Føroyskt fyri vaksnar flóttar

Vaksnir tilflytarar kunnu fylgja skeiði og nema sær ókeypis málundirvísing, sum fylgir námsætlanini í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin, og sum endar við stig- ella støðuroynd. Talan er um long FSA-skeið, ið taka 1-3 ár. Skeiðini eru staðsett í 4 støðum í landinum: FSA Kambsdalur, FSA Suðuroy, FSA Vágur og FSA Tórshavn. Tað er Undirvísingarstýrið, ið samskipar undirvísingina í samstarvi við samstarvsskúlunum.

 

Kommunur landsins bjóða eisini stutt ókeypis skeið í føroyskum út fyri útlendingar. Hesi skeið eru kring alt landið og verða skipað sum styttri skeið, ið kunnu enda við eini visitatión til føroyskt sum annaðmál.

 

Skeiðini eru skipaði sambært § 15, stk. 2 í Løgtingslóg nr. 70 um frítíðarundirvísing v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 124 frá 10. desember 2003, og undirvísingin verður skipað sum serstøk frítíðarundirvísing sambært kap. 3 og 7 í lógini og § 5 í rundskrivi nr. 1 um serundirvísing vaksnamanna.

 

Undirvísingarstýrið bjóðar eisini serstøk skeið til vaksin og samskipar undirvísingina í samstarvi við Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Hesi skeið eru ókeypis og skipaði annarleiðis enn FSA-skeiðini í mun til skúlagongd og innihald. Tulkur er altíð tøk/ur á hesum skeiðnum.