Fólkaskúlin

Miðfirraða tímajáttanin er ætlað til serundirvísing og onnur serundirvísingarlig átøk, sum t.d. lesiskeið, økta tvílæraraskipan, serligar undirvísingarligar tilgongdir o.s.fr. Tímar til miðfirraða serundirvísing eiga bert at nýtast til sernámsfrøðilig átøk. Hesir tímar skulu nýtast til stuðul og eykahjálp í einstøkum lærugreinum til næmingar ella næmingabólkar, sum hava ilt við at fylgja við vanligu undirvísingini í lærugreinini. Miðfirraða serundirvísingin eigur at verða ráðløgd saman við Førleikastovuni og við ráðgeving frá Sernámi.

Tímarnir vegna serligan tørv vóru fluttir í 2019 frá Sernámi til Undirvísingarstýrið at fyriskipa. Talan er um eitt %-tal av næmingatalinum.

Serflokkar:

Sertilboðið 4.-10 byrjaði sum ein royndarskipan undir Sernámi. Í 2016 valdi Mentamálaráðið at góðkenna tilboðið, sum fyrsta varandi sertilboð í fólkaskúlanum, undir leiðslu av eini fólkaskúlaleiðslu (Skúlin á Fløtum).

Í 2019 bleiv kunngerð nr. 24 frá 19. mars 2019 um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð sett í gildi.

Síðani eru fleiri serflokkar settir á stovn. Teir eru staðsettir: á Skúlatrøð, Vestmanna skúla, Sørvágs skúla, Tvøroyrar skúla, Vágs skúla, Skúlanum á Fløtum, Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Runavíkar kommunuskúla og Skúlin við Streymin. Í dag eru 10 serflokkar runt um í landinum.

Harumframt er Lopfjølin í Havn og ein royndarverkætlan í Runavík (fíggjað av royndar - og menningarvirksemi).

Serskúli:

Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í landinum. Skúlin virkar eftir løgtingslóg nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla við seinni broytingum. Serskúlin er til børn við serligum tørvi í aldrinum 7 til 18 ár úr øllum landinum. Í serligum førum ganga næmingarnir í skúlanum til teir eru 21 ár. Serskúlin er ætlaður teimum næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum.

Komandi skúlaár 2022/23 eru á leið 4 % av næmingunum í føroyska fólkaskúlanum knýttir at eini serskipan uttan fyri vanliga fólkaskúlan, tað veri seg í serflokki, Lopfjøl ella serskúla. Frá skúlaárinum 2018/19 til komandi skúlaár 2022/23 er prosentparturin av næmingum, ið eru knýttir at eini serskipan uttan fyri vanliga fólkaskúlan farið úr á leið 1,9 % til á leið 4 %.

Førleikastovur:

Førleikastovurnar vóru settar á stovn í 2012 eftir m.a. tilmæli frá Fólkaskúlaráðnum, og í 2019 varð kunngerð um førleikastovur sett í gildi.

Tað eru 24 førleikastovur runt um í landinum. Skúlar við egnari førleikastovu eru í minsta lagi 4. flokkaðir. Allir skúlar hava atgongd til eina førleikastovu, sjey førleikastovur hava tilknýti til smærri skúlar. Kvívíkar skúli er minsti skúli við egnari førleikastovu (55 næmingar).

Endamálið við førleikastovunum er, at:

1) samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum,

2) menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum,

3) miða ímóti, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt,

4) samskipa og gagnnýta servitanina, umframt at menna eitt gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og mannagongdir,

5) menna eitt næmingalagað og innkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.

Kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2019 um førleikastovur