09.07.2021 · Barna- og útbúgvingarmálaráðið

Faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, tilnevnd

Faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, tilnevnd

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur tilnevnt faknevnd, ið viðger og játtar stuðul til gransking, fyri komandi trý árini.

Í faknevndini sita:

  • Bogi Bech Jensen, formaður, ph.d. í verkfrøði
  • Jákup Reinert Hansen, ph.d. í gudfrøði
  • Jana Ólavsdóttir, ph.d. í jarðfrøði
  • Marin Strøm, ph.d. í heilsuvísindi
  • Petur Steingrund, dr.philos. í fiskifrøði

Faknevndin er sett sambært kunngerð um stuðul til gransking við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.

Hon kemur í staðin fyri Granskingarnevndina, sum áður hevur stjórnað Granskingarráðnum og tikið støðu til stuðul.

Í faknevndini sita 5 limir, sum antin eru granskarar ella granskingarkøn. Hesi verða vald við avgerð frá landsstýrismanninum. Limirnir verða tilnevndir fyri 3 ár og kunnu ikki sita í nevndini longri enn tvey fylgjandi skeið.

Faknevndin stjórnar stuðulsskipanini til gransking og hevur evstu ábyrgd av at játta stuðul.

Faknevndin er farin undir arbeiðið at viðgera umsóknir um stuðul, sum komu til freistina í vár. Umsøkjarar fáa svar áðrenn 1. september 2021.