víðka tær og seta skipanirnar í breiðari høpi.
Hesir pilotar eru ætlaðir samansettum avbjóðingum, sum fella innanfyri ta yvirorðnaðu visjónina hjá Barnaverkætlanini.
Eyðkenni
Tað, sum eyðkennir avbjóðingarnar, er, at tær krevja eina tvørgangandi tilgongd, sum henda tvørturum siðbundin fakmørk, organisatorisk mørk og sektoriellar avmarkingar. Politiskur tokki og møguleikin fyri nógvum tvídrátti spæla eisini ein leiklut samstundis, sum vandamálsstøðurnar eru fløkjutar og ofta mettar at vera ótamdar ella villar.
Felags fatan
Skipanin av arbeiðinum við hesum avbjóðingunum má verða bygt á eina felags fatan av, at íblandaðu leikararnir eru bundnir hvør at øðrum. Hetta hevur við sær, at tað má vera bæði politiskur og institutionellur stuðul til at seta neyðugu ressursirnar av – so sum arbeiðsmegi, fígging og avgerðarmátt. Harumframt vænta vit, at ministeriellir sponsorar verða útpeikaðir til at stuðla pilotverkætlanunum, og at tað er ein breiður stuðul til eina agil og netverksgrundaða tilgongd til at loysa trupulleikar.
Háttalag
Sprint-hátturin, sum verður nýttur í arbeiðinum, fevnir um stuttar og intensivar arbeiðsfasur, vanliga einar tríggjar vikur. Tá tosa vit um planlegging, framvísing ella handling og eftirmeting. Hesin hátturin loyvir skjótari endurtøku og tillaging, alt eftir afturbering og úrslitum. Hetta tryggjar eisini, at verkætlanirnar eru fokuseraðar og málrættaðar, samstundis sum tær eru lagaligar nokk til at kósin kann broytast, um nýggj vitan ella umstøður krevja tað.
Skipanin av projektinum umfatar ymiskar leiklutir sum leiðara, samskipara og eitt tvørfakligt menningartoymi. Hesin bygnaðurin tryggjar, at verkætlanin hevur greið ábyrgdarøki, samstundis sum hann eggjar til samstarv og tvørfakligt innlit.
Væntanir
Væntanir til pilotverkætlanirnar hjá Barnaverkætlanini
- Pilotverkætlanirnar skulu beinleiðis stuðla visjónini og málunum hjá Barnaverkætlanini.
- Pilotverkætlanirnar skulu fremja samstarv tvørtur um ymisk fakøki og sektorar. Hetta krevur greiðan politiskan og institutionellan stuðul.
- Pilotverkætlanirnar skulu mennast og setast í verk ígjøgnum agilar hættir, sum loyva skjótari
endurtøku og tillaging. - Pilotverkætlanirnar skulu fevna um ein breiðan skara av aktørum, so sum serfrøðingum, fólk við
royndum, avgerðartakarum og borgarum, sum hesar ávirka.