Barnaváttanarlógin

Tann 2. mai 2022 samtykti Føroya løgting barnaváttanarlógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum við nøkrum broytingum frá Løgtingsins mentanarnevnd. Barnaváttanarlógin kom í gildi 1. juni 2022, og er hon tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Endamálið við lógini er at fyribyrgja kynsligan ágang móti børnum og ungum undir 15 ár. Ítøkiliga ber lógin í sær, at arbeiðsgevarar t.e. stovnar, feløg og felagsskapir, har persónar í starvinum koma í beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár, skulu fáa til vegar eina barnaváttan.

Barnaváttanin vísir eitt nú, um persónur er ella hevur verið skuldsettur, ákærdur, dømdur í málum um kynsligan ágang ímóti børnum.

Ein barnaváttan er eitt serligt slag av revsiváttan, ið inniheldur upplýsingar um skuldsetingar, dómar, ákærufráfall v.m., í sambandi við revsimál móti børnum og ungum undir 15 ár. Barnaváttanin fæst til vegar við at útfylla eitt serligt oyðiblað á heimasíðuni hjá løgregluni, sum, við samtykki frá tí, ið barnaváttanin viðvíkur, verður sent til danska Kriminalregisteret. Samtykki verður givið á sama oyðiblaði.

Ein barnaváttan minnir um eina revsiváttan, men er kortini øðrvísi, tí upplýsingarnir standa á váttanini í munandi longri tíðarskeið samanborið við eina revsiváttan. Tað stytsta tíðarskeiðið er 10 ár frá tí tíðspunkti, at t.d. viðkomandi hevur sitið dómin, ella at ákæran bleiv slept. Harnæst er tað 20 ár, ella til viðkomandi er vorðin 80 ár, alt eftir hvat slag av revsilógarbrot, ið talan er um.

Vegleiðing

1. juni 2022 varð barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her.

Sambært barnaváttanarlógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir v.m. fáa barnaváttanir til vegar, áðrenn persónur verður settur í starv ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár. Barna- og útbúgvingarmálaráðið (fyrrverandi Uttanríkis- og mentamálaráðið) hevur tískil í samstarvi við Føroya Politi, Dátueftirlitið og Undirvísingarstýrið orðað eina vegleiðing, ið kunnar um nýggju lógina. Til ber at lesa vegleiðingina her.

Harumframt hevur Undirvísingarstýrið undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum gjørt eina mannagongd fyri undirvísingarverkið, tá ið nýggj størv skulu setast eftir gildikomu lógarinnar. Mannagongdin kann helst eisini nýtast sum íblástur hjá øðrum og kann lesast her.

Umframt at hava skrivað part av vegleiðingini hevur Føroya Politi gjørt eina frágreiðing á heimasíðuni, sum í stuttum lýsir, hvat ein barnaváttan er, eins og leinki er til serliga oyðublaðið og telduforrit, tá ið søkt verður um barnaváttanir. Kunningin frá Politiinum kann lesast  her.

Fólkatingsins umboðsmaður hevur í síni ársfrágreiðing fyri 2011 bls. 57-61 viðgjørt spurningin um barnaváttanir í sambandi við almennar setanir. Frágreiðingin kann lesast her.