Røða hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í sambandi við hátíðarhald 15. oktober 2023 - 2. byggistig í Skúlanum á Giljanesi verður tikið í nýtslu.
"Sig mær tað og eg gloymi tað
lær meg tað og eg minnist tað
drag meg inn í tað, og eg læri tað"
Nakað soleiðis segði Benjamin Franklin fyri mongum árum síðani.
Hugsi tey flestu av okkum, sum eru her í dag, mugu ásanna, at tað, sum liggur handan setningin hjá Benjamin Franklin, er sera beinrakið.
Við sínum orðum vísir Benjamin Franklin nevnliga á, at vit læra best, tá vit verða drigin við inn í tað, sum fer fram, ella sagt við øðrum orðum, tá vit sleppa upp í part.
2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi, sum nú stendur liðugt her, fevnir millum annað um hølir til tónleikastovu, heimkunnleika, handarbeiði og felagsøkir, sum tryggja næmingunum møguleika at savnast í smærri bólkum, har til ber at slappa av, tosa saman ella bara at vera.
Her er talan um hølir, sum á serligan hátt snúgva seg um tað, sum liggur aftanfyri setningin hjá Benjamin Franklin:
Í tónleikinum veðra vit jú drigin við inn í eina verð, har læring fer fram, og har vit kunnu vera
í samspæli við onnur
Í hondarbeiðinum kunnu vit søkja inn í ein heim, har vit við at vera virkin verða drigin við tí listarliga og harvið læra,
og í felagsøkinum kunnu vit verða drigin við inn í ein felagsskap, sum eigur at rúma einstaka næminginum, sum hann er, og har til ber at læra av øðrum og frá sær sjálvum
Talan er tí um eitt byggistig, sum í sera stóran mun fevnir um hølir, har næmingurin sleppur upp í part, og har næmingurin fær loyvi til at undrast og skapa og harvið læra og mennast.
Harnæst haldi eg, at tað er deiligt at síggja, at mann hevur valt at byggja ein bygning, sum er sera tíðarhóskandi, og sum tekur atlit at, hvussu tey ungu eru og hugsa í dag; ein bygning, sum gevur teimum rúm til at savnast og til bara at vera.
Tvey ár eru nú síðani henda verkætlan varð bjóðað út, og í dag hátíðarhalda vit so, at hon nú er liðug. Talan er her um eitt byggistig, sum í høvuðsheitum fevnir um hølir til hádeild, men tá hugt verður eftir tí samlaðu verkætlanini, so gleðir tað meg at síggja, at mann við 1. og 2. byggistig tryggjar, at eisini so týdningarmikil umráði sum serøkið og heilsusystraskipanin hava fingið betri umstøður.
Kommunan lýsir Førleikastovuna og serøkið sum vitanardepil skúlans, og vísir henda lýsing okkum, at tit veruliga hava tikið inklusióntankan til tykkum. Tit ynskja ein skúla, sum rúmar øllum næmingum á bestan hátt, og ein skúla, sum hevur skikkað og viðkomandi undirvísingartilboð til einstaka næmingin óansæð tørv.
Harnæst er tað fantastisk at síggja, at mann í hesari verkætlan eisini hevur minst til at gagnnýta eitt tað mest týdningarmiklasta tilfeingi, sum vit fáa fyri einki í Føroyum, og tað er náttúran og útsýnið. Skúlin fellir væl inn í lendið.
Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingamálum kann eg ikki annað enn fegnast um, at góðir karmar til komandi ættarlið framhaldandi verða raðfestir ovarlaga.
Tit hava sum kommuna valt at raðfesta komandi ættarlið við at fara undir hetta byggistig, og er hetta ein íløga bæði í tann einstaka næmingin, lokalsamfelagið, ja í Føroyar sum heild.
Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk eg handað eitt álit í sambandi við møguligar broytingar av fólkaskúlalógini, og var eitt av tilmælunum nevnliga, at handaligu og listarligu lærugreinirnar skulu uppraðfestast. Hesar lærugreinir hava stóra ávirkan á bæði læring, menning og trivnað hjá tí einstaka, og tískil eri eg sera glaður um, at eisini hesar lærugreinir nú fáa bestu sømdir í tykkara skúla.
Eg ynski tykkum hjartaliga til lukku við hesum bygningi, og eg veit, at talan her er ikki bara um eitt byggistig í ein fysiskan bygning.
Fleiri myndir síggjast her.
Myndina eigur jn.fo.