Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur saman við hinum pørtunum í samstarvinum hugt at nýggju hølunum hjá Barnahúsinum, sum nú hevur fingið betri umstøður.
Barnahúsið virkar sum karmur um eitt tvørfakligt og samskipað samstarv millum barnaverndartænastur, løgreglu og heilsumyndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum. Virksemið í Barnahúsinum fevnir m.a. um at avhoyra barnið og kanna, um tað hevur verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Harumframt fáa børn og familjur kreppuhjálp og ráðgeving í Barnahúsinum.
Tað er Barnaverndarstovan, sum umsitur og rekur Barnahúsið, ið er formliga skipað við avtalu millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Føroya Landfúta og Kommunufelagið.