Røður hjá landsstýrismanninum

  • Altjóða barnarættindadagur í Fuglafjarðar skúla - 20. november 2023

    Góðu næmingar, góðu lærarar og øll tit, sum so ella so stuðla arbeiðið við at menna næmingaráðini og geva næmingunum eina rødd.

     

    • Eg eri glaður at fáa hetta høvi at siga nøkur orð og at hitta tykkum
    • Eg eri takksamur fyri tykkum ungu: at tit eru so røsk ...... so dugnalig.... og so virkin.

     

    Tit ungu síggja heimin við frískum eygum.

     

    Tit hava hugflog, .......tit tora at hugsa stórar tankar, ...... tit tora at seta spurningar, og tit tora at traðka fram.

    Tit síggja ikki forðingar, sum vit eldru kanska av ringum royndum hava gjørt okkum gjøgnum lívið, og avmarkað okkum eldru.

    DRÍVIÐ á við at gera tykkara dreymar til veruleika!

     

    Í dag er altjóða barnarættindadagur, og tað eiga vit øll at vera takksom fyri og gev ans. Tí tað er als ikki sjálvsagt.

     

    Takk fyri, at tit í Fuglafjarðar skúla seta dagin á breddan.

     

    Í 1992 samtyktu Føroyar altjóða barnarættindasáttmálan. Í sáttmálanum eru týdningarmiklar reglur um rættindi hjá børnum. Sáttmálin er galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár.

     

    Hví er tað umráðandi, at børn hava rættindi? Tí tað er okkara skylda, sum vaksin, at hjálpa, stuðla og hava umsorgan fyri øllum børnum.

    Nakrar av teimum týdningarmiklastu reglunum í sáttmálunum siga nakað um:

     

    • At børn hava rættindi uttan mun til, hvussu tey síggja út, hvat tey trúgva uppá, og hvaðan tey koma
    • At vaksin skulu gera tað, sum er best fyri børn
    • At børn hava rætt til at liva. Landið, sum barnið býr í, skal hjálpa barninum at hava eitt gott lív
    • At børn hava rætt til at hava sína egnu meining, og hana skulu tey vaksnu virða

     

    Ein barnarættindasáttmáli er ikki ein lóg, tí kann ein ikki revsast, um man ikki fylgir henni. Men er tað so, at ein myndugleiki, so sum t.d. ein kommuna, barnaverndin, politi, skúli o.a. hava tikið eina avgerð, sum viðvíkur einum barni, og barnið heldur, at avgerðin er skeiv, kann barnið klaga til Løgtingsins umboðsmann.

    Sjálvt um talan ikki er um eina lóg, so hava tey londini, sum hava góðtikið barnarættindasáttmálan, lovað, at tey skulu gera sítt allarbesta fyri at tryggja, at tær 54 greinarnar í sáttmálanum verða hildnar. Tey hava lovað, at landsins lógir skulu vera í samsvari við barnarættindasáttmálan. Tað merkir, at tá vit í Løgtinginum smíða lógir, eiga vit altíð at hava barnarættindasáttmálan við í arbeiðinum, tá tað um børn og ung ræður.

     

    Eg kenni tað sum mína “fornemstu” uppgávu sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum at tryggja barnarættindi fyri øll børn í Føroyum.

     

    Í sáttmálanum stendur, at børn hava rætt til at siga, hvat tey hugsa, um alt tað, ið hevur við børn at gera.

    TIT hava rætt til eina rødd. - Sjálvt um hvør einstøk rødd kann tykjast lítil, so kann hon hava ein ómetaliga stóra ávirkan og verða virðismikil.

     

    Malala Yousafzai hevur víst okkum á, at ein einkult rødd kann broyta heimin. Malala byrjaði longu sum tannáringur at stríðast fyri at rættindum í heimlandinum Pakistan. Hon stríðist fyri rættindunum hjá gentum til at fáa eina útbúgving. Hon brúkti nógva orku upp á at skriva ein blogg mótvegis Taliban. At byrja við skrivaði hon sum dulnevnd, men seinni alment, við góðum stuðli frá pápa sínum. Taliban er av teirri áskoðan, at gentur og kvinnur skulu hava avmarkaða atgongd til útbúgving. 15 ára gomul bleiv Malala skotin. Tað var sera ivasamt, um hon megnaði at yvirliva, men tað gjørdi hon. Vit høvdu øll skylt, um hon ikki hevði orkað at hildið áfram at stríðast.

    Men Malala gavst ikki. Hon brúkar enn sína rødd. Hon brúkar røddina, til eisini at tosa fyri øll tey, sum ikki hava fingið møguleikan, ella av øðrum orsøkum ikki megna at tala at. Hennara dirvið og treiskni hevur prógvað fyri okkum, hvussu týdningarmikið tað er: at siga frá, brúka okkara rødd og berjast fyri okkara rættindum.

     

    Tá vit tosa um barnarættindi, tosa vit ikki bert um rættin til útbúgving, góða heilsu ella tryggan og góðan uppvøkstur. Tað snýr seg eisini um rættin at verða hoyrdur.

     

    Røddirnar hjá tykkum, ið eru vald at sita í næmingarráðunum, eru eisini týdningarmiklar. Tit hava bæði møguleikan og vald til at ávirka avgerðir, sum hava við tykkum at gera. Tit hava møguleika at ávirka skúlans leiðslu og meira enn tað. Tit hava somuleiðis eisini møguleikan at senda boðskapin uppeftir í skipanunum, til myndugleikarnar, so sum til t.d. til mín sum landsstýrismann. Eitt dømi um hetta er, er í sambandi við hoyringarnar/tjakið í mun til, um vit skulu hava vetrarfrí ella ikki. Enn er endaliga avgerð ikki tikin í hesum málinum, men tykkara íkast er ein partur í viðgerðini saman við øðrum viðmerkingum.

     

    At enda vil eg líka nevna Barnaverkætlanina. Tit hava kanska hoyrt eitt sindur um hana í miðlunum. Í stuttum snýr hon seg um, at vit í politisku skipanini royna at gera lógir og skipanirnar til børn og ung so góðar sum til ber. Endamálið er, at Føroyar skal verða heimsins besta land hjá øllum børnum at vaksa upp í. Hetta er eitt stórt mál og tekur langa tíð.

     

    Fyri eini viku síðani, høvdu vit eina ráðstevnu fyri á leið 300 fólkum í Norðurlandahúsinum. Har umrøddu vit, hvussu vit kunnu náa hesum málinum. Har komu nógv góð hugskot fram. Men hetta er bara byrjanin, vit fara eisini at skipa eitthvørt átak, so at børn og ung eisini kunnu koma til orðanna. Tá kann eg ímynda mær, at næmingarráðini á onkran hátt koma at hava ein aktivan leiklut.

     

    At enda vil eg bara minna tykkum á, at eins og Malala hava tit bæði rætt og skyldu til, at tala at, og koma við skilagóðum uppskotum, so at vit kunnu tryggja okkum, at Føroyar kann verða heimsins besta land at veksa upp í og at liva í.

     

    Takk !

     

     

  • Føroysk luttøka í Evropa - 10. november 2023

    Góðan dagin øll somul.

    Fyrst av øllum skal eg takka fyri møguleikan at standa frammanfyri tykkum her í dag, nú vit fara at viðgera tí føroysku støðuna mótvegis Evropa, tá tað kemur til hægri útbúgvingar.

    Sum eg havi skilt tað, so er hetta partur av teimum tilmælum, sum komu frá seinastu eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, og tí gleðir tað meg at síggja, at arbeitt verður við hesum tilmælum.

     

    Útbúgving, útbúgving, útbúgving.

    Góðu áhoyrarar,

    Vit vita øll hvønn týdning útbúgving hevur fyri eitt land, og tað man ikki koma óvart á nakran, tá ið sagt verður, at eitt framkomið og væl útbygt samfelag, er eitt samfelag, sum hvílir á eitt væl útbúgvið fólk.

    Hetta er so mangan staðfest í kanningum hjá stovnum sum eitt nú OECD.

    Tað er ikki av ongum, at vit í Føroyum seta ein so stóran part av okkara skattakrónum í útbúgving. Tað gera vit, tí vit vita, at útbúgving er vegurin fram, og tað er einans við útbúgving, at vit framtíðartryggja okkara samfelag.

    At vit tá brúka nógva orku upp á at menna bæði undirvísarar og skipanir, er tí púra logiskt, tí vit vita øll, hvønn týdning góðskan hevur av okkara útbúgvingum. Vit skulu jú hava eina skipan, sum á bestan hátt mennir og mentar okkara ungu, og sum ger tey før fyri at taka við og bera okkara samfelag víðari.

    At góðskukrøvini tá eru høg, er lætt at skilja, tí vit skulu jú brúka útbúgvingarnar í okkara samfelag. Men soleiðis sum heimurin tey seinastu áratíggjuni hevur flutt seg, so er tann fakliga góðskan ikki nokk í sjálvum sær.

    Tí vit kunnu ikki longur bert noyðast við at verða góð til tað, vit gera. Nei, vit skulu eisini skipa okkum á ein hátt, sum er til at kenna aftur í okkara grannalondum og útheimum annars. Hetta so at brúkbæri av teimum føroysku útbúgvingunum gerst so gott og breitt sum gjørligt, sum ger tað møguligt hjá okkara lesandi at leita sær út um landoddarnar í skiftislestri, ella á annan hátt at nerta sær nýggja vitan. Hetta er eisini týdningarmikið fyri okkara kappingarføri, tá tað kemur til at fáa lesandi, granskarar og starvsfólk annars at leita sær leiðina henda vegin.

    Tað politiska ynski, um at gerast partur av Bolognatilgongdini er fleiri ára gamalt. Hóast tað í fleiri umførum og frá fleiri ymiskum støðum hevur verið arbeitt við at gerast partur av Bologna, so hava vit fyrr sæð, at stígur, av ymiskum orsøkum, er komið í, og at arbeiðið fyribils er dottið niðurfyri. Men her er ein grundleggjandi annarleiðis munur á støðuni í dag, og støðuni vit áður hava staðið í.

    Okkara lesandi vita í stóran mun um hesa tilgongd, og krevja, at teirra útbúgvingar eru á einum høgum støði og á jøvnum føti við teirra evropeisku samlesandi. Eisini hava vit í dag, eitt nógv størri tilvit um Bolognatilgongdina millum starvsfólk á Setrinum og í skipanini annars, sum eisini gevur eitt heilt annað útgangsstøði enn vit áður hava havt. Tí kunnu vit siga, at vit eru komin heilt væl á leið, hvat hesum viðvíkir.

    Men hóast vit mugu skipa okkum eftir teimum evropeisku útbúgvingunum, so er hetta ein balansugongd, tí tað er samstundis av alstórum týdningi, at vit ikki gloyma okkum sjálvi í hesum arbeiðinum. Her mugu vit varðveita okkara føroyska dám, og stíla okkara útbúgvingar mótvegis tí føroyska samfelagnum, samstundis sum vit eisini leggja okkum upp at tí evropeiska leistinum.

    Lukku tíð kann sigast, at tað í Bolognatilgongdini er vítt til veggja, hvat tulking viðvíkir, og tí kunnu vit saktans varðveita tað serføroyska, samstundis sum vit liva upp til altjóða krøv.

    Vit skulu ikki hava serføroskyar útbúgvingar, sum einans kunnu brúkast í Føroyum, men vit skulu hava altjóða útbúgvingar í føroyskum búna.

    Hetta er ein balansugongd, sum má haldast, so vit kunnu tað sama sum hini, samstundis sum vit minnast okkum sjálvi.

    Á henda hátt kunnu vit tryggja, at ein útbúgving í Føroyum eisini er ein útbúgving í Evropa.

    Takk fyri.

  • Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum, 25. oktober 2023

    Góðu tit

    ”To be or not to be; that’s is the question”.

    Hetta er ein setningur, sum kanska mong tykkara kenna; setningurin er úr leikinum Hamlet, sum Shakespeare skrivaði onkuntíð í 1600 talinum.

    At vera, ella ikki at vera, tað er spurningurin. Ein spurningur, sum varð reistur í einum fiktivum leiki fyri 500 árum síðani, men sum er háaktuellur í dag, eisini fyri tykkum.

    Spurningurin: at vera; ella hvat skal eg verða.

    Um vit reika í hugaheiminum eina lítla løtu afturat, so lat meg fortelja tykkum eitt lítið ævintýr:

    Einaferð fyri mongum árum síðani var tað ein lítil drongur. Hann hevði 2 systkin, nógv áhugamál og vaks upp í einum friðarligum landi í einari lítlari bygd, og droymdi stórar dreymar; onkuntíð kundi man freistast at hugsa, at hansara dreymar virkaðu í so fjarir; dreymar um at gerast flogskipari, fótbóltsstjørna, og alt har ímillum.

    Tað var við dreymum hansara sum við dreymum sum heild: teir kunnu broytast, og tað gjørdi tað eisini hjá hesum smádreingi, sum vaks til og gjørdist tannáringur.

    Hann gekk í skúla eins og hini børnini; fakini vóru ok fyri tað mesta, men støddfrøði og alisfrøði var ikki akkurát tað, sum hann tímdi best. Heldur tað at hava okkurt við relatiónum og onnur menniskju at gera, tað var tað, hann tímdi; og so kom tann stóri dagurin, har hann var í tykkara støðu: hvat skuldi hann velja at verða?

    Skuldi hann velja at gera meir við fótbóltin og gerast stjørna, ella royna seg sum flogskipari og fáa luft undir veingirnar á tann hátt? Nei, sum frá leið varð hann komin til ta niðurstøðu, at hann í sínum dagliga yrki fegin vildi arbeiða við menniskjum og relatiónum.

    Nú hevði hann «tunað» seg inn á røttu hillina, men eisini her var nógv at velja ímillum: skuldi hann fara undir at lesa sjúkrarøktafrøði, lærara, námsfrøðing, lækna ella okkurt heilt annað, sum hevði við menniskju at gera?

    Hann stóð framman fyri hillini og valdi námsfrøði, tí her hevði hann møguleika at arbeiða við børnum og familjum, og var hetta nakað, sum hugtók hann.

    Ævintýrið endaði ikki her; faktiskt er tað ikki endað enn, tí hesin smádrongurin var eg, og eg eri enn í ferð við at skriva mítt ævintýr.

    «Lívið er tað stórsta ævintýrið», segði H.C. Andersen, og er hetta nakað, eg havi tikið til mín. Eg eri rithøvundur í mínum egna lívi, og eg eigi eisini høvuðsrolluna.

    Tit eru í ferð við at skriva tykkara ævintýr, og standa nú framman fyri einari gátt inn í ein heim við nógvum valmøguleikum í sambandi við útbúgving og yrkisleið tykkara. Nógvar hurðar eru opnar, tí sum heitið á hesum degi er, so er talan um markleysar útbúgvingar.

    Men hvussu velur tú so rætt, og hvat skalt tú velja?

    Skalt tú gera sum hini gera, sum onnur siga, ella hvussu?

    Og hvat nú, um tú velur skeivt, hvat hendir so?

    Alt hetta eru spurnignar, sum fyrr ella seinni gera seg galdandi, og valið kann verða torført. Við at hava fleiri hillar við møguleikum, so fylgir eisini kanska til tíðir eitt ávíst trýst; eg MÁ velja okkurt skjótt, og eg MÁ velja rætt.

    Góðu tit; sum landsstýrimaður í útbúgvingarmálum vil eg geva tykkum hetta ráð: anda djúpt inn, og tak tað róligt.

    Tað, sum er mest umráðandi, er nevniliga ikki HVAT tú vilt verða, men HVØR tú vilt vera.

    Tann besti eginleikin tú hevur er hesin: at vera tú við teimum evnum og førleikum, hevur.

    Samfelagið hevur brúk fyri øllum, fyri flogskiparum, læknum, lærarum, handilsfólkum, heilsurøktarum, grannskoðarum, ja tað spennir vítt.

    Tá tú nú skalt velja hvønn veg tú vilt fara, hugsa so um, hvør vegur vil fáa tað besta fram í tær, tí tað er hetta, sum skal vera endamálið: at vit ynskja at vera tann besta útgávan av okkum sjálvum, tí júst tað kann eingin annar.

    Og hvat so, um tú velur skeivt? Hvat hendir so? Ja so ber til at venda við, og velja eitt annað. Ver ikki bangin fyri at fara undir eina útbúgving, eisini um tú ivast eitt sindur, tí tað er í sjálvari tilgongdini, at tú lærir, og tað tú lærir undir sokallaða «skeiva» valinum, er eisini ein lærdómur.

    Tí kunnu vit siga, at tað er einki, sum eitur «skeiva» valið, tá tað kemur til at læra. Tú velur at taka stigið og læra, og um tú heldur áfram á somu farleið, ella sneiðir av vegnum og tekur aðra leið seinni, ja so hevur tú eisini í hesi tilgongd lært nógv, bæði fakliga, men eisini um teg sjálvan og tíni medmenniskju.

    «To be or not to be»; hetta er spurningurin, men lat henda spurning vera kjølfestan í hesum: HVØR vil eg vera, og ikki einans í tankanum um HVAT vil eg verða.

    Lívið er stórsta ævintýrið, har tú ert rithøvundurin; eg ynski tær góðan skrivihug frameftir.

    Takk fyri.

     

  • Ársins Íverkseti - 20. oktober 2023

    Røða hjá landsstýrismanninum hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjadagin 20. oktober 2023

    Ársins Íverkseti

    Ársins Íverkseti er ímyndin av íverksetan.

    Ársins Íverkseti hevur ment eina vøru, ið er eitt hent amboð hjá alskyns fyritøkum og stovnum bæði í Føroyum og uttanlands. Fyritøkan er sera skjót at tillaga sína vøru til tað, sum marknaðurin ynskir. Hetta ger vøruna til nakað serligt, og eyðkennir eisini teirra máta at arbeiða uppá.

    Fyritøkan hevur megnað at gera seg galdandi í kappingini bæði á føroyska og útlendska marknaðinum. Marknaðurin hjá fyritøkuni kann vera allur heimurin, og tí hevur ársins íverkseti eisini týdning fyri føroyska vinnulívið og samfelagið.

    Ársins Íverkseti hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn, og er tí eisini ein fyrimynd á hesum økinum fyri aðrar nýggjari fyritøkur. Umleið 7 fólk eru knýtt at fyritøkuni.

    Við sínum dirvi, áræði og nýhugsni, hevur Ársins Íverkseti ikki bert lagt seg eftir eini ávísari vinnugrein ella einum ávísum marknaði, men heldur víst á broytingarsinni í teirra tilgongd.

    Tað eru teir báðir Jaspur Langgaard og Reimund Langgaard, sum eiga og reka fyritøkuna, sum í ár fær heiðurin Ársins Íverkseti.

    Ársini Íverkseti 2023 er Intra.

    Hjartaliga til lukku!

  • Hátíðarhald í Skúlanum á Giljanesi - 15. oktober 2023

    Røða hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, í sambandi við hátíðarhald 15. oktober 2023 - 2. byggistig í Skúlanum á Giljanesi verður tikið í nýtslu.

    "Sig mær tað og eg gloymi tað

    lær meg tað og eg minnist tað

    drag meg inn í tað, og eg læri tað"

    Nakað soleiðis segði Benjamin Franklin fyri mongum árum síðani.

    Hugsi tey flestu av okkum, sum eru her í dag, mugu ásanna, at tað, sum liggur handan setningin hjá Benjamin Franklin, er sera beinrakið.

    Við sínum orðum vísir Benjamin Franklin nevnliga á, at vit læra best, tá vit verða drigin við inn í tað, sum fer fram, ella sagt við øðrum orðum, tá vit sleppa upp í part.

    2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi, sum nú stendur liðugt her, fevnir millum annað um hølir til tónleikastovu, heimkunnleika, handarbeiði og felagsøkir, sum tryggja næmingunum møguleika at savnast í smærri bólkum, har til ber at slappa av, tosa saman ella bara at vera.

    Her er talan um hølir, sum á serligan hátt snúgva seg um tað, sum liggur aftanfyri setningin hjá Benjamin Franklin:

    • Í tónleikinum veðra vit jú drigin við inn í eina verð, har læring fer fram, og har vit kunnu vera

    • í samspæli við onnur

    • Í hondarbeiðinum kunnu vit søkja inn í ein heim, har vit við at vera virkin verða drigin við tí listarliga og harvið læra,

    • og í felagsøkinum kunnu vit verða drigin við inn í ein felagsskap, sum eigur at rúma einstaka næminginum, sum hann er, og har til ber at læra av øðrum og frá sær sjálvum

    Talan er tí um eitt byggistig, sum í sera stóran mun fevnir um hølir, har næmingurin sleppur upp í part, og har næmingurin fær loyvi til at undrast og skapa og harvið læra og mennast.

    Harnæst haldi eg, at tað er deiligt at síggja, at mann hevur valt at byggja ein bygning, sum er sera tíðarhóskandi, og sum tekur atlit at, hvussu tey ungu eru og hugsa í dag; ein bygning, sum gevur teimum rúm til at savnast og til bara at vera.

    Tvey ár eru nú síðani henda verkætlan varð bjóðað út, og í dag hátíðarhalda vit so, at hon nú er liðug. Talan er her um eitt byggistig, sum í høvuðsheitum fevnir um hølir til hádeild, men tá hugt verður eftir tí samlaðu verkætlanini, so gleðir tað meg at síggja, at mann við 1. og 2. byggistig tryggjar, at eisini so týdningarmikil umráði sum serøkið og heilsusystraskipanin hava fingið betri umstøður.

    Kommunan lýsir Førleikastovuna og serøkið sum vitanardepil skúlans, og vísir henda lýsing okkum, at tit veruliga hava tikið inklusióntankan til tykkum. Tit ynskja ein skúla, sum rúmar øllum næmingum á bestan hátt, og ein skúla, sum hevur skikkað og viðkomandi undirvísingartilboð til einstaka næmingin óansæð tørv.

    Harnæst er tað fantastisk at síggja, at mann í hesari verkætlan eisini hevur minst til at gagnnýta eitt tað mest týdningarmiklasta tilfeingi, sum vit fáa fyri einki í Føroyum, og tað er náttúran og útsýnið. Skúlin fellir væl inn í lendið.

    Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingamálum kann eg ikki annað enn fegnast um, at góðir karmar til komandi ættarlið framhaldandi verða raðfestir ovarlaga.

    Tit hava sum kommuna valt at raðfesta komandi ættarlið við at fara undir hetta byggistig, og er hetta ein íløga bæði í tann einstaka næmingin, lokalsamfelagið, ja í Føroyar sum heild.

    Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk eg handað eitt álit í sambandi við møguligar broytingar av fólkaskúlalógini, og var eitt av tilmælunum nevnliga, at handaligu og listarligu lærugreinirnar skulu uppraðfestast. Hesar lærugreinir hava stóra ávirkan á bæði læring, menning og trivnað hjá tí einstaka, og tískil eri eg sera glaður um, at eisini hesar lærugreinir nú fáa bestu sømdir í tykkara skúla.

    Eg ynski tykkum hjartaliga til lukku við hesum bygningi, og eg veit, at talan her er ikki bara um eitt byggistig í ein fysiskan bygning.

    Fleiri myndir síggjast her.

    Myndina eigur jn.fo.

  • Skúlaleiðaradagur (Fólkaskúlin) - 13. september 2023

    Røða á skúlaleiðaradegnum á Hotel Hafnia, 13. september 2023 

    Góðu skúlaleiðarar

    Tá eg hugsi aftur á mína tíð í Runavíkar skúla og um mín skúlastjóra, so minnist eg serliga aftur á  eina serstaka hending. Hetta var einaferð í skúlagarðinum, tá eg føldi meg keddan og einsamallan. Í tí løtuni var tað júst skúlastjórin Arne Ludvig, sum legði merki til mín og kom yvir til mín. Hann gav mær eitt vinaligt smíl og byrjaði síðan at tosa við meg um dystin hjá mær og mínum liði, sum hann hevði verið áskoðari til dagin fyri, og knappliga stóðu vit har í lívligum kjaki....

    Hetta kann tykjast banalt og einki-sigandi, men fyri meg sum menniskja og næming hevði hetta alstóran týdning, og eg eri neyvan nakað eindømi! Arne gekk høgt uppí at rúma øllum, og serstakliga góður var hann til at taka sær av og hjálpa næmingum við serligum tørvi, og hvørja ferð eg reflekteri um hugtakið inklusión, so ímyndi eg mær, hvussu Arne fyrimyndarliga hevði rúmað hvørjum einstøkum næmingi.

    At skúlastjórin, sum ofta er so upptikin við øllum møguligum, at hann steðgaði á og gav sær stundir til mín. Tað, tit brúka tykkara tíð og orku uppá, hevur sanniliga stóra ávirkan á bæði lærarar, foreldur, nærumhvørvi, bygdina og ikki minst á næmingar.

    Tykkara gerðir og avgerðir hava týðandi avleiðingar fyri tykkara næmingar, og fyri framtíðina í Føroya landi, tí tað eru tykkara næmingar, sum í framtíðini koma at mynda og víðarimenna okkara samfelag. Tað er mín vón, at tit eisini minnast til at steðga á og hyggja rundanum tykkum, tað veri seg í lærarastovuni, í gongini og úti í skúlagarðinum. Um onkur tykist keddur ella einsamallur, ja so kunnu tit veruliga gera mun við at vísa teimum, at tú veruliga ert áhugaður í teimum, teirra trivnaði og menning. Tá í tíðini var inklusiónshugtakið sum so ikki at hoyra á manna tungu, tó er Arne Ludvig enn í dag mín fyrimynd í mun til inklusión, tí hann rúmaði øllum, og hetta má verða aðalmálið fyri inklusión.

    Eg eri sannførdur um, at tá børn veruliga kenna seg sædd, hoyrd, og tá tey verða spurd, ja so skulu tey nokk koma við teirra íkasti. Og tá vit av heilum huga við forvitni spyrja tey, ja tá kunnu tey óivað gera okkum vaksnu varug við aðrar, øðrvísi og betri mátar at gera tingini uppá. Tá kunnu tey verða við til at síggja og menna nýggjar kreativar loysnir fyri skúlans virksemi.

    Tí frøddi tað meg almikið, tá eg sá skránna fyri skúlaleiðaradagin í dag, har ljós verður varpað á  týðandi evnini barnarættindi og barnasýn. Tí sum eg nevndi omanfyri, hevur tað avgerandi týdning, at vit taka okkara børn og næmingar við upp á ráð. So seint sum í síðstu viku var ársfrágreiðingin frá 2022 frá Løgtingsins umboðsmanni til viðgerðar í Løgtinginum. Á síðu 48-49 í ársfrágreiðinginí var víst á kanning av næmingaráðum í fólkaskúlum, frískúlum og serskúla. Í kanningini, sum verður løgd fram her seinni í dag, varð m.a. víst á, at næmingaráð enn ikki vóru sett á stovn í fleiri skúlum, ið hava 5. flokk ella eldri floksstig. Hetta hóast tað er ásett í § 56 í Fólkaskúlalógini, at «Til hvønn skúla, ið hevur 5. ella eldri floksstig, stovna næmingarnir eitt næmingaráð.

    Sum landsstýrismaður leggi eg stóran dent á, at tit lata tykkara næmingar sleppa til orðanna, at tit ikki bara hoyra og síggja, men sanniliga eisini hyggja og lurta eftir teirra gullkornum og virða teirra rætt at bera fram sína meining. Hetta er eisini í samsvari við grein 12 í Barnarættindasáttmálanum hjá ST um, at børn skulu hava rætt til frítt at geva síni sjónarmið til kennar í øllum viðurskiftum, ið hava við barnið at gera.

    Við einum vælvirkandi næmingaráðið kunnu tit verða við til at tryggja næmingum tykkara teirra barnarættindi. Tískil vil eg í dag inniliga heita á tykkum skúlaleiðarar, ið enn ikki hava sett á stovn næmingaráð, um at fáa hetta framt skjótast til ber. Og legg til merkis, at eg í áðni segði VÆLVIRKANDI næmingaráð. Tí tað er ikki nøktandi bert at hava eitt næmingaráð sum eitt eiti, tí lógin sigur tað. Leikluturin hjá einum næmingaráðið skal ikki bert verða at spyrja til ráðs, tá undirhald og tílíkt skal fyriskipast. Eitt vælvirkandi næmingaráð eigur at verða tikið við upp á ráð, tá avgerðir skulu takast í skúlanum, sum hava ávirkan á barnsins skúladag.

    Í Føroyum eru vit flest øll samd um, at Føroyar eisini í framtíðini skal verða eitt fólkaræðisligt samfelag, og at fólkaræðið tí støðugt má varðveitast, verjast og mennast. Ein góð byrjan til hesa fólkaræðisligu menning byrjar longu í okkara barnagørðum og víðari í okkara skúlum, har vit í mun til aldur og búning barnsins skulu stuðla teirra sjálvsmenning. Hetta gera vit í einum læruumhvørvi, sum í verki útinnir endamál fólkaskúlans, sum so fínt er orðað í § 2 í Fólkaskúlalógini, at næmingarnir: ‘kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.’

    Við at tit stuðla næminginum til at hugsa sjálvstøðugt, til at seta kritiskar spurningar og at koma við vælgrundaðum grundgevingum, so vilja tit samstundis kveikja teirra áhuga til at luttaka, til at bjóða seg fram og til at verða vald í næmingaráðið. Hetta kann stimbra teirra áhuga til aktivt at menna felagsskapin, og í síðsta enda menna teirra tilvit um at virka fyri samfelagsins besta. Tit hava millum heimsins týdningarmestu størv, tí tit mynda okkara framtíðar borgarar, sum í framtíðini vónandi fara at spyrja sum Kennedy, um hvat tey kunnu gera fyri felagsskapin og fyri samfelagið...

    Sum landsstýrismaður ætli eg sum skjótast (í samsvar við § 56, stk. 3 í fólkaskúlalógini) at gera leiðreglur fyri stovnan av næmingaráðum. Mín ambitión er, at vit kring alt landið fáa skúlar við vælvirkandi næmingaráðum, sum við egnari rødd og góðum grundgevingum tala sína sak. Harnæst at stovnsett verða møgulig næmingaráð í lokalumráðnum, tað veri seg í kommunum ella oynni, og at tað í síðsta enda verður stovnsett eitt næmingaráð fyri alt landið, sum er røddin umboðandi allar næmingar í føroyska fólkaskúlanum, sum á jaligan og konstruktivan hátt kunnu framseta síni ynskir, áhugamál og krøv.

    Her seta vit barnið og næmingin í miðdepilin, tí hvør einstakur næmingur kann við støði í egnum kenslum og tankum venda sær til sítt næmingaráð, og fáa tey at umboða seg og bera fram síni sjónarmið. Eg havi tað barnasýn, at børn skulu sleppa at royna seg, lat tey endiliga gera mistøk og lat tey læra og vaksa av sínum feilum. Vit gera teimum eina bjarnatænastu við at gera ov nógv fyri tey og verja tey móti villum. Lat skúlan verða teirra trygga ‘laboratorie’, har tey eru trygg við at siga sína hugsan, læra at samskifta, samstarva og læra saman og av hvør øðrum.

    Sum kunnugt er mær handað eitt álit við tilmælum um broytingar í fólkaskúlalógini. Her vil eg serliga raðfesta tilmælið um at minka floksstøddina, at tillaga og menna tvílæraraskipanina, at menna flokslæraraskipanina, eins og at raðfesta eftirútbúgving og førleikamenning av lærarum. Bólkar eru settir, sum arbeiða víðari við, hvussu tilmælini ítøkiliga kunnu setast í verk, og eftir ætlan verður sumt sett í verk longu frá komandi skúlaári. Og her í heyst eri eg sera spentur til aðalorðaskifti í Løgtinginum um fólkaskúlan.

    Eitt tað fyrsta eg gjørdi sum landsstýrismaður var at raðfesta játtan til fleiri tímar at menna flokslæraran og til meira leiðslutíð til skúlaleiðslurnar. Tað hevur sera stóran týdning, at tit sum skúlaleiðarar hava góða tíð til at útinna námsfrøðiliga leiðslu. Heildarætlanin fyri kt-umsiting við m.a. skúlaneti og kervi+, er ein stór íløga í skúlaverkið, sum eg vænti og vóni fer at

    lætta um og effektivisera tykkara fyrisitingarligu uppgávur, soleiðis at tit fáa meira tíð og orku til námsfrøðiliga leiðslu.

    Um tit ikki hava tíð, orku og yvirskot til tykkara arbeiði, so varnast tit møguliga ikki tann kedda og troytta flokslæraran, sum hevur tørv á eini upplívgandi hond. Sjálvt um hann tá sýnir avvísandi atburð mótvegis tær, hevur tú so dirvi og áræði, til við einum smíli at insistera upp á kontakt. Megnar tú tá sum skúlaleiðari at vísa hesum lærara uppmerksemi og at upplyfta hann, ja so økir tú møguleikan fyri, at hesin lærarin seinni á degnum varnast gentuna ella dreingin, sum úti í skúlagarðinum følir seg keddan og einsamallan. Minnist til, at tykkara útsagnir, gerðir og atburður sum skúlaleiðarar, kunnu hava SERA jaliga ávirkan á tykkara starvsfólk, næmingar og í heila tikið á stemningin og mentanina í skúlanum. Ein góð gerð ella nøkur góð orð á vegnum kunnu gerast ein fylgisveinur hjá næminginum nærum alt hansara lív. Persónliga var eg sjálvur sera fegin um at ganga í einum skúla, har rúm var fyri teimum við serligum tørvi, og hetta vildi eg ikki verði fyriuttan. Hetta hevur lært meg alt um tolsemi og rúmligheit fyri øllum menniskjum, og hetta livi eg eftir hvønn tann einasta dag. Eg ynski mær ein slíkan rúmligan fólkaskúla kring allar Føroyar!

    Her at enda vil eg takka fyri innbjóðingina, og at eg fái høvi til at bera tykkum eina heilsan her á skúlaleiðaradegnum. Eg ynski tykkum øllum ein góðan og áhugaverdan dag!

  • Mentanardagar 2023 í Fuglafirði - 1. september 2023

    Mentanardagar 2023 í Fuglafirði

    Góðu kambsdalsbúgvar, fuglfirðingar, hellufólk og góðu gestir!

    Takk fyri møguleikan at bera fram nøkur orð, nú Mentanardagar í Fuglafirði aftur eru á skránni.

    Tá eg hugsi um Fuglafjørð, so eru tað mentan og tónleikur, ið allar fyrst renna mær til hugs.

    Bindifestivalur, Fuglafjarðar Gentukór, Frits Johannesen, Alexandur Kristiansen, brøðurnar á Lakjuni og Niels Midjord munnu tey allar flestu her á landi kennast við. Og nú seinnu árini samstarvið um stóra sangleikin hjá 10. flokki, ið hevur framførdur á fyrimyndarligan hátt.

    Tað er sera hugaligt at síggja og hoyra, hvussu hesin mentanararvur livir sítt lív her á leiðini og heldur áfram við somu styrki ættarlið eftir ættarlið.

    Men í Fuglafjarðar kommunu tykjast eisini mentanarlív, andslív og vinnulív ganga hond í hond. Og tað stendur okkum øllum greitt, at her rúmast bæði mentanarlig og vinnulig innovatión í ríkiligt mát. Og nógv eru dømini um tað. Samanrenningin millum mentanarliga og vinnuliga innovatión sæst eisini týðiliga aftur í skránni fyri dagarnar.

    Her á Kambsdali eru vitan, innovatión og útbúgving veruliga í miðdeplinum. Og ganga hesi trý her á staðnum upp í eina hægri eind. Her er miðnámsskúli við sløkum 500 næmingum, eini 1000 privat arbeiðspláss í kommununi og ein røð av innovativum vitanarfyritøkum. KJ, GroAqua og Vónin, bert fyri at nevna nøkur dømi, eru dømir upp á fyritøkur á økinum, ið hava ment seg til at vera innovativar vitanarfyritøkur í altjóða flokki. Fyritøkurnar á økinum eru eisini við til at útbúgva okkara ungu, har tær bjóða seg fram sum lærupláss við eini røð av yrkisútbúgvingum, har lærlingar fáa týðandi førleikar, serliga innan tøkni og framleiðslu.

    Eisini eiga vit at nevna Fablab, ið eisini liggur her. Tí Fablab knýtir júst útbúgving, innovatión og vinnu saman. Fablab gevur tær neyðugu karmarnar og tólini til at menna prototypur, ið kunnu mennast víðari. Og ikki er so langt frá hugskoti til veruleika. Á FabLab fáa einstaklingar og fyritøkur atgongd til eitt nú 3d printara, lasaraskera og CNC tøkni.

    Vit kenna jú øll til hátøkniliga innovatiónsumhvørvið, Silicon Valley, í USA. Og hóast vit kanska ikki eru komin heilt hartil, so hevur onkur loyvt sær at nevna umhvørvið her fyri “Silicon Kambsdal”. Tí vinna og innovatión er partur av DNA’num her á staðnum.

    Fara vit eitt sindur í frásjón renna mær til hugs væl kendu orðini ”Chance favours only the prepared mind” , ið stava frá kenda franska mikrolívfrøðinginum Louis Pasteur. Og sipa hesi orðini til, at uppdaging og nýhugsan, hóast tey kunnu tykjast tilvildarlig, byggja á munagóða og skynsama fyrireiking. Tess meiri tú veit um eitthvørt, jú størri eru útlitini fyri nýggjum uppdagingum. Samfelagsliga leggja vitan og útbúgving tí lunnar undir innovatión og nýhugsan, kunnu vit siga.

    Vit eiga tí eisini at seta spurningin um vit kunnu menna samanrenningina millum vitan, vinnu og innovatión enn meiri. Talan kundi eitt nú verið at ment fleiri hægri útbúgvingar saman við vinnuni og íverksetaraumhvørvinum. Í hesum sambandi ber eisini til at hyggja eftir, hvussu brúgvabygging millum íverksetaravinnu og útbúgving virkar aðrastaðni, samstundis sum vit leggja dent á førleikarnir, sum vit hava tørv á Føroyum.

    Mentanardagar í Fuglafirði eru komnir fyri at vera. Og hesaferð hava tit, eins og undanfarin ár, ment eina spennandi, fjøltáttaða og rúgvismikla skrá fyri mentanardagarnar, ið inniheldur okkurt, bókstaviliga, til allar málbólkar. Og hetta hava tit stórt rós uppiborið fyri.

    Eg haldi, at tað er vert at tríva í skránna. Tí tað er ikki smávegis, sum er at finna í skránni. Til ber eitt nú til at vitja alibrúk, fyritøkur og kreativ verkstøð, fara filosofiskan gongutúr við ferðaleiðara; fara til serstaka konsertuppliving í svimjihylinum ella spáka sær ein túr ígjøgnum serstøku regnskjólagøtuna. Hetta bert fyri at taka nøkur dømir burturúr skránni.

    Harumframt er vert at nevna, at sera nógv er á skránni fyri børnini og barnafamiljurnar. Við øllum frá sonevndum barnamatarbitum til andlitsmáling; kassabilakappkoyring, súkklukapping og ponyríðing til tey smáu. Samstundis sum skipað verður eitt nú fyri parkourøki og beatboxing-verkstovu til tey ungu.

    Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum fegnist eg um, at so nógv gott og uppbyggjandi er á skránni, ikki minst fyri børnini og tey ungu. Og er hetta eisini bert ein staðfesting av tí nógva virksemi, sum longu er her í kommununi.

    Í einum annars ofta strongdum gerandisdegi, eru Mentanardagarnir í Fuglafirði eitt kærkomið høvið at steðga á, njóta løturnar og uppliva nakað heilt serstakt saman.

    Og við hesum fáu orðum fari eg at lýsa Mentanardagarnar í Fuglafirði 2023 at vera settir!

    Takk fyri!

  • Nýtt skúlaár á Glasi - 14. august 2023

    Røða á Glasi 14. august 2023

    - Skúlaárið 23/24 á Glasi byrjar 14. august, tá skúlin hevur innleiðslu fyri øllum lærarum í tveir dagar

    Góðu tit,

    Takk fyri, at eg var boðin við til at siga nøkur orð við hetta høvi, nú tit koma saman beint áðrenn skúlaárið á Glasi byrjar aftur.

    Eg fari her at leggja dent á útbúgvingarligu dimensiónina, men fari eisini at leggja dent á trivnaðin og lívsgóðskuna hjá teimum, ið ganga á miðnámi.

    Útbúgvingarligt

    Arbeitt verður í løtuni við at gera tilmæli til sonevndar yrkisgymnasialar útbúgvingar, har endamálið er at gera tað møguligt at samantvinna yrkisútbúgvingarnar og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar. Endamálið er, at tað skal bera til at fáa eina førleikagevandi útbúgving við einum sveinabrævi, ið kann nýtast í ávísum yrki, samstundis sum at tað skal bera til at fara undir víðari lesnað. Enn er tó ikki heilt greitt, hvussu ein slík útbúgving kemur at verða skipað, men ein arbeiðsbólkur er settur at gera tilmæli um hetta, og vita vit vónandi meira um hetta í heyst.

    Ein partur av hesum arbeiði er eisini at gera lærugreinapakkar fyri nakrar av útbúgvingunum á miðnámi, ið ikki lúka upptøkukrøvini til ávísar hægri útbúgvingar. Her verður serligur dentur lagdur á heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðihjálpara-útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya.

    Breytaskipanin fyri gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar hevur nú 10 ár á baki, og fer arbeiðsbólkur í hesum sambandi í holt við at eftirmeta gymnasialu breytaskipanina í heyst. Spennandi verður at síggja, hvørjar niðurstøðurnar verða.

    Fyri at nevna okkurt av tí, sum fyri stuttum er sett í verk, kunnu vit nevna, at nýggj kunngerð var lýst fyri kokkaútbúgvingina í vár, soleiðis at tað nú fer at bera til at taka fulla skúlagongd til kokkaútbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík. Áður hevur verið neyðugt at tikið seinnu skúlaskeiðini í Danmark.

    Eisini kann nevnast, eins og tykkum er kunnugt, at ein nýggj royndarskipan fyri næmingar, ið fáast við úrvalsítrótt á miðnámi, verður roynd nú við skúlaársbyrjan.

    Trivnaður

    Góður trivnaður og lívsgóðska millum okkara ungu hevur alstóran týdning. Hetta hevur týdning í sjálvum sær og fyri alla læring og útbúgving. Barnaverkætlanin, ið vit arbeiða við í Barna- og útbúgvingarráðnum, tekur útgangsstøði í hesum, og fevnir eisini um tey ungu. Fyri tíð síðani var trivnaðarkanning gjørd millum omanfyri 1000 næmingar á miðnámi í Føroyum. Úrslitið vísir, at trivnaðarstøðið, um ein kann kalla tað so, er tað sama sum í 2021, tá líkandi kanning var gjørd. Kanningin tá vísti tó eitt stórt fall í trivnaðinum í mun til kanning í 2017. Onkrir ljósglottar eru, t.d. er ein stórur partur, ið svarar, at tey kenna seg elskað. Men samstundis er tað ein stórur partur, ið svarar, at tey sjáldan hava stórt yvirskot av orku. Vísandi til hvussu tey hava kent seg seinastu tvær vikurnar, áðrenn tey hava svarað.

    Her er rúm fyri batum, og eiga vit í felag at hava ein dialog um, hvussu trivnaðurin verður betri millum okkara ungu á miðnámi. Nógv ymisk tilboð eru longu, t.d. hevur Glasir eina næmingatænastu, har lestrarvegleiðing og lektiucafé eru týðandi tættir, ið stuðla og hjálpa næmingunum. Umframt at sálarfrøðingar eru knýttir at miðnámsskúlunum og hava næmingarnir møguleika fyri at tosa við hesar, um tað, sum teir stríðast við.

    Alt gott um verandi tilboð, men onnur tiltøk eiga helst eisini at verða sett í verk.

    Eitt nú var tilmæli handað í 2021 um ung við sálarligum og sosialum avbjóðingum, og hvussu hesi kunnu megna at fullføra miðnám. Tilmæli tekur útgangsstøði í verandi tilboðum og skipanum, men kemur við boðum upp á, hvussu hesar betri fáast at virka fyri hesum endamáli. Her er talan eitt nú um at nágreina leiklut, uppgávuábyrgd og markamót hjá lestrarvegleiðingini, toymisskipanini, sernámi og mentorskipan. Umframt at gera lívsmeistran til part av lærugreinunum lestrarmenning og ítróttur og heilsa. Hetta tilmæli fara vit nú at viðgera nærri í ráðnum.

    Harumframt er ein møguleiki, at Gigni eisini verður partur av miðnámi, eins og í fólkaskúlanum, og kundu næmingarnir soleiðis fingið ágóðan av dialogi við dugnalig fakfólk við breiðari vitan um bæði heilsu og trivnað.

    Skipanin sjálv

    Men vit eiga eisini at tora at seta spurningin um - og í hvønn mun - okkara egnu skipanir elva til strongd og mistrivnað millum tey ungu. Og er hetta eisini eitt stórt kjak-evni í londunum rundanum okkum. Tað eigur at vekja undran, at tey ungu í trivnaðarkanningini svara, at tey ikki ofta hava yvirskot av orku. Og eiga vit tí eisini at hyggja nærri at júst hesum fyribrigdi. Kanska arbeiðsbyrðan og krøvini, vit sum samfelag seta, eru ov stór ella kanska skipanin ikki tekur nóg nógv atlit at trivnaðinum.

    Í hesum sambandi er eisini neyðugt at hyggja eftir arbeiðsbyrðuni á miðnámi sum heild og seta spurningin, um hon kanska er ov stór fyri summi? Ella um næmingarnir altíð hava neyðugu amboðini at lyfta arbeiðsbyrðuna? Ella um til ber at skipa tingini øðrvísi? Vit hava fyri stuttum fingið eitt tilmæli um fólkaskúlan, har menning og trivnaður eru týðandi tættir. Eitt líknandi kjak um arbeiðsbyrðu, trivnað og læringsumstøður hjá næmingum á miðnámi eigur eisini at fara fram.

    Ein partur av hesum kann eisini vera at hyggja nærri eftir próvtalsstiganum og próvtølum sum heild. Vit eru meiri og annað enn próvtøl. Og flest øllum kunnugt eru tøl sera psykologisk – til ber t.d. at spyrja, um tað nú er neyðugt at hava eitt próvtal sum eitur “- 3” (minus 3) – tí hvat merkir hetta? Eigur eitt 0-tal ikki vera absolutt lægsta talið? Bert fyri at seta nakrar spurningar við próvtalsstigan. Hetta krevur tó eitt størri fakligt kjak, áðrenn vit broyta próvtalsstigan ella t.d. fara yvir til gera kvotu 2 størri í sambandi við upptøku á hægri útbúgvingum.

    Skermnýtsla og fartelefonir á miðnámsskúlunum eru eisini kjakevni, ið eru viðkomandi í hesum sambandi. Og hava hesi stóra ávirkan á bæði trivnað og menning hjá okkara børnum og ungu. Talan er tó um eitt komplekst evnið, har meiningarnar eru nógvar - og eru vit sum myndugleikar sinnaðir at lurta eftir tykkara royndum her á staðnum.

    Fari at enda við at siga, at tit sum her eru, sita við nógvari virðismiklari vitan um tey ungu á miðnámi tá tað ræður um trivnað og arbeiðsbyrðu. Og er tað alneyðugt at lurta væl eftir tykkum, tá vit sum myndugleikar skulu gera møguligar broytingar.

    Takk fyri !

  • Útbygging av Rásini - 5. juli 2023

    Góðu áhoyrarar,

    Vit kunnu í dag gleðast um, at fyrsta flagið verður loyst í sambandi við útbyggingina av Rásini.

    Talan er her um eina verkætlan upp á 25. mio. kr., og væntandi verða handverkararnir lidnir at byggja longu í januar 2025, soleiðis at flytast kann inn og klárt verður til skúlabyrjan í august 2025.

    Talan er um eina útbygging á 450 fermetrar, og vil tað hava við sær, at tað frameftir fer at bera til, at taka tvífalt so nógvar næmingar inn, sum skúlin tekur í dag, soleiðis at næmingatalið fer frá 7 næmingum upp til 14, og eisini fer tað at bera til, at taka næmingar upp hvørt ár.

    Rásin er meir enn bert ein bygningur. Rásin er eitt heim fyri ung, sum hava aðrar avbjóðingar enn so nógv onnur. Hesi ungu, sum hava búleikast, og sum frameftir skulu búleikast her, eru liðug við fólkaskúlan, og skulu ta tíð tey eru á Rásini, brynja seg enn betur til at vera partur av okkara samfelag.

    Endamálið við Rásini eigur at vera hjartaslátturin í okkara samfelag: tað, at tað skal vera rúm fyri okkum øllum í dagsins samfelagi, óansæð førleikar.

    Fyri nøkrum vikum síðani, tann 10. juni, hevði eg høvið at vitja Rásina, tá prógv skuldu handast. Hetta var ein hátíðardagur av teim heilt stóru, tí bæði tey ungu, avvarðandi og ikki minst starvsfólkini vóru merkt av einari heilt serligari gleði.

    Eg var so heppin, at eg tá slapp at halda eina røðu, og hugleiddi eg tá orðið “ rás”, harundir, at ein rás er ein farleið sum gangast skal eftir; og júst henda Rásin er ein farleið, har tey ungu ferðast eitt tíðarskeið, meðan tey fáa onnur og nýggj amboð til at smíða sína framtíð við.

    Í dag verður Rásin víðkað, soleiðis at fleiri sleppa at ganga eftir og á henni. Talan er um eina útbygging, sum fer at taka seg væl út í landslagnum og saman við núverandi bygningi, og ger, at vit fáa ein nýggjan bygning við 2 hæddum við kamarslon á ovaru hæddini, og undirvísingar- og felagshølir á niðaru hæddini. Sostatt fáa tey ungu ein stásiligan bygning at húsast í.

    Tó vil eg til seinast siga, at tað sum ger og frameftir eisini fer at gera henda bygning stásiligan, er ikki bara núverandi og komandi bygningur, men fer altíð at vera tey ungu, sum húsast her. Tey seta nemliga lit á samfelagið, á lívið og á tað umhvørvi tey ferðast í, og geva eitt stórt íkast til samfelagið, við bert at vera tey, og eru góðar fyrimyndir fyri mong.

    Til endans skal eg vegna Føroya landsstýri takka fyri og ynskja bæði Rásini og arbeiðstakarum eina hepna hond frameftir.

    Takk fyri.

  • Próvhandan á Fróðskaparsetrinum - 23. juni 2023

    Røða hjá landsstýrismanninum í sambandi við próvhandan á Fróðskaparsetri Føroya tann 23. juni 2023

    Góðan morgun øll somul.

    Vit eru samlað her í morgun fyri at heiðra tykkum, sum í dag fáa tykkara prógv handað. Hetta er ein merkisløta, sum við hesum tiltakinum setir eitt endaligt punktum við tey útbúgvingarskeið, sum tit júst hava lokið.

    Sum siður hevur verið í nøkur ár, skipar Setrið fyri einari samlaðari prógvhandan, sum er felags fyri allar tær ymisku útbúgvingarnar, og hóskandi fyri hesa serligu løtuna, er tiltakið eisini hildið í sermerktum hølum, her í Norðurlandahúsinum.

    Tit hava nú fullført eitt skeið, sum vanliga tekur tvey til fýra ár, alt eftir hvørja útbúgving talan er um, og óansæð hvør útbúgvingin er, so bera tit við próvnum ein vitnisburð um tað megnar arbeiði, sum tit hava lagt í tykkara lestur. Tí hetta eru útbúgvingar, sum man ikki kemur sovandi til. Tit hava lagt nógva orku í lesturin hesi árini, og nú síggja tit úrslitið av tí úthaldni, sum tit hava víst hesa tíðina.

    Tit standa nú á einum vegamóti, har vegir skiljast. Hetta er sorgblítt, tí hóast tað kennist væl at hava fullført hetta skeið, so er hetta eisini eitt uppbrot við tann gerandisdagin, sum tit hesi árini hava havt saman.

    Summi av tykkum fara beint á arbeiðsmarknaðin, og hjá tykkum er tað gott at vita sær, at tann førningurin, tit her hava fingið, ger tykkum før fyri at taka tykkara virkna lut í samfelagnum. Onnur av tykkum hava eisini eitt forvitni til meira.

    Ert tú Bachelor, so kanska tú hevur hug at gerast Master. Ert tú Master, so kanska tú hevur hug at blíva Ph.D., og velur tú at fara á arbeiðsmarknaðin, so eru góðir møguleikar at venda aftur til bøkurnar, skuldi tann hugurin seinni stungið seg upp.

    Tí vit hava innan útbúgvingarheimin eitt hugtak, sum kallast lívlong læra, og hetta hugtakið er júst sum orðið eisini sigur, at vit læra so leingi vit liva.

    Lærdómin finna vit so nógva staðni. Tað gera vit eitt nú í skúlum og universitetum, men tað gera vit sanniliga eisini, tá vit ogna okkum royndir her í lívinum. Tá tú hevur royndir frá einum starvsøki, ognar tú tær eitt innlit, og skuldi hugurin komið at lisið víðari, so hevur tann barlastin, sum royndirnar geva fyrimunir við sær, tí tá kanst tú lesa við einum innliti, sum er torført at fáa umvegis lesnaðin eina.

    Fyri tey, sum ætla sær at lesa víðari, og fyri tey nýggju, sum í framtíðini byrja á Setrinum, er tað týdningarmikið, at Setrið hevur eina so góða og nýggja vitan sum gjørligt.

    Vitan er ikki statisk, hon er dynamisk. Tað, sum vit vita í dag, kann broytast og skiftir gjarna alla tíðina. Tí mugu vit dagføra okkara vitan støðugt, skulu vit halda krøvini um granskingargrundaðar útbúgvingar, og framhaldandi varðveita eitt dygdargott universitet.

    Tí gleðir tað meg at síggja, at alsamt fleiri velja at taka sær eina Ph.D. útbúgving, sum er tann hægsta útbúgvingin vit hava í Føroyum.

    Vit hava í dag 21 Ph.D. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, og umframt hesi 21, eru tað heili seks, sum hava staðið Ph.D. prógv í ár, og sum eisini eru partur av próvhandanini í dag. Hetta er tað hægsta talið vit nakrantíð hava sæð á Fróðskaparsetrinum, og er ein munandi øking í mun til tann samlaða hópin av granskarum, sum vit hava her á landi.

    Mong av hesum koma helst at hava tilknýti til, ella at starvast á Setrinum, sum styrkir granskingarførleikan og týttleikan millum granskingarverkætlanirnar, og harvið gevur tað eitt gott grundarlag fyri tær útbúgvingar, sum annars verða veittar.

    At alsamt fleiri velja at taka sær eina granskaraútbúgving, er eitt nýtt fyribrygdi í Føroyum. Hetta er eitt positivt rák, sum vísir okkum, at broytingar eru ávegis á granskingarøkinum. Við einum størri hópi, verður lættari hjá føroyskum granskarum at finna onnur við somu áhugamálum, og tað gerst harvið lættari at samstarva um granskingina. Um henda góða gongdin heldur áfram, vil tað merkja, at vit fáa eitt sterkari granskingarumhvørvi, sum fer at koma okkara samfelag til gagns.

    Vitanin, sum granskingin viðførir, er ikki bert ætlað útbúgvingum á Fróðskaparsetrinum, men hon hevur týdning fyri vinnuna, okkara tilfeingi og fyri mátan vit innrætta okkum sum samfelag. Við vitanini kunnu vit taka meira grundaðar avgerðir, og við henni fylgir tí eitt ávíst skynsemi í teirri stýring, sum vit sum samfelag kunnu hava.

    Eitt sterkt granskingarumhvørvi ger okkum eisini betri før fyri at standa mát í altjóða høpi, har verkætlanir í milliónaupphæddum kunnu verða togaðar hendaveg. Tí kann henda vitanin ikki bert gera okkum betri før fyri at umsita okkara skattakrónur, men kann eisini gerast ein beinleiðis vinnumøguleiki, sum kann fáa ein stóran búskaparligan týdning.

    Men hóast vit kunnu gleðast um, at granskarafjøldin stendur í vøkstri, so kunnu vit eisini gleðast um, at vit tey seinastu árini hava sæð fleiri fullføra sína útbúgving á bæði Bachelor og Masterstøði, tí vit hava eisini tørv á útinnandi starvsfólkum við akademiskum útbúgvingum.

    Góðu tit,

    Tá tit fyri árum síðani fyrstu ferð trinu innum Setursins gátt, var tað við einari ávísari óvissu. Tit vistu, hvat tað var, sum tit høvdu søkt inn á, men tit vistu ikki, hvat lesnaðurin á útbúgvingini fór at innibera og krevja. Tí ein kann ikki kenna ta leið, sum ein aldrin hevur gingið. Men hóast henda óvissan valdaði, so vóru tit nóg birg til at bjóða óvissuni av.

    Nú tá tit standa á hinari síðuni, og hava fullført tykkara útbúgving, so valdar aftur ein óvissa um, hvat tykkum stendur í væntu. Tey allar flestu av tykkum hava sjálvandi verið á arbeiðsmarknaðinum fyrr, men tit hava ikki verið tað við hesi nýggju útbúgvingini í skjáttuni.

    Við hetta vegamót er tað eins og tá tit byrjaðu við lesnaðinum. Ivin kann vera stórur og spurningarnir nógvir, og tá teir sníkja seg innat, kunnu teir skapa eina kenslu av ótryggleika ella ótta. Men hetta er eisini ein partur av tí lærdómi, sum fylgir tí at nema sær eina útbúgving, tí tað er ikki fyrr enn at útbúgvingin er lokin, at tit veruliga sleppa at royna tykkum í verki.

    Danski heimspekingurin Søren Kirkegaard segði einaferð: “at vága er at missa fótafestið eina løtu. Ikki at vága er at missa seg sjálvan”. Og sum Kierkegaard so væl sigur okkum her, so er ein munur á at vága og ikki at vága. Tí tóku tit ikki av nýggjum avbjóðingum, so stóðu tit ikki her í dag. Hetta kunnu tit hava í mentu.

    At enda vil eg nýta høvið at ynskja øllum tykkum, sum nú fáa handað prógv eitt hjartaliga til lukku við útbúgvingini, við allar bestu ynskjum um eina bjarta framtíð, óansæð hvar hon so leiðir tykkum.

    Takk fyri.

    -------------------------------------------------------

    Hetta seinasta árið hava 209 kvinnur og menn staðið prógv frá Fróðskaparsetri Føroya. 153 hava fingið bachelorprógv, 27 masterprógv, sjey ph.d-prógv og 22 hava fingið prógv í hjánámi og øðrum.

    Fyrrapartin var Norðurlandahúsið hátíðarligur karmur um ársins prógvhandan, og høllin har var stúgvandi full av nýútbúnum akademikarum og næstringum teirra.

    Uppgerðin úr próvbókini á Setrinum vísir, at 42 nýggir námsfrøðingar eru útbúnir hetta seinasta árið, 34 sjúkrarøktarfrøðingar og 10 KT-verkfrøðingar, umframt øll hini mongu, sum nú eisini hava fingið universitetsprógv frá Náttúruvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og Námsvísindadeildini.

    Vit ynskja øllum 209 hjartaliga til lukku við universitetspróvnum.

    Kelda: Setur.fo

  • Avdúkan av arkitektakapping - Kampusætlanin - 22. juni 2023

    Røða hjá landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, í sambandi við avdúkanina av arkitektakappingini fyri kampusætlanina fyri Fróðskaparsetri Føroya

    Góðan dag øll somul.

    Tað er ein stór løta, vit eru savnað um her í dag, nú vinnarauppskotið fyri høvuðsbygningin av kampusverkætlanini verður avdúkað. Hetta er eitt stórt fet í tilgongdini, sum yvir tíð fer at geva okkara fremsta vitanardepli, Fróðskaparsetri Føroya, eitt samlað universitetsumhvørvi, sum umframt at betra um hølisviðurskiftini, eisini fer at geva lesandi og starvsfólkum eina felagskenslu, um at vera partur av einum og sama universiteti – eina kenslu av einum styrktum felags samleika.

    Fróðskaparsetur Føroya hevur í dag fleiri staðsetingar, har tær ymisku deildirnar húsast. Hóast vit væl vita, at Fróðskaparsetrið er størri enn hvør deild sær, so kann ein ímynda sær eitt brúkaraperspektiv, har fatanin av Setrinum bæði byrjar og endar við deildini, ein sjálvur er knýttur at. Hetta tí at tey lesandi og tey starvsfólk, sum virka á teimum einstøku deildunum, gerast tað fulla spenni í tí sosiala rásarúminum, sum hesi møta í gerandisdegnum.

    Sostatt kundi ein sagt, at eitt spjatt universitet eisini gevur spjadd univers.

    Men við tí strategisku kampusverkætlanini fara vit stigvíst móti at miðsavna og at sameina hesi univers, so at Fróðskaparsetur Føroya gerst ein lærdur háskúli, sum øll á Setrinum koma at hava eina felags fatan av.

    Strategiska kampusverkætlanin fevnir um fleiri stig, og ikki einans um høvuðsbygningin. Hon snýr seg eisini um at umvæla Venjingarskúlan, og yvir tíð eisini at byggja deildarbygningar, sum koma at liggja upp at høvuðsbygninginum.

    Fyri hvørt av hesum stigum, koma vit at síggja eitt alsamt meira miðsavnað Setur, sum kemur at styrkja um felagsandan á staðnum. Tað fer at skapa betri fortreytir fyri einum sterkum og sosialum lestrarumhvørvi, har lesandi í nógv størri mun kunnu koma í samband við onnur lesandi tvørturum deildirnar.

    Hetta er týdningarmikið, tí kanningar vísa, at ein tann sterkasti faktorurin fyri sannlíkindini at fullføra eina útbúgving, er tað sosiala, sum fylgir útbúgvingini. Fleiri og sterkari vinabondini eru, lættari er at halda áfram at lesa, og øvut. At kampus so fer at savna tey lesandi, eigur tí serliga at merkjast á teimum smærru útbúgvingunum og á teimum útbúgvingum, har fráfallið er høgt.

    Men hetta hevur sjálvandi eisini sína positivu ávirkan á hinar útbúgvingarnar, tí tá fleiri lesandi við fleiri fakligum bakgrundum koma saman, tá ber til at kjakast fakliga við útgangsstøði í teimum ymisku traditiónunum, sum tær ymisku útbúgvingarnar borga fyri, og er tað ikki júst hetta fjølbroytni, sum eigur at mynda eitt universitet?

    Jú, eitt savnað kampus fer at hava stórar broytingar við sær. Og eitt, sum her er vert at nevna, og sum vit ikki skulu gloyma, er, at eisini tær fysisku rammurnar eru við til at mynda okkum sum altjóða universitet, tí við góðum fysiskum rammum kunnu vit lættari venda okkum úteftir við stoltleika. Hetta hevur týdning fyri atdráttarmegina á stovninum, bæði mótvegis okkara komandi lesandi og granskarum, og eg ivist ikki í, at tað við hesum koma at verða enn fleiri, sum fara at velja Setrið.

    Men góðu áhoyrarar.

    Ætlanin um eitt felags kampus er ein gomul ætlan, sum gongur heilt langt aftur, og fleiri ferðir hevur mann politiskt ynskt at fara undir at byggja. Hóast hesar undanfarnu ætlanir ikki hava borið á mál, so hava vit tey seinastu árini sæð eina breiða semju um at føra kampusverkætlanina út í lívið. Tað hava bæði henda og undanfarnu samgongur virkað og arbeitt fyri.

    Men skulu vit fáa ætlan til veruleika, kann tað bert henda, um tann breiða semjan framhaldandi ger seg galdandi. Tí vil eg gera mítt til at varðveita hesa semju, og eg vóni, at eisini framtíðar politikkarar framhaldandi vilja stremba eftir, at øll henda samlaða ætlanin verður framd í verki.

    Og eg eri optimistiskur.

    Tí hóast undanfarnar ætlanir ikki eru bornar á mál, so kunnu vit í dag siga, at vit ongantíð áður eru komin so langt fram á leið, sum vit eru í dag, tí í seinastuni eru stór fet tikin.

    Í mai undirskrivaðu vit skeytini um Frælsið og Hoydalar, og fyri góðari viku síðani samtykti Løgtingið at høvuðsumvæla Venjingarskúlan, sum bæði eru fortreytir fyri ætlanunum, sum fyriliggja.

    Í dag avdúka vit sum sagt vinnaran av arkitektakappingini, og hóast henda kappingin snýr seg um sjálvan høvuðsbygningin, so er tað her, at arkitektoniska linjan verður sett fyri, hvussu bæði umvælingin av Venjingarskúlanum og framtíðar byggistig koma at síggja út.

    Tí eru tekningarnar, sum her verða avdúkaðar, ikki bert ein brellbiti til tann felagsbygning, sum vit øll gleða okkum til, men vinnarauppskotið kemur eisini at mynda, hvussu vit ímynda okkum okkara samlaða og endaliga kampus.

    At spenningurin nú er høgur, er onki at siga til, og sum tit síggja á øllum seks uppskotum, sum her eru løgd fram, so hevur tað ikki verið ein løtt uppgáva, sum dómsnevndin hevur fingið. Men eg ivist onga løtu í, at dómsnevndin hevur tikið eitt val, sum skal koma Setrinum og Føroya landi til góðar, og at vit her fáa ein bygning, sum vit kunnu vera errin av.

    Við hesum orðum vil eg takka øllum luttakarum í kappingini fyri alla orku, sum er løgd í hesi seks megnar uppskot. Somuleiðis vil eg takka dómsnevndini, kampusbólkinum, Landsverki og annars øllum, sum hava havt við kappingina at gera.

    Góða eydnu til tykkum luttakarar.

    Takk fyri.

  • Prógvhandan á Rásini - 10. juni 2023

    Røða – prógvhandan á Rásini 10. juni 2023

    Góðu tit øll

    Fyrst av øllum takk fyri, at eg varð boðin við í dag, og ikki minst - takk fyri seinast, tá eg vitjaði tykkum, og har eg, umframt eitt sera gott prát við tykkum, eisini fekk so sera vælsmakkandi pannukøkur og fínt útskorna frukt; eg minnist enn delfinirnar, sum tit høvdu skorið út av bananunum.

    Ein Rás er ein farleið, ein vegur framá. Tit hava, meðan tit hava gingið á Rásini, flutt tykkum framá í lívinum.

    Tit  eru bæði vorðin eitt sindur eldri, tó slet ikki so gamal sum eg, og hava eisini flutt tykkum framá upp á aðrar mátar, við tað, at tit hava lært alt møguligt, meðan tit hava veirð her, ja líka frá at baka pannukøkur til at viðvirka í einum samfelagi, til at vera kreativ, og so kanska tað minni festliga: at rudda og vaska. Vænti tit ofta hava puffað, tá Beinta hevur biðið tykkum um at rudda eitt sindur meir, og tað skilji eg eisni ordiliga væl, tí eg tími heldur ikki altíð líka væl at rudda.

    Ein kendur høvundur, sum æt H.C. Andersen, og sum skrivaði nógv góð og kend ævintýr, segði einaferð, at tað størsta ævintýrið er lívið sjálvt; og hetta skulu tit eisini minnast til, at júst tykkara lív er eitt ævintýr, sum er tykkara, og sum tit sjálvi skulu skriva og ávirka. Títt lív er tað stórsta ævintýrið, sum er til, minst til tað.

    Tit eru einki minni enn fantastisk ! Tit eru blíð, fitt og eru hvør sær  menniskju, sum vit læra nógv av. Tit skulu vita, at hesin landssýtrismaðurin, sum stendur her, ikki bara er errin av tykkum, men at eg eisini havi serstakliga stóra virðing fyri tykkum, og síggi upp til tykkum øll.

    Rásin hevur givið tykkum nógv góð amboð, sum tit nú fara at brúka í framtíðni. Hesi amboð kunnu verða við til at hjálpa tykkum enn longur framá í lívinum, men eisini kunnu teir førleikar, tit hava fingið her, verða nakað, sum tit kunnu ávirka vinfólk og onnur, sum tit eru saman við, á ein jaliga hátt; tit kunnu hjálpa, har tað krevst, tit kunnu vera festlig og skapa lív, og ikki minst so kunnu tit, við bara at vera tit, gera lívið hjá okkum øllum ríkari.

    Tit fáa prógv í hondina í dag, eftir at vera liðug á hesum framúr góða eftirskúla. Prógvið skulu tit vera errin av, men tit skulu vera enn meir errin av bara at vera tey tit eru.

    Tit mugu lova mær, at tit eisni nú tit eru liðug á Rásini, halda á fram at vera júst tit; tí eingin annar er tú, og eingin annar kann vera júst tú, og hetta er tað, sum ger okkum øll til nakað heilt serligt.

    Tað, sum er mest umráðandi, er ikki, hvat vit duga ella ikki duga, men hvørji vit eru; at vit eru ein góður vinur, ein góð hjálp hjá onkrum, ella kanska bara ein, sum tímir at flenna og skapa gleði saman við øðrum.

    Tit eru fyrimyndir hjá nógvum, og eg eri so glaður fyri, at vit skjótt kunnu fara undir at byggja Rásina út nú í summar, tí hesin dagurin í dag vísir okkum bara, hvussu gott tað er, at vit skapa ymiskar møguleikar í okkara samfelag, júst tí at vit eru so ymisk, og tí vit ynskja, at Føroyar skal vera eitt land, har øll fáa møguleikar til at mennast og trívast í.

    Eg vil eisini fegin nýta høvið til at siga tykkum starvsfólkum eina hjartans tøkk. Eg havi vitjað nógv arbeiðspláss gjøgnum tíðina, men sjáldan havi eg sæð ein starvsfólkahóp, sum er so eldhugaður og glaður fyri sítt arbeiðspláss og sítt arbeiði, sum tit eru.

    Rásin er ikki bara eitt úrslit av einum almennari raðfesting, men er í stóran mun eitt úrslit av tykkara hjarta og tykkara umsorgan.

    Tá eg var og vitjaði seinast, tá sá eg veruliga, hvussu vítt tykkara uppgávur fevna, alt frá at vera um og læra henda deiliga ungdóm, sum búleikast her á Rásini, til at taka eina hond í, tá okkurt skal fiksast ella málast, ella tá pannukøkur ella annað gott skal tilevnast í køkinum. Av hjarta takk fyri, at tit røkja Rásina so væl, at hon gerst ein góð farleið fyri so mong.

    Til endans vil eg bara siga hetta. Hjartaliga til lukku við prógvinum, og alt tað besta frameftir og enn einaferð: ver errin av, hvør tú ert, tí vit eru øll nakað heilt serstakt.

  • Hakin settur í til triðja byggistig á Miðnámi á Kambsdali - 7. juni 2023

    Mikudagin 7. juni kl. 15.00 var lítið hátíðarhald á Miðnámi á Kambsdali í sambandi við, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setti hakan í og soleiðis formliga byrjaði útbyggingina av Miðnámi á Kambsdali.

    Handilsskúlin, sum var liðugur í 1990, og Studentaskúlin, sum var liðugur í 1993, vóru frá byrjan samanbygdir. Teir vóru í 2015 lagdir saman í nýggja stovnin Miðnám á Kambsdali, og í tí sambandi vóru nýggj lærarahøli, umsitingarhøli og bókasavn bygd uppí skúlan. Verandi bygningur er í ein fýrakant við einum opnum garði í miðjuni – og tað er hesin opni garðurin, sum nú verður innilokaður.

    Her verður bygt í tveimum hæddum, soleiðis at ovara hæddin fer at hava nýggjar starvsstovur til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði og lívtøknifrøði. Niðara hæddin verður eitt stórt felagsrúm, sum knýtir saman bókasavnið, kantinuna og skúlahøllina og víðkar um møguleikarnar við øllum hesum trimum funksjónum, umframt at vera eitt stórt felagsrúm, har høvi verður hjá næmingum at gera eitt nú bólkaarbeiði.

    Útbyggingin fevnir umframt nevndu høli eisini um nýggjan køk. Verandi køkur er frá 1990 og varð bygdur til umleið 180 næmingar. Næmingatalið er í dag um 500 – og eisini starvsfólkatalið er økt tilsvarandi.

    Tað eru Zeta arkitektar, sum hava teknað, og Spenn og SMJ hava prosjekterað. Búsetur stendur fyri byggiarbeiðinum, sum nú fer í gongd. Løgtingið hevur játtað 94 mió. til verkætlanina, sum eftir ætlan skal verða liðug um góð tvey ár. Talan er um 1476 nýggjar fermetrar pluss nakað av umbygging, so verkætlanin fevnir íalt um 2167 fermetrar.

    Við hesi verkætlan fær Miðnám á Kambsdali munandi betri umstøður við dagførdum serhølum og rúmligum felagshøli.

    Kelda: www.kambsdalur.fo

     

    Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her:

    Góðu áhoyrarar,

    Vit kunnu í dag gleðast um, at fyrsta flagið verður loyst fyri tí triðja og endaliga byggistignum á hesi stórfingnu verkætlan, sum skal knýta tykkum og tykkara miðnámsskúla enn betri saman.

    Heildarætlanin hevur verið ein drúgv tilgongd, sum stígur eisini hevur verið í, men sum fleiri samgongur á rað tó hava verið samdar um at fremja. Hetta er eitt gott dømi um, hvat kann henda, tá vit finna breiðar og haldgóðar politiskar semjur.

    Verkætlanin er, sum tit helst vita, ikki bert ein umbygging, men eisini ein útbygging, sum í undanfarnum stigum hava givið tykkum fleiri fermetrar at virka í, og sum við hesum stignum eisini gevur tykkum eina kjarnu, ið bæði fevnir um undirvísingarhølir og eitt savnandi miðpunkt, ið knýtir bygningarnar saman.

    Henda kjarnan fer at broyta ferðamynstrið inni við skúlanum, har vegir fara at krossast, sum kanska ikki hava krossast áður. Eg ímyndi mær samstundis eitt hjarta, sum leggur upp til samveru millum næmingar, og at teir soleiðis fara at koma hvørjum øðrum enn meira við.

    Tí tað er júst hetta, at koma hvørjum øðrum við, sum er so týdningarmikið. Ikki bert fyri ein skúla, men sum heild. Tí tað er tá vit koma hvørjum øðrum við, at vit knýta vinabond, og gera vit tað, tá økist trivnaðurin, og vit fáa ein betri gróðrarbotn fyri tann lærdóm, sum vit eru komin her fyri at fáa.

    Somuleiðis kann samveran økja trivnaðin millum starvsfólk í skúlanum. Hetta er eisini týdningarmikið, tí tá trivnaðurin er góður millum lærararnar, gerst tað lættari og hugaligari at læra frá sær.

    Men tað er ikki bert kjarnan, sum er at gleðast um. Tað eru øll byggistigini, sum tilsamans geva ein dagførdan skúla, við tíðarhóskandi kørmum, sum eisini kann økja um hugin og umstøðurnar hjá bæði lærarum og næmingum. Við hesi heildarætlan tykist tað fyri mær sum, at skúlin fer frá at vera ein skúli, til at vera ein skúladepil. Frá einum skúlaumhvørvi, til eitt nútímans lestrarumhvørvi, sum verður við til at styrkja skúlaskapin í norður/eysturøkinum, ikki bara í dag, men eisini í framtíðini.

    Til endans skal eg vegna Føroya Landsstýri takka fyri og ynskja skúlanum og arbeiðstakarum eina hepna hond frameftir.

    Takk fyri.

  • Spyr meg 10 ár - 13. mai 2023

    Hey tit

    Fyrst av øllum, - hjartaliga til lukku við hesum degi. Føðingardagar eru nakað serligt, og tit halda í dag ein rundan føðingardag, 10 ár.

    Vit øll hava virðir, tú og eg; hvør sítt virði, men tó líka stórt virði.

    Tað, sum er umráðandi, er, at vit øll fáa loyvi til at vera við í samfelagnum, og at vit øll fáa loyvi til at virka og ávirka. Hetta er eisini endamálið við «Spyr Meg» : At tryggja, at øll verða tikin við.

    Eftir at eg hevði tikið við sum landsstýrismaður, vóru tit ein av teimum fyrstu áhugabólkunum, sum bóðu um ein fund við meg. Eg gjørdist glaður, tá eg sá fundarumbønina frá tykkum, tí eg vil so fegin hoyra tykkum. Hesaferð spurdu tit meg, áðrenn eg náddi at spyrja tykkum, og tað var gott; og blívi endiliga við, við tí.

    Á fundinum varpaðu tit ljós á nøkur ynskir og viðurskiftir, sum vit hava tikið upp, og eitt ítøkiligt úrslit er, at aldursmarkið á 25 ár til serbreytirnar á miðnámi, nú er strikað. Hetta er gjørt, tí tit varpaðu ljós á hetta. Takk fyri tað!

    Vit mugu altíð minnast til, at vit øll ávirka nógv, har vit eru, eisini tit við tykkara virðum. Ein kendur maður, Elvis Presley, hevur sagt tað soleiðis, at virðir eru sum fingrafrámerki; eingi eru eins, men tú setir tey eftir teg allastaðni, har tú hevur verið.

    Og soleiðis er tað eisini við okkum øllum. Vit eru ymisk og hava ymiskar førleikar og evnir, men vit skulu minnast til hetta: Eingin er bara okkurt, øll eru nakað, og vit eru øll við til at seta okkara frámerki, har vit eru.

    Eisini tit í «Spyr Meg» gera sum Elvis segði: Tit seta tykkara deiliga jaliga fingrafrámerki á samfelagið, har tit eru, og hesi fingrafrámerki eru av stórum týdningni og virði, ikki bara fyri tykkum, men fyri okkum øll.

    Mín fremsta áheitan til tykkum vil vera henda: verið tit, tí eingin annar kann vera tað. Vit mugu øll minnast til, at eingin er líka sum tú, og hetta ger, at vit hvør sær hava eitt so ótruliga stórt virði, og hvør sær kunnu geva ymisk íkast til tað umhvørvi, sum vit ferðast í.

    Takk fyri.

  • Seminar um inklusjón - 11. mai 2023

    Røða um lívlanga læring í sambandi við talgildar førleikar og inklusjón -  Parnassið á Hotel Hafnia 11. mai 2023

    Góðan morgun øll somul.

    Eg takki fyriskiparunum, NVL og Undirvísingarstýrinum fyri innbjóðingina til hetta sera viðkomandi seminar, har tit varpa ljós á talgildar førleikar og inklusjón, og ta avbjóðing, sum talgilding setur borgarunum sum heild. Eisini verður spurningur settur við, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur at skipa útbúgvingarøkið við atliti at lívlangari læring, og hvussu talgildingin alsamt setir nýggj krøv til tann einstaka og til okkara útbúgvingarskipan.

    Vit liva og virka í einum samfelagi, sum er í støðugari broyting og menningartilgongd, har tøkniliga menningin setur krøv til tann einstaka bæði við atliti at almennum tænastum og í arbeiðslívi. Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at vit skulu halda fram við at talgilda Føroyar, har vit m.a. skulu raðfesta skilagóðar KT-loysnir, ið frígeva orku til heilsu- og umsorganaruppgávur og loysa orku- og umhvørvisavbjóðingar. Skúlaskipanin og Setrið skulu leggja størri dent á frálæru og útbúgvingar í KT, og føroyska málið skal raðfestast í allari talgilding.

    Hetta eru høg mál, har tað bæði við atliti at talgildu Føroyum kann verða trupult hjá borgarunum at fylgja við broytingum í almennu skipanunum og ein avbjóðing hjá almenna- og privata arbeiðsmarknaðinum at nýta og menna kunningartøknina bæði sum nýtslu- og menningaramboð.

    Tað er tí sera umráðandi, at vit hava fyriskipanir bæði alment og á øllum arbeiðsplássum við kunning, hjálp og skeiðsvirksemi, so vit øll sum borgarar kunnu fylgja við og ikki minst eru før fyri at nýta tær skipanir, ið verða settar í verk. Her mugu vit samstundis hava í huga, at ein partur av okkara borgarum eru fólk við skerdum førleika, eldri, sum ikki hava nýtt teldu í teirra virkna lívi og onnur, sum hava tungt við at seta seg inn í tøkniligu skipanirnar. Til dømis, so kenna vit øll uttan iva onkran, sum ikki heldur, at ”Samleikin” er lættur at nýta, og sum tey flestu halda verða eitt hent amboð í gerandisdegnum. So ymisk eru vit, og spurningurin er tí, hvussu vit miðla boðskapin um ymisku tøkniligu framstigini og skipa førleikamenningina. Tøknin, bæði talgild amboð og talgildir miðlar, er partur av dagsins samfelagi, og tí má bæði atgongdin og kunningin verða einføld og smidlig.

    Útbúgving, eftirútbúgving og fjølbroytt skeiðsvirksemi eru tí týðandi tættir í hesum arbeiði og í einum framkomnum samfelagi sum heild. Tað er so ómetaliga umráðandi, at føroyska arbeiðsmegin hevur møguleika fyri førleikamenning bæði fyri at menna privata- og almenna virksemið, og at fólk kunnu umstilla seg og virkin luttaka í tilgongdini við nýggjum og broyttum arbeiðsuppgávum, innihaldi og tøkni.

    Útbúgvingarvirksemi antin tað er í almennu útbúgvingarskipanini, í frítíðarundirvísing, á arbeiðsplássi ella í øðrum skipanum sum kommunalt ella í felagslívi, hevur tí ein týðandi leiklut bæði í menningini hjá tí einstaka, í arbeiðinum at skapa ein fjølbroyttan arbeiðsmarknað í støðugari menning, og at veita borgarunum sum heild førleikamennandi tilboð.  Førleikamenning er tí eisini ein partur av lívsvirðinum hjá tí einstaka og eitt amboð at kunna skapa sær betri umstøður í gerandisdegnum. Tað er einki so ringt sum at kenna, at mann ikki megnar uppgávurnar ella følir seg uttanfyri, tí tøknin ella aðrar umskipanir seta forðingar.

    Eg fari í mínum arbeiði at virka fyri, at vit í útbúgvingarverkinum leggja dent á lívlanga læring í almennu útbúgvingarskipanini og frítíðarundirvísingini, har kunningartøkni verður ein sjálvsagdur partur. Vit mugu viðurkenna, at kappingarførið í privatu- og almennu vinnuni, umframt samfelagsskipanir alsamt seta størri krøv til lívlanga læring hjá tí einstaka bæði sum partur í arbeiðslívi og luttøku í samfelagslívi sum heild, har læring er lykilin ella amboðið hjá tí einstaka at kunna fylgja við og verða partur av menningartilgongdum.

    Í samgonguskjalinum eru vaksnamannalæra og vaksnamannaútbúgving raðfest, bæði tá ið umræður yrkisútbúgvingar og arbeiðsmarknaðin sum heild. Víst verður m.a á, at skipan við vaksnamannalæru verður sett í verk, og ferð verður sett á arbeiðið við førleikamenning og førleikameting, yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum, vaksnamannaútbúgving og m.a. átøkum frá trípartasemjuni í 2019.

    Hetta eru týðandi tættir, og møguleikarnir at  menna økið eru stórir. Tó hevur tað eisini týdning at byggja víðari á tað arbeiði, ið er farið fram á økinum, og at menna og útbyggja verandi skipan við førleikameting, sum byggir á lógina um førleikameting frá 2014.

    Førleikameting er ætlað teimum, ið eru 25 ár ella eldri, og sum hava í minsta lagi 3 ára arbeiðsroyndir, har hesi hava møguleika fyri at fáa sínar førleikar mettar í mun til eina ítøkiliga útbúgving. Her hevur talan verið um at bróta upp úr nýggjum í mun til, hvussu vit sum heild hava hugsað um útbúgving og førleikar.

    Fyrstu royndirnar at førleikameta hava í høvuðsheitum verið innan yrkisútbúgvingarnar. Orsøkin til hetta er, at júst hesar útbúgvingar hava tætt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og hevur endamálið verið, at ófaklærd, ið hava starvast í einum yrki eina tíð uttan formelt prógv, kunnu fáa sínar førleikar vigaðar og mettar í mun til krøvini í einari ítøkiligari útbúgving. Í nógvum førum hevur síðani borið til at góðskriva hesar førleikar innan verandi útbúgvingar, samstundis sum at hesi vaksnu ófaklærdu kunnu taka útbúgvingina eftir nógv styttri tíð. Úrslitini hava verið góð, har dentur hevur verið lagdur á, at kvaliteturin í útbúgvingini verður varðveittur, samstundis sum at útbúgvingartíðin verður stytt.

    Ófaklærd innan skrivstovuyrkið vóru tey fyrstu, ið formelt vórðu førleikamett og fingu stóran part av útbúgvingartíð síni góðskrivaða. Síðani var førleikameting gjørd av ófaklærdum innan timburyrkið, og vóru tað fleiri, ið fingu munandi stytta lærutíð við útgangsstøði í førleikametingini. Harumframt eru nøkur innan heilsuøkið eisini førleikamett.

    Skipanin má sigast at virka, men vit eiga at hyggja nærri eftir, hvussu vit fáa enn fleiri ófaklærd ígjøgnum skipanina, og eiga vit at hyggja eftir, hvussu henda skipan kann vera ment og útbygd eisini til aðrar útbúgvingar m.a innan umsorganarøkið.

    Stórar avbjóðingar standa fyri framman, men okkara trygd er, at vit hava eitt virkið fólk, eitt vælútbygt samfelag bæði undirvísingarliga, vinnuliga og við almennum skipanum. Vit eiga at leggja størri dent á samskipanir millum geirar, at taka hædd fyri menningarmøguleikunum hjá tí einstaka bæði útbúgvingarliga og í øllum teimum skipanum, sum vit seta í verk bygnaðarliga og tøkniliga.

    Fólkið er grundarlagið í okkara menningartilgongdum, og tí er so umráðandi, at allar tær tøkniligu skipanir, sum verða settar í verk, eru lagaðar til brúkaran, har tær skulu virka.  Takk fyri.

  • Skúlaleikir - 9. mai 2023

    Røða – Skúlaleikir 9. mai 2023

    Góðu luttakarar í Skúlaleikum í ár.

    Fyrst av øllum vil eg takka tykkum øllum, sum hava tryggjað, at hesi bæði fyrstu árini av Skúlaleikum hava eydnast so væl. Tøkk til tykkum  næmingar kring alt landið  í 4. 5. og 6. flokki, sum hava  kýtt tykkum og tikið lut, tøkk til tykkum lærarar, sum hava meldað tykkara flokkar til leikirnar,  og sum trúgvir hava fylgt teimum á ferðini, tøkk til tykkum, sum hava fyriskipað, og sum hava ment undirvísingartilfar og skeið fyri lærarum, tøkk til allar stigtakararnar, tøkk til sersambondini og lokalu ítróttafeløgini, sum hava samstarvað, tøkk til kommunurnar, til sponsorarnar til Fróðskaparsetrið.

    Ja, eg kundi helst staðið her og takkað í tímavís uttan at hava nevnt øll. So eg kundi eisini bara sagt takk – eingin nevndur eingin gloymdur

    Tað hevur verið so ótrúliga stuttligt og vónríkt at síggja tykkara glógvandi eygu, og tykkara eldhuga, tá tit hava íðkað, og tá tit hava heppað uppá tykkara lið- og floksfelagar. Gott kempað – øll somul ! Tit eru nú okkara týdningarmiklu “ambassadørar” fyri Skúlaleikirnar næsta ár og komandi ár.

    Skúlaleikir er eitt skúladømi um, at skulu vit bróta slóð og bróta  upp úr nýggjum, so ber tað bara til, um nógv lyfta í felag. Og vit skulu bróta nýggja slóð á nógvum  ymiskum økjum innan fólkaskúlans gátt.

    Á aðalfundi Lærarafelagsins helt eg fyri nøkrum døgum síðani røðu fyri øllum lærarum í Føroyum, og eitt av evnunum, sum eg legði stóran dent á, var tað frælsað spælið, sum skapar spæligleði – at fáa spæligleðina aftur í hásæti millum børn, eisini innan skúlans gátt, at síggja virðið í spæligleðini bæði í mun til kropsligar, sosialar, sálarligar, og kognitivar førleikar.  At síggja virðið av spæligleðini í mun til motivatión, heilsu og relatiónsførleikar - og síðst men ikki minst í mun til trivnað.

    Frælsað spælið og spæligleðin er grundvøllurin. Og tá ið eg yvirskipað hyggi at fólkaskúlanum, so er hann kanska fluttur ov nógv upp í høvdið á okkum, og satsar í ov lítlan mun upp á kroppin.

    Tá er tað fjálgandi at vita, at tað verða landsumfatandi stig tikin til at gera nakað við hesa manglandi javnvág millum høvd og kropp, millum kropsligar, sosialar og kognitivar førleikar.

    Slagorðið fyri ”Skúlaleikum” er: Felagsskapur og rørslugleði fyri øll. Eydnast tað okkum at røkka hesum málum, so eru vit komin langt. Grundarlagið undir verkætlanini er kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2017, sum vísti, at bara 15% av føroyskum børnum røra seg nóg mikið. Eydnast tað okkum at fáa enn fleiri at røra seg og at raðfesta spæligleðina, so eru vit eisini komin langt. So lat okkum dríva á saman !

    Sum landsstýrismaður fyri fólkaskúlan í Føroyum fegnist eg um Skúlaleikirnar, og eg gleði meg til at fylgja við í teimum eftirmetingum, sum verða gjørdar. Eg havi longu sæð nakrar eftirmetingar frá luttakarum, og tær boða frá góðum.

    Til lukku til tykkum øll, sum hava spælt við í Skúlaleikum. Eg vóni, at vit í felag megna at fáa spæligleði og rørslugleði inn í fólkaskúlan sum ein mennandi grundvøll. Vit síggjast næsta ár á Skúlaleikum.

    Takk fyri dystin.

    Í samband við handan av heiðursmerkjum!

    Í dag enda Skúlaleikirnir so á hesum sinni í 2023. Næmingar úr øllum landinum hava luttikið.  Tit hava saman við 1907 næmingum verið partur av Skúlaleikum,  97 skúlaflokkar og 94 av tykkara lærarum hava verið við, og 92 av tykkara lærarum hava útbúgvið seg á Námi, so at  Skúlaleikirnir kundu blíva so góðir sum møguligt.

    Tað hevur verið so ótrúliga stuttligt og vónríkt at síggja tykkara glógvandi eygu, og tykkara eldhuga, tá tit hava íðkað, og tá tit hava heppað uppá tykkara lið- og floksfelagar.

    Gott kempað – øll somul ! Tit eru nú okkara týdningarmiklu ambassadørar fyri Skúlaleikirnar næsta ár og komandi ár. Hjartaliga tillukku øll somul. Vóni at síggja tykkum og uppaftur fleiri av tykkara skúlafeløgum skjótt aftur.

  • Videoheilsa á ráðstevnu hjá MEA - 3. mai 2023

    Góðu áhoyrarar

    Fyrst av øllum vil eg takka fyri, at eg við tøkniligu hjálp fái loyvi til at senda tykkum øllum eina heilsan.

    Á ráðstevnuni skulu tit hoyra og tosa um, hvussu vit kunnu styrkja trivnaðin hjá børnum í familjuni.

    Tá eg læs yvirskriftina, fór eg fyrst at grunda yvir, hvørji ”vit” eru. Verður tað her einans sipað til foreldrini og onnur avvarðandi, ella er hesin skari meir víðfevndur enn so?

    Hugsi, at vit øll eru samd um, at tað er tað seinna; børnini og trivnaðurin hjá teimum eru sjálvandi fyrst og fremst uppgávan hjá foreldrunum, men vit mugu sum samfelag (sláa ring um?) hjálpa tí einstøku familjuni, soleiðis at hon fær so góð kor at virka undir, sum yvirhøvur til ber.

    Vit hava ein stovn í Føroyum, sum virkar undir hesum slagorðinum: « Vit byggja land». Hesin stovnur er Landsverk, sum í eitt tíðarskeið hevði skrivstovu í sama bygningi har, Barna- og útbúgvingarmálaráðið húsast. Hvønn dag ta fyrstu tíðina eg kom til arbeiðis, rendi eg meg í hesa yvirskrift, « Vit byggja land».

    Vit kenna øll Landsverk og arbeiðið hjá Landsverk, og hvussu hesin stovnur, við teimum amboðum teimum er litið upp í hendur, byggir land í so máta; at Landsverk er við til at tryggja, at infrakervið verður útbygt og ment, tí eitt gott infrakervi tryggjar skjóta og góða atkomuligheit, og kann verða við til at byggja og styrkja um sambondini millum oyggjar, millum stovnar, millum geirar, og eisini millum familjur.

    Eg hugsi tó, at hetta slagorðið eisini er sera viðkomandi fyri okkara aðalráð, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, vísandi til, at okkara uppgáva er at tryggja eitt gott undirstøðukervi til ta einstøku familjuna og ta einstaka barnið, við millum annað at veita stimbran, menning og læring á dagstovnum og í skúlum, umframt at veita serlig skipað tilboð, har hetta gerst neyðugt, og neyðugar fyriskipanir gjøgnum eitt nú barnavernd, har barnið og familjan hava brúk fyri hesum.

    Slagorðið «Vit byggja land» er tó ikki nakað sum bara landsins myndugleikar og aðrir stovnar kunnu taka til sín, tí tá alt kemur til alt, so er hvør familja í Føroyum við til at byggja land. Hvør familja telur, hvørt barn telur.

    Landsverk kann gera sítt, tá tað kemur til infrakervið bygt av asfalt og gróti; aðalráð og stovnar kunnu gera teirra íkast ígjøgnum lógarverkið og átøk, men hornasteinurin hjá einum samfelagið er og verður hetta eina: familjan. Familjan eigur at vera staðið, har lívið byrjar, men kærleikin ongantíð endar.

    Ein kend kvinna, móðir Teresa hevur einaferð sagt soleiðis: « Ynskir tú at viðvirka til frið í heiminum, far so heim og elska tína familju». Tann einstaka familjan, og trivnaðurin í henni hevði sambært henni, ávirkan á alt samfelagið, á allan hemin.

    Tá vit hugsa um familju, so er tað eyðsæð, at ymiskar myndir og minnir koma fram í okkara hugaheimi; minnir um gerandisdagin, har vit skuldu upp og í skúla, og minnir um serligar løtur, frá onkrum hátíðardegi í familjuni, tað veri seg føðingardag, ella annað, sum vit minnast við gleði.

    Hesi jaligu minnir, og tílíkar fjálgar myndir er tíverri ikki nakað, sum øll fáa fram, tá tey hugsa um familjuna; hjá summun koma skøvir, djúpar skøvir í, og er hetta nakað, sum viðvirkar til, at lívið ger ilt, og mann fær arr, sum ikki kunnu viskast burtur.

    Vit vita, at hjá nógvum børnum er trivnaðurin sum heild, eisini í familjuni, ikki so góður. Nógvar ymiskar orsøkir kunnu vera til hetta, eitt nú samanbrestir í familjuni, ella tá ymiskt hendir, sum børnini ikki skilja, men sum tey av órøttum taka sær skylduna av, t.d. tá foreldrini fara hvør til sítt.

    Hvat kunnu vit so gera fyri at styrkja um familjuna, fyri at styrkja um trivnaðin hjá børnunum í familjuni?

    Ein fortreyt fyri góðan trivnað er tann góða relatiónin.

    Eg eri av tí áskoðan, at tann góða relatiónin, sum barnið hevur til sítt nærumhvørvi, og tað samband, sum barnið sær er ímillum tey, ið mynda nærumhvørvið, er altavgerandi.

    Tískil er tað so umráðandi, at sjóneykan, umframt at vera á børnunum, eisini er á foreldrunum, og er hetta jú nakað, sum tit í MEA áhaldandi arbeiða við í tykkara yrki.

    Ein góð relatión er ikki nakað, sum bara kemur; hon skal uppbyggjast og varðveitast. Ein gongd leið at fara her, er at hava eitt gott samskifti. Tað er so sera umráðandi, at samskift verður við barnið á uppbyggjandi og mennandi hátt, og at barnið eisini kann síggja eitt sunt samskifti millum tey, sum mynda nærumhvørvið.

    Eitt samskifti, sum ber brá av at vera erligt og uppbyggjandi, og sum rúmar tí einstaka. Samskifti, har allir partar, foreldur og børn, føla seg væl í. Eitt samskifti, sum gevur barninum kensluna av, at tað  ikki bara er til, men at tað verður sætt, hoyrt og viðurkent í tí støðu, tað er í.

    Líkasum Landsverk byggir infrakervið runt oyggjarnar, er umráðandi, at samskiftiskervið í familjuni riggar og alla tíðina verður dagført og  viðlíkahildið. Tað annars so góða danska orðatakið «Tale er sølv, tavshed er guld», er nevniliga ikki galdandi, tá á stendur í einari familju, tí trupulleikar og avbjóðingar kunnu ikki tigast í hel.

    Samtalan er umráðandi. Samtalan millum foreldrini, samtalan við barnið, samtalan við teir stovnar o.a., har barnið ferðast í.

    Tøknin ger, at eg kann senda tykkum eina heilsan í dag, uttan at vera til staðar. Henda heilsan er tikin upp, áðrenn tit møtast, og um eg ynskti tað, so kundi henda heilsan verið tikin upp fleiri ferðir, og eg kundi broytt hana so ofta eg vildi, áðrenn tit hoyrdu hana.

    Soleiðis er tað ikki í gerandisdegnum, og soleiðis er tað ikki við lívinum. Lívið kann ikki livast umaftur; tað sagda orðið kann ikki takast aftur, og løtan, har mann valdi at tiga, men átti at havt sagt frá, kann ikki livast umaftur. Tað er í løtuni, at lívið gongur fyri seg, og tað er í løtuni vit mugu síggja hvønn annan, síggja barnið og vera við til at stimbra og menna tað.

    Lívið er ikki ein endurtøka, men vit liva tað í nú´inum. Tískil er umráðandi, at vit samtala, at vit hyggja upp frá skíggjanum, frá telefonini, og læra okkum at seta okkum niður við familjuni, saman við børnunum og práta; geva okkum tíð til bara at vera.

    Sum eg byrjaði við at siga, so er trivnaðurin hjá børnunum í familjuni fyrst og fremst uppgávan hjá foreldrunum, men eiga vit sum samfelag at traðka til, har hetta gerst neyðugt.

    Sum landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er tað mítt aðalmál, at gera mítt til, at lógarkarmar, harundir eisini átøk og tilboð, alla tíðina eru við til at betra um trivnaðin hjá børnunum, og at stimbra tey á allan hátt. Hetta verður eitt nú gjørt við, at vit bróta upp av nýggjum við at seta á stovn eitt nýtt aðalráð, har barnið er í sentrum, og tað gleðir meg eisini at síggja, at tykkara arbeiði í MEA eisini er raðfest í fíggjarlógini.

    Saman byggja vit land; saman vilja vit virka fyri, at barnið og familjan sum heild fær góðar fortreytir fyri at trívast og mennast.

    Eg ynski tykkum eina góða ráðstevnu og ein góðan dag frameftir.

  • Aðalfundur Føroya Lærarafelags - 29. apríl 2023

    Røða hjá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni -

    Aðalfundur Føroya Lærarafelags 29. apríl 2023

    Góðu lærarar, skúlaleiðarar og nevnd Føroya Lærarafelags.

    Tøkk fyri innbjóðingina, og at eg fái høvi til at bera tykkum eina heilsan á aðalfundi tykkara.

    Tykkara arbeiði hevur ein sera týðandi leiklut í okkara samfelagi. Fólkaskúlin er grundarlagið undir útbúgvingarverkinum, og tað er í fólkaskúlanum, at útbúgvingarligu lunnarnir verða lagdir undir framtíðini hjá okkara komandi ættarliði. Fólkaskúlin er eisini øðrvísi enn aðrir útbúgvingarstovnar, tí her snýr tað seg um at menna barnið og tann unga, frá tí tey eru seks til sjey ára gomul og næstu 10 árini. Umleið helvtin av næmingunum heldur fram í tíggjunda flokki og ein slakur triðingur gongur í forskúla.

    Fólkaskúlin hevur eina alstóra og fjølbroytta uppgávu, tí talan er umframt um fakligu læringina at búgva næmingarnar til lívið, har teir skulu ogna sær førleikar til sjálvstøðugt og í felagsskapinum at taka støðu til lívsáskoðanir, siðafrøði og fólkaræði og geva teimum áræði og førleikar at megna avbjóðingar, at samstarva og luttaka í einum sosialum felagsskapi.

    Tað eru høg mál, sum eru karmur um tykkara arbeiði, og sum ásett eru í fólkaskúlalógini, at skúlin skal skapa umstøður fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, so at næmingarnir kunnu menna sína  sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.

    Samstundis er hetta holl barlast, sum næmingurin hevur við sær víðari í lívinum bæði í útbúgving og arbeiði. Skúlin einsamallur megnar ikki hesa uppgávu, og tí er eins umráðandi, at foreldur og vit sum myndugleikar gera okkara til at arbeiði fólkaskúlans eydnast. At veita børnum og ungum bestu uppvakstrarumstøður og menningarmøguleikar er eisini  ein uppgáva, sum vit sum samfelag eiga at skapa karmar fyri, har tað er rúm fyri ymiskleika, og har hond verður tikin um einstaka barnið.

    Vit vita, at skúlarnir hava torførar uppgávur at taka støðu til, og sum fylla nógv í tykkara arbeiði,  m.a. næmingar, ið hava sálarligar avbjóðingar, happing, skúlamøði og mistrivnaður. Hetta eru eisini partar av tykkara virkisøki, og sum nógvar væntanir eru um, at skúlin skal loysa. Her er sera umráðandi, at allir partar gera sítt ítasta,  og at skúlin saman við foreldrum, skúlamyndugleikum og ráðgevandi stovnum, gera fyriskipanir og finna loysnir, so at møguligt er at veita bæði einstøkum næmingum og skúlaflokkum nøktandi hjálp.

    Tað tykist, sum at tørvurin á serligum fyriskipanum í fólkaskúlanum økist, ikki bara hjá okkum, men eisini í hinum Norðurlondunum, bæði talið av næmingum, sum fáa viðgerð fyri ADHD, næmingar sum hava ymsar sálarligar avbjóðingar og næmingar, sum eru nógv burtur frá skúla og ikki megna dagligu undirvísingina

    Eg fari at vísa á tvey dømi, sum ikki beinleiðis eru úr fólkaskúlanum, men sum hava við børn og ung at gera. Fyrra dømi viðger týdningin, ið spæl hevur í barnaárunum og menningina í uppvøkstrinum. Seinna er um  útbúgvingarskipanina, serliga við atliti at krøvunum í fólkaskúlanum,  sum viðmerkjarin ikki heldur eru tíðarhóskandi og lagað til ein part av næmingunum.

    Tað eru nógv, sum hava eina hugsan um, hvussu fólkaskúlin skal vera, men tað eru eisini nógv, sum royna at finna orsøkir, loysnir og skipanir, sum kunnu hjálpa børnum og ungum, sum ikki trívast  ella hava avbjóðingar.

    Fyri einum ári síðani kom bókin, Lek og læring i et nevroperspektiv út í Noregi, har heilagranskarin, Per Brodal og Charlotte Lunde, psykiatari (sálarsjúkralækni) vísa á, hvussu annars góðar samfelagsligar ætlanir kunnu vera orsøk til, at børn ikki í nóg stóran mun fáa ment hugin, forvitnið og strembanina eftir at læra. Teirra grundsjónarmið er, at  børnini verða forðað í hesari menning, tí tað frælsa spælið er so at siga burtur. Bæði í dagstovnum, skúlum og frítíðarlívi, eru tað tey vaksnu, sum skipa spælið hjá børnunum, so tað frælsa spælið, sum er ein so grundleggjandi liður í teirra menningartilgongd, verður tikið frá teimum. Tað er í tí frælsa spælinum, at børnini menna mótstøðuføri, tey fáa mangan snuddin, læra og finna loysnir, og í spælinum saman við øðrum børnum, menna tey samstarv umframt, at frælsa spælið hevur ávirkan á  hugflog og áræði at finna uppá, sum er ein vantandi førleiki hjá nógvum børnum. Vit hoyra børn siga, at tey keða seg, vita ikki, hvat tey skulu gera, um ikki onkur vaksin er, sum leggur teimum lag á, ella tey fara til okkurt barnatiltak.

    Per og Charlotte siga m.a. í einari samrøðu í TV2 í Noregi.

    Børn spæla ikki bara til stuttleika, sigur Charlotta yvirlækni í psykiatri. Tað er týdningarmesta lærutíðin hjá einum barni. Taka vit spælið frá teimum, so endar tað galið. Hon sigur, at hon er stúrin um at síggja, hvussu nógv barnaárini eru broytt seinastu árini. Foreldur koyra síni børn til alt, sum tey skulu gera, til fótbólt, dans, ríðing og onnur ítriv. Tíðin, sum barnið hevur til sjálvstøðugt spæl, er um at hvørva. At triðja hvørt barn fær staðfest eina sálarliga avbjóðing, tað er ikki í lagi.  Hon vísir eisini á, at tað eru bæði gransking og skjalatilfar, sum vísa, at barnaárini eru broytt seinastu 10 - 15 árini. Børnini spæla minni úti, tey sita meira still og eru á talgildum pallum fleiri tímar um dagin, og hetta ávirkar teirra menning, og fleiri og fleiri børn fáa staðfest sálarligar avbjóðingar.

    Heilagranskarin Per Brodal er samdur, at tað er ein stórur missur, at frælsa spælið verður tikið frá børnunum og vísir staðiliga  á, at frælsa spælið er av ómetaligum stórum týdningi fyri at menna evnini hjá børnum at  vera saman við øðrum menniskjum, har tey læra empati gjøgnum spæl. Tey fyrstu barnaárini hava avgerandi týdning fyri, hvussu heilin mennist, og hvussu menniskja lyndið verður myndað sinnisliga. Í  barnaárunum verða  skaptar óteljandi mongdir av bindingum millum nervakyknir, meðan barnið stendur í vøkstri.

    Hann heldur eins og Charlotta,  at tað er eingin ivi um, at vantandi møguleikar fyri frælsum spæli kunnu føra til sálarligt órógv, tí at fyrstu barnaárini er spælið tann besti mátin hjá barninum at trívast. Tíbetur eru vit gjørd soleiðis, at spælið er ein drívmegi hjá barninum á sama hátt sum, at vit eta, tá ið vit eru svong.

    Í vikuni hevði Jørgen Ravnsbæk Andersen, sum er stjóri fyri FGU í Norður Sælandi eina grein í blaðnum Altinget, har hann er rættiliga atfinningarsamur mótvegis útbúgvingarverkinum. FGU er fyrireikandi grundútbúgving, sum er fyri ung undir 25 ár, sum ikki hava ella eru í holt við eina ungdómsútbúgving, og sum ikki hava arbeiði. Hesi ungu eru ikki komin víðari eftir fólkaskúlan.

    Í greinini vísir hann á, at vit eiga at tora at endurhugsa útbúgvingarverkið frá grundini av. Bæði samfelagið, næmingarnir og ungdómurin eru broytt seinastu tíggju ára skeiðini, men vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um útbúgvingarverkið hevur fylt við, og um útbúgvingarverkið er lagað til tey ungu, ella tað í veruleikanum eru tey ungu, sum skulu passa inn í útbúgvingarverkið. Vit eru røsk at seta teimum ungu krøv. Í fólkaskúlanum hava næmingarnir upp til 51 royndir í níggju ár, námsætlanir eru heilt niður til vøggustovualdur og stórar uppgávur verða settar teimum ungu longu tíðliga í skúlaárunum. Harumframt skulu næmingarnir longu í tannáringaárunum velja lívsleið. Men so setur hann spurningin, hvat hendir við teimum, sum ikki passa inn í hesar karmar.

    Hann sigur m.a.: Nógv ung undir 25 ár hava hvørki arbeiði ella eru í holt við eina útbúgving. Tað eru fleiri orsøkir til hetta, sosialar, fakligar og persónligar. Vit skulu hava væntanir til okkara ungu, men vit skulu eisini spyrja okkum sjálvi, um vit við høgum krøvum og fleiri royndum eru í holt við at leggja sovorðið trýst á tey ungu,  at tey føla, at tey ikki røkka til ella megna avbjóðingarnar.

    Vit kundu til dømis givið teimum møguleika at roynt ymsar útbúgvingar og arbeiði. Latið tey sloppið undan at skula velja leið langt fram í tíðina í einum tíðarskeiði í teirra lívi, har tey júst hava slept barnaárunum. Hvussu skulu tey kunnu  vita, hvat tey fara at gera restina av lívinum, tá ið vit vaksnu ikki vita, hvussu okkara lív sær út um fimm til tíggju ár?

    Útbúgving er ikki bara vitan og førleikar. Útbúgving snýr seg í eins stóran mun um at menna børn og tey ungu til virknar borgarar, at stíla fram ímóti, at okkara ungu í uppvøkstri og útbúgving ogna sær førleikar til lívsins mongu uppgávur.

    Hesi dømi eru úr Noregi og Danmark, men tey eru tó ikki so fremmand fyri okkum, hvørki skipanin ella tíðin hjá børnum til tað frælsa spælið og ung, sum onkursvegna ikki passa inn í verandi karmar í fólkaskúlanum, og tí ofta mugu hava serligar fyriskipanir. Nógva virksemi hjá okkum ger eisini, at føroyski undgdómurin hevur havt góðar umstøður at fingið arbeiði.

    Flestu foreldur eru á arbeiðsmarknaðinum, og tí hava vit sum samfelag skipað okkum soleiðis, at børnini eru í tryggum hondum á dagstovni, í skúla og frítíðarskúla. Í dagstovni og frítíðarskúla hevur spæl ein størri leiklut enn í fólkaskúlanum, og eisini ein partur av tí frælsa spælinum, men tað skulu altíð ávíst tal av vaksnum verða um børnini. Hetta eru stovnstreytirnar og tryggleikin.

    Vit eiga tó á ongan hátt at undirmeta týdningin, ið tað frælsa spælið hevur fyri menningina hjá børnunum, og eiga tí at lata tey sleppa framat við hugskotum og fyriskipan, alt tað ber til m.a. í fríkorterum og at leggja dent á spæl í forskúla og byrjanarundirvísingini. Alt undir skipaðum viðurskiftum, tí at skúlin hevur ansingarskyldu allan skúladagin. Hetta er eisini eitt evni, sum myndugleikar eiga at hava við í sínum fyriskipanum, sum eigur at vera partur í námsætlanum og viðgjørt saman við foreldrum og skúlastýri. Vit kenna eisini hesar støður, at børn eru nógv á talgildum pallum. Hetta er ein avbjóðing, og her er skúlin eitt frístað, har skermnýtsla ikki er undirhald, men tá ið talgildir miðlar verða nýttir, so er tað sum liður í læringini, har tað er viðkomandi.

    Tað er altíð gott at fáa íblástur frá øðrum, men samstundis umráðandi, at tær broytingar, vit gera í fólkaskúlanum, taka støði í okkara egnu viðurskiftum. At fólkaskúlin skal broytast frá grundinini av, eri eg ikki so sannførdur um, men at tillagingar eiga at verða gjørdar í fólkaskúlaskipanini. Hetta er eisini tað, sum landsstýrið hevur sett sær fyri, sum umrøtt er í samgonguskjalinum, m.a. at raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipanina í grunddeild, stytta skúladagin, endurskoða lærugreinabýtið og lækka talið av næmingum í hvørjum flokki. Hetta eru umfatandi mál, sum arbeitt fer at verða við í næstum.

    Vit vita, at tað eru næmingar, sum hava avbjóðingar av ymsum slagi bæði fakligar og sálarligar, fleiri fáa staðfest ADHD og menningarórógv, at tað eru næmingar, sum ikki megna dagligu skúlagongdina, og at trivnaðurin er ymiskur. Tað er tí alt, ið bendir á, at átøk mugu gerast. Eg havi sett sjøtil á at menna flokslæraraarbeiðið, har játtanin hækkar frá 1. august, og sum skuldi verið ein byrjan til at bøtt um hetta týdningarmikla øki í skúlunum. Eisini havi eg virkað fyri, at játtanin til Bókadeildina hjá Føroya Lærarafelag er hækkað munandi, so at støðið kann haldast og møguleikar verða fyri talgildum tilfari. Tað er sera umráðandi, at okkara børn og ungu hava viðkomandi, kveikjandi og aldurssvarandi bókmentir, so lesiáhugin verður mentur. Vit vita frá lesivanakanningini, at her er støðan ikki nøktandi.

    Ein arbeiðsbólkur hevur gjørt uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini. Tilmælið fer nú til prentingar og verður eftir ætlan handað mær um eina góða viku. Tað verður spennandi at síggja, hvat arbeiðsbólkurin er komin til, og hvørji tilmælini eru. Umboð fyri bæði lærarafelagið og skúlaleiðarafelagið hava verið partar av hesum arbeiði, so eg vænti, at tit hava fingið sagt tykkara hugsan og borið fram tykkara sjónarmið. Eg skal so gera alt tað, eg kann at fáa neyðugar ábøtur settar í verk, tí einki er so umráðandi sum, at okkara børn og ungdómur trívast og hava bestu undirvísingar- og menningarmøguleikar.

    Í februar fekk eg handað eitt álit um trivnað í fólkaskúlanum, við átøkum, sum skulu økja um sannlíkindini fyri, at børn við sálarligum og sosialum avbjóðingum trívast, mennast og læra, og í vár er eisini gjørd ein trivnaðarkanning, sum fer at verða løgd fram í næstum. Eg fari eisini at raðfesta hesi øki og seta arbeiði í verk sum grundarlag undir  trivnaðararbeiðinum í skúlunum.

    Vit eru eisini í holt við at endurskoða námsætlanirnar. Tað er Nám, sum skipar arbeiðið, og fara tær fyrstu námsætlanirnar at verða settar í verk komandi skúlaár. Námsætlanir eru ein týðandi liður í tykkara arbeiði bæði tengt at undirvísingartilgongdini og fakliga læringini, har tann búnandi, trivnaðarliga og persónliga menningin hjá næminginnum eigur at vera ein sameindur partur. Tað er so umráðandi, at námsætlanirnar innihaldsliga fata um fjølbroytt og neyðug faklig evni, men eisini  tryggja, at næmingarnir fáa umstøður at hugsavna seg og fara í dýpdina við evnum, og at teir læra at nýta fleiri arbeiðshættir.

    Vit tosa alt ov lítið um tær góðu upplivingarnar, sum eru í skúlunum, næmingar sum trívast og gera framstig, sum leggja fram áhugaverd avrik í verkætlanum og evnisarbeiðum, um seturskúlar og trivnaðarátøk. Vit eiga at leggja størri dent á at lýsa og greiða frá tí stóra og fjølbroytta arbeiði, sum dagliga fer fram á tykkara arbeiðsplássum. Tit kundu til dømis bjóða landsstýrimanninum á vitjan, tá ið serlig tiltøk eru og eisini greiða frá í miðlunum. Har ger tó Barnaløtan í Kringvarpinum eitt gott arbeiði við í jøvnum millumbili at vitja skúlar og eisini eru forvitnisligar frásagnir í  Píka 7 og Strok, sum øll børn og ung nú hava atgongd til.

    Eitt tað týdningarmesta í tykkara arbeiði og í øllum arbeiði við børnum og ungum er, at tey uppliva kensluna av at eydnast, og at tey trívast. Hetta hevur stóra ávirkan á teirra sjálvsvirði og menning og røkkur inn í vaksnamannalívið. Fólkaskúlin eigur at leggja dent á eitt trygt og mennandi læruumhvørvi við fjølbroyttum virksemi, har handaligu og listarligu lærugreinirnar eiga at hava ein størri leiklut.

    Fólkaskúlin er tykkara arbeiðspláss, og tí er eins avgerandi, at lærarar og leiðsla hava góðar umstøður, so tit virkisfús og við áræði kunnu verða námsfrøðiligi og fakligi kveikjarin, mennarin og vegleiðarin hjá okkara unga ættarliði. Landsstýrið hevur tí eisini sett sær fyri í samgonguskjalinum, at reglulig eftirútbúgving verður skipað fyri starvsbólkar skúlans, at endurskoða lærara- og leiðslutíð, og at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin, umframt tær ábøtur, sum skulu gerast í floksstødd, tvílæraraskipan og at menna flokslæraraarbeiðið.

    Eg ynski tykkum ein góðan aðalfund og blíðan byr í arbeiði tykkara við vón um eitt mennandi samstarv partanna millum. Takk fyri.

  • Ráðstevna - 20. apríl 2023

    Góðan dagin

    Fyrst av øllum vil eg takka fyri, at eg eri boðin við til hesa ráðstevnu, har tit fara at umrøða eitt so týdningamikið evni, sum trivnaðurin hjá ungum.

    Tey ungu, okkara komandi ættarlið, er eitt tað dýrabarasta vit hava, og er tað skyldan hjá okkum øllum, at gera okkara ítasta fyri tryggja, at okkara komandi ættarlið fær so góðar fortreytir sum møguligt fyri bæði at mennast og trívast.

    Eg hugsi, at vit øll til tíðir gera okkum tankar um trivnaðin hjá teimum ungu, tí hetta evnið er nakað fyllir nógv har vit ferðast í tí dagliga, og ikki minst í miðlunum, bæði her í Føroyum og í grannalondum okkara.

    Eg kann byrja við at fortelja um eina frásøgn, sum eg havi fingið frá einum persóni, sum hevur tilknýti til børn og ung í dag.

    Fyri nøkrum árum síðani fekk viðkomandi til uppgávu, at stuðla einum næmingi í 4. flokki. Fyri at fáa eitt gott samband við hini í flokkinum, setti hon seg niður við allan flokkin og prátaði við tey, og har hon millum annað spurdi tey, hvat tey gleddu seg allarmest til.

    Ein drongur segði, at hann gleddi seg mest til at pápin kom heim av skipinum, men beint eftir hetta, reisti ein annar drongur seg upp og segði: “eg gleði meg mest at fara á pensjón”……… Eina løtu stóð tíðin í stað hjá tí vaksna persóninum sum hevði sett spurningin, einamest tí hon sá, hvussu avgjørdur smádrongurin hann var.

    Viðkomandi persónur fekk tíverri ikki høvið at spyrja henda smádrong, hví hann – longu í 4. flokki - gleddi seg at fara á pensjón. Í dag kunnu vit siga, at spurningurin gevur góða meining, ikki minst tá vit síggja yvirskriftina á fyrilestrinum um ta føroysku kvalitativu kanningina, sum Annika Helgadóttir Davidsen og Monika Mohr fara at leggja fram seinni, har tey ungu lýsa lívið sum eina uppgávu, har flugubein skal setast við nøkur avrik, soleiðis at tey kunnu fara á pensjón.

    Hetta er eisini í samsvari við tað, sum týski sosiologurin, Harmut Rosa førir fram, har hann sigur, at vit sum borgarar – stór sum smá - kenna eitt trýst til alla tíðina at avrika, og at ferðin á “lívs-tokinum” økist alsamt soleiðis, at vit ikki tora at seta okkum á bonkin á perron’ini eina løtu at hugsa, merkja ella reflektera, tí tá er tokið farið framvið. Vit skulu avrika og renna skjótari og skjótari.

    Vit kunnu so seta okkum spurningin um, hvussu trivnaður er millum ung í dag í Føroyum, harundir eisini næmingar í fólkaskúlanum.

    Sum svar upp á henda spurning kunnu vit byrja við at ásanna, at tíbetur veksur okkara vitan um trivnaðin hjá børnum og ungum í Føroyum, soleiðis at vit í alsamt minni mun noyðast at gita, heldur enn at vita.

    Føroysk gransking og føroyskar kanningar framdar bæði her í Føroyum, á Setrinum, og á útlendskum stovnum seinastu árini vísa, at ein stórur partur av teim føroysku børnunum og ungu hava tað gott og trívast, og er hetta gleðiligt.

    Somuleiðis vísa hesar kanningar og gransking tó eisini, at tað enn eru nógv, sum ikki trívast, hóast tað nú eru nógv ár síðan Føroya Løgting í 1992 samtykti, at Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum eisini skuldi galda í Føroyum; Barnarættindasáttmálin, sum sigur, at børn og ung hava rætt til eitt gott og trygt lív, men sum eisini áleggur teimum vaksnu at gera tað, sum er best fyri børnini.

    Føroyskar og útlendskar frágreiðingar vísa greitt, at tey børn og ung, sum veruliga mistrívast ella stríðast við ringa sálarheilsu og hava tørv á hjálp, til tíðir kenna seg slept upp á fjall, og at tey vaksnu ikki hjálptu, hóast tey royndu at siga frá og biða um hjálp.

    Vit síggja eisini, at talið á børnum og ungum, ið ikki koma í skúla, er vaksið nógv, og eisini er talið av næmingum sum ganga í serstøkum sernámsfrøðiligum skúlaskipanum og serstovum, økt munandi seinastu árini. Skúlaleiðarar og lærarar hava víst á, at eitthvørt má gerast fyri at hjálpa hesum næmingum, og er hetta eisini nakað sum tað nýggja aðalráðið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sett sær fyri at kanna nærri og gera nakað við.

    Tað er tó av týdningi at hava í huga, at tað, at trívast ella mistrívast, tað at hava góða heilsu ella ringa heilsu, er ikki eitt einfalt roknistykki sum skal ganga upp, og tí er neyðugt, at vit gera okkum stóran ómak. Vit mugu arbeiða miðvíst og langsiktað, og ikki finna upp á einfaldar hovsaloysnir, sum byggja á illa undirbygdar gitingar.

    Tá tað er sagt, so eri eg av tí áskoðan, at tað er alneyðugt, at samfelagið sum heild áhaldandi raðfestir heilsu og trivnað hjá okkara børnum og ungum ovarlaga, tí hetta gagnar samfelagnum sum heild, men eisini tí, at hetta er nakað tey ungu bæði hava uppiborið og rætt til, og tí tey eru tey, sum skulu føra okkara samfelag víðari inn í framtíðina. Og júst í nærmastu framtíð fáa vit úrslitini frá nýggjastu trivnaðarkanningini í fólkaskúlanum, sum vit eru spent upp á at kunna brúka í okkara áhaldandi arbeiði fyri trivnaðinum hjá børnum og ungum.

    Fyri til seinast at venda aftur til Harmut Rosa og “lívs-toki”, so hugsi eg, at tað er umráðandi, at vit tora at seta okkum á “perron’ina” eina løtu at hugsa, at vit tora at reflektera og fara í dialog; at vit tora at vita, at tað vit gera í dag, fer at fáa gagn um nógv ár.

    Hetta er eisini í tráð við tað, sum avvarðandi ráðharri fyri barnaøki í Íslandi hevur sagt, tá hann segði, at tey átøk man ger innan hetta økið í dag, fer at bera frukt um 60 ár.

    Sum avvarðandi landsstýrismaður innan barnaøkið í Føroyum, gleðir tað meg tí almikið, at eisini tit velja at seta tíð av, bæði til hesa ráðstevnu, har sjóneykan verður sett á trivnaðin hjá teimum ungu, men eisini at tit í tykkara dagliga yrki, vilja virka fyri betri trivnaði fyri okkara ungu, fyri okkara framtíð.

    Eg ynski tykkum eina góða ráðstevnu, og gleði meg til at hoyra tær framløgur, sum verða her í dag.

  • Pangea Føroyar "Finala í støddfrøðikapping" - 25. mars 2023

    Røða í sambandi við Pangea Føroyar 25. mars 2023 – Finala í støddfrøðikapping

    Góðu næmingar, lærarar, foreldur og onnur, sum hava stuðlað og hjálpt til og ikki minst tit, sum skipa fyri kappingini Pangea Føroyar. Eg virðismeti tykkara arbeiði og takki fyri høvið at bera tykkum eina heilsan her í dag.

    Tit næmingar hava nú í eina tíð arbeitt við ymiskum rokniuppgávum, har tit hava roynt tykkara hugflog og fakligu og kreativu evni. Og eg ivist onga løtu í, at tit hava ment tykkara vitan og førleikar innan støddfrøði, at tit hava grundað yvir ymsar spurningar og loysnir, men at tykkum hevur dámt avbjóðingarnar og hildið tað verið spennandi at luttikið. Tit hava arbeitt og hugsavna tykkum um støddfrøði, roknihættir og eisini um kreativa støddfrøði, har tit seta orð á støddfrøðina og vónandi sanna, at støddfrøði er at finna so at siga allastaðni og er eisini annað enn tøl og líkningar.

    Pangea Støddfrøði kappingini er fyri næmingar í 3-9 flokki, har málið er at savna næmingar úr øllum landinum og geva teimum avbjóðingar og fáa teir at ásanna, at rokning kann vera bæði stuttlig og spennandi. Endamálið er at styrkja og vekja áhuga tykkara fyri støddfrøði, og at tit læra at nýta støddfrøðina sum eitt amboð bæði í roknitímunum og í praksis.

    Fyriskipararnir hava saman við skúlunum ment skipanina støðugt hesi árini, vit í Føroyum hava luttikið í kappingini, og serliga síðani vit gjørdu okkara egnu Pangea Føroyar kapping í 2018. Kappingin í ár byrjaði við umleið 1000 næmingum í innleiðandi kappingini síðst í januar, har 13 skúlar luttóku, sum er umleið triðingurin av skúlunum.

    Tit hava luttikið í semifinaluni 18. februar, og í dag hava tit so roynt tykkum í endaligu finaluni, har tit hava gjørt tykkara ítasta. 37 næmingar, 5 og 6 í hvørjum bólki, í 3. til 9. flokki hava dystast, og um eina løtu fáa tit so úrslitini.

    Í Pangea støddfrøði kappingini verður dentur eisini lagdur á felagsskap. Við slagorðinum “Rokning sameinir” vilja tit vísa, at tað er ikki nóg mikið bara at verða best ella bestur, men at duga at stuðla hvørjum øðrum,  læra av hvørjum øðrum, og at gleðast saman um nádd úrslit. Tað er tað íborna forvitnið, kveikjandi hugburður, felagskapur og áhaldni, sum eru so grundleggjandi partar í læringini og ikki minst tær góðu upplivingarnar.

    Tá ið eg var barn, helt eg ikki, at eg dugdi nóg væl at rokna. Eg var, sum vit siga, eingin ørn í rokning, og eg helt heldur ikki, at roknibøkurnar, sum vit høvdu, vóru serliga spennandi. Men tá ið eg nú hjálpi dóttir míni, sum gongur í 6. flokki, við rokniuppgávum, so er stórur munur á, hvussu áhugavert roknitilfarið er í dag bæði námsfrøðiliga og viðvíkjandi uppseting. Og eg hugsi, bara vit høvdu havt hetta tilfarið, tá ið eg var barn. Undirvísingartilfar hevur nógv at siga, so tit eru heppin, og eisini hava  skúlarnir fingið støddfrøðivegleiðarar, sum veita ráðgeving og hjálp í støddfrøðiundirvísingini.

    Tað er altíð spennandi at vita, hvussu tað gekst, at síggja úrslitini, men samstundis mugu tit minnast til, at øll kunnu ikki vinna, men øll kunnu læra og fáa roynt síni evni. Tað ræður um at gera sítt besta, at luttaka við opnum sinni og læra av tí, sum tit gera, bæði tær røttu loysnirnar og tær, sum ikki góvu fult stigatal, ella vóru í so torførar at loysa ella kanska ikki so lættar at skilja. Við venjing vinna vit fram, annaðhvørt tað er við huga ella hond. Venjing skal til alt, og tað síggja vit kanska ofta best í ítróttakappingum.

    Tit ungu eru framtíð okkara, og er tað sera umráðandi, at vit sum samfelag megna at geva tykkum áræði og førleikar, sum eru neyðug amboð, bæði tá ið tað ræður um útbúgving og arbeiði.

    Eg vóni, at tit hava havt ein góðan dag við spennandi avbjóðingum og góðum upplivingum. Uttan tykkum var eingin kapping. Eg takki tykkum fyri tykkara luttøku og fari eisini at bera fyriskiparunum eina stóra tøkk, og ikki minst Uguri, sum hevur staðið á odda fyri kappingunum, og sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri, at Pangea Føroyar skuldi gerast veruleiki. Tøkk fyri.