- Frágreiðing um public service virksemið í KvF 2015 - 29. mai 2017
Frágreiðing um public service virksemið í KvF 2015. Les her.
- Eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya - 13. januar 2015
Ein uttanhýsis serfrøðinganevnd hevur eftirmett Fróðskaparsetur Føroya, og var eftirmetingin løgd fram á almennum fundi í Mentamálaráðnum týsdagin 13. januar 2015. Henda eftirmeting er tann fyrsta av sínum slagi, og er ásett í løgtingslógini um Fróðskaparsetur Føroya. Eftirmetingin skal vera við til at tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya livir upp til altjóða krøv, sum verða sett til granskingargrundaðar universitetsútbúgvingar.
Í serfrøðinganevndini vóru Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari PhD., Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari Dr. Phil., University of Zürich og University of Basel. Les her.
- Landsroyndin 2014
Sí frágreiðing um mál, ávegis mál, uppgávur og úrslit. Les her.
- Broytingar á veg í Koltri
Á kunnandi fundi fyri innbodnum Koltursáhugaðum í Tjóðsavninum, hóskvøldið 23. oktober 2014, var m.a. kunnað um hjáløgdu "Koltursætlan"
- Her er heiti á frágreiðing
- Viðvíkjandi nýggjárssendingini 2013 - 4. februar 2014
Mentamálaráðið hevur skrivað frágreiðing í sambandi við, at Kringvarp Føroya valdi at útveita nýggjárssendingina 2013. Sí skriv til Kringvarpsstýrið og nevndu frágreiðing í hesum sambandi.
Skriv til Kringvarpsstýrið - viðv. nýggjárssendingini 2013.pdf
- PISA 2012 - 2. mars 2012
- Um- og útbygging - Byggiskrá - 29. oktober 2012
Landsstýrismaðurin hevur í oktober 2012 fingið handað eina byggiskrá fyri skúlarnar á Kambsdali:
Byggiskrá.pdf - List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum - November 2012
Kanning eftir Anne Bamford, professara - "List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum". Les her.
- Samandráttur: Ráðstevna um førleikameting - 16. mai 2011
Ráðstevna um førleikameting, Læraraskúlahøllin 16. mai 2011
- ein samandráttur
Endamálið við ráðstevnuni var at seta fokus á førleikameting í Norðurlondum, og hvussu vit í Føroyum fáa sett á stovn eina samsvarandi skipan, har fólk hava møguleika at fáa mett sínar fakligu førleikar, ið tey hava ognað sær í arbeiðslívi ella á annan hátt.
Talan var um eina norðurlendska ráðstevnu – við gestum úr Danmark, Norra, Svøríki, Íslandi, Grønlandi, Álandi og Føroyum. Tilsamans umleið 90 fólk. Ráðstevnan fekk stuðul úr SVL (Nordisk Ministerråds Rådgivningsgruppe for Nordisk Samarbejde om Voksnes Læring).
Ráðharraráðið leggur dent á, at meginreglan um lívslanga læring er grundleggjandi fyri norðurlendska samstarvið innan undirvísing fyri vaksin. Og viðurkenningin av førleikameting hevur høga raðfesting í hesum sambandi. Tað var við hesum í huga, at lunnar vórðu lagdir undir ráðstevnuna.
Jenny Lydersen, ið samskipaði ráðstevnuna um førleikameting, bjóðaði vælkomin og nevndi í tí sambandi norðurlendska samstarvið og royndirnar við førleikameting í Norðurlondum sum góðir stuðlar undir arbeiðnum við førleikameting, ið vit hava ætlanir um at skipa í Føroyum. Endamálið við eini ráðstevnu av hesum slag er at geva íblástur, hugskot og góð ráð, nú Føroyar seta sjøtul á arbeiðið at skipa førleikameting.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, staðfesti í sínari setanarrøðu, at Føroyar eru á byrjanarstøði, hvat førleikameting viðvíkur. Samstundis vísti hon á, at hetta er ein felags ábyrgd hjá samfelagnum. Ikki minst havandi í huga høgu arbeiðsloysistølini, har umleið fýra av fimm arbeiðsleysum als onga útbúgving hava. Tey, sum í dag eru uttan arbeiði, hava verið virkin innan øki, sum eru rakt av manglandi rávørutilgongd, manglandi fíggingarmøguleikum, nýggjari tøkni osv. Hjá teimum var møguleikin ikki at nema sær eina drúgva og kostnaðarmikla útbúgving, men tey hava hinvegin verið við til at gjalda útbúgvingina hjá øðrum. Talan er um borgarar, ið hava lívsroyndir, eru eitt stórt tilfeingi og hava serligar førleikar, sum samfelagið eigur at gagnnýta.
Landsstýriskvinnan staðfesti, at í Føroyum er eingin samlað lóggáva um førleikameting, ei heldur nakað tilboð til einstaka borgaran um at fáa skjalprógvað førleikar, ið eru fingnir til vega sum óformlig læra. Helena Dam á Neystabø vísti tó í sama viðfangi á, at ein arbeiðsbólkur við umboðum úr vinnuni, fakfeløgunum og yrkisútbúgvingunum hevur mælt til at gera eina førleikametingarskipan eftir norðurlendskari fyrimynd. Eisini mælti arbeiðsbólkurin til at skipa ein grunn til eftirútbúgving (Álit um endurskoðan av Yrkisútbúgvingarskipanini, apríl 2010).
Førleikameting eigur at vera ein rættur hjá øllum, eitt amboð til at menna yrkisleiðina hjá tí einstaka, og samstundis ein týðandi fortreyt fyri at menna kappingarevnini, segði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Elisabeth Holm, NVL-umboð í Føroyum, greiddi frá virkseminum hjá NVL og týdninginum av norðurlendska netverkinum fyri læring hjá vaksnum. Endamálið við NVL, ið er eitt “tvørsektorelt” netverk við einum umboði úr hvørjum norðurlandi og sjálvstýrandi øki, er eitt nú at fremja lívslanga læring og halda fokus á tey øki, ið Norðurlendska Ráðharraráðið hevur valt at raðfesta, eitt nú førleikameting og vegleiðing. Hon greiddi frá bygnaðinum í hesum samstarvi, har NVL-netverkið arbeiðir sambært málsetningum og strategiætlan um útbúgving og gransking hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum og tekur støði í árligari virkisætlan hjá SVL, sum er ein stýrisbólkur undir Ráðharraráðnum. NVL hevur skipað arbeiði sítt á tann hátt, at netverkið hevur stovnað fleiri undirbólkar ella onnur netverk við serfrøðingum og praktikarum, ið NVL samskipar. Føroyar hava umboðan í trimum av hesum netverkum. Tey eru Valideringsnetverkið (førleikameting), Vegleiðaranetverkið (lestrar-, útbúgvingar- og yrkisvegleiðing) og Distans (netverk fyri fjarlestur).
Elisabeth Holm vísti á týdningin av føroyskari umboðan í nevndu netverkum, ið lata dyrnar upp fyri samstarvi og geva atgongd til serfrøðina innan økini. Somuleiðis vísti hon á stóra tørvin á skipaðari lestrar- og yrkisvegleiðing á øllum stigum í Føroyum, umframt tørvin á útbúnum vegleiðarum. Meira fæst at vita um virksemið hjá NVL á heimasíðuni www.nordvux.net.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, greiddi frá verandi uppgávum hjá arbeiðsloysisskipanini og arbeiðsávísingini. Umframt at gjalda út arbeiðsloysisstuðul og veita arbeiðsávísing skipar ALS eisini fyri skeiðum av ymiskum slag, umframt at ALS er við til at leggja til rættis styttri útbúgvingar, ið arbeiðsleys ætla sær undir. Ernst Jacobsen vísti á fleiri ítøkilig átøk fyri at fáa fleiri fólk í arbeiði. Eitt nú hevur ALS sett í starv ein ungdómsráðgeva og ein lestrarvegleiðara. ALS hevur lagt seg eftir at brúka coaching sum eitt amboð at finna sterkar síður og møguleikar fyri menning hjá tí einstaka, ið hevur brúk fyri ALS. Og eisini hevur ALS skipað fyri skeiði, har arbeiðsleys fáa innlit í sjólívið. Sum liður í at menna førleikarnar hjá arbeiðsleysum uttan stórvegis skúlagongd hevur ALS eisini lagt seg eftir at stuðla teimum í at taka 9. ella 10. flokk fólkaskúlans, og/ella einkultfak úr miðnámsskúlunum.
Ernst Jacobsen vísti á nýggju avbjóðingina hjá ALS, nú arbeiðsloysistølini eru vaksandi. Tølini broyttust munandi til tað verra, tá Faroe Seafood fór á húsagang, og fleiri hundrað fólk, flestu teirra ófaklærd, mistu arbeiðið. Stjórin á ALS minti á, at øll menniskju hava førleikar, og avbjóðingin er at møta teimum, har tey eru. Flestu arbeiðsleys hava als onga útbúgving, og tí er tað avgerandi at skipa førleikameting, ið kann vera við til at hjálpa teimum víðari.
Eyðun Gaard, leiðari fyri Yrkisdepilin, greiddi frá føroyska lógarverkinum á økinum. Hann vísti á, at innan yrkisútbúgvingar kunnu lærlingar fáa góðskrivað part av lærutíðini, um teir hava skjalprógvaðar arbeiðsroyndir innan yrkið. Talan er tó um eina generella meting av óformligum førleikum (arbeiðsroyndum), og ikki ein meting av formligum førleikum. Viðkomandi verður ikki førleikamettur eftir sínum dygdum. Ein yrkisnevnd ger metingina. Sum dømi nevndi hann ein 40 ára gamla mann, sum hevur arbeitt sum timburmaður síðani fólkaskúlan. Hesin kann fáa stytt lærutíðina við níggju mánaðum, niður í trý ár. Men skúlatíðin er óbroytt, tí eftir føroyskari lóggávu hevur hann ikki nomið sær nakran formligan førleika.
Eyðun Gaard vísti á, at sum tann higartil einasti fylgir Heilsuskúlin meginreglunum um førleikameting og er farin víðari til einstaklingsmeting av førleikum, ið næmingar hava nomið sær áðrenn lestrarbyrjan.
Eyðun Gaard tók fram yvirskipaða málið í Visjón 2015 um, at øll við tilknýti til arbeiðsmarknaðin skulu vera partur av eini menningarætlan, hetta fyri at menna førleikarnar á arbeiðsmarknaðinum sum heild, ið aftur vil hava við sær størri, fakligt flytføri (mobilitet). Visjón 2015 leggur eisini upp til, at serlig atlit skulu takast til at útbúgva ófaklærdu arbeiðsmegina, so at hesi kunnu fáa ókeypis, førleikagevandi útbúgving og samstundis arbeiðsloysisstuðul.
Til seinast reisti hann spurningin, hvussu vit í Føroyum koma víðari við førleikameting. Hann vísti til álitið um endurskoðan av Yrkisútbúgvingarskipanini frá apríl 2010, sum viðger evnið. Avgerandi er at fáa arbeiðsmarknaðin í miðdepilin, so at partarnir á arbeiðsmarknaðinum, saman við almennu myndugleikunum, fáa ein felags áhuga í at skipa eina førleikameting.
Norðurlendsku royndirnar
Lisbeth Bang Thorsen, skrivstovustjóri í arbeiðsmarknaðardeildini í danska undirvísingarmálaráðnum, greiddi frá donsku royndunum á økinum. Í Danmark hava øll rætt til eina førleikameting, ið er ókeypis fyri tann einstaka og arbeiðsplássið, ið fær útreiðsluna endurrindaða. Metingin er altíð gjørd fyri tann einstaka. Og altíð er tað útbúgvingarstaðið, ið ger metingina.Høvuðsendamálini við donsku skipanini eru at økja motivatiónina hjá tí einstaka at nema sær útbúgving við at virðismeta verandi førleikar. At málrætta og laga útbúgvingarnar til tann einstaka og harvið sleppa undan “dupult-útbúgving,” tó sjálvandi innanfyri lógarinnar karm. Triðja endamál er at økja fakliga flytførið og smidleikan á arbeiðsmarknaðinum. Og sum tað fjórða við skjalprógvan av viðurkendum førleikum seta tann einstaka í betri støðu í sambandi við at skifta arbeiði ella fara undir framhalds- ella eftirútbúgving.
Ein avbjóðing, við at lata útbúgvingarstøðini gera førleikametingina, er, at einstaka útbúgvingarstaðið kann koma í eina tvístøðu millum at geva tí einstaka eina førleikameting ella bjóða eitt útbúgvingarpláss. Við donsku skipanini kann útbúgvingarstaðið koma í eina fíggjarliga tvístøðu, har førleikametingin kann føra við sær, at útbúgvingarplássið (“vøran á hyllini”) ikki verður selt.
Onnur avbjóðing er at breiða út kunnleikan um førleikameting. Hóast skipanin hevur virkað í Danmark í fleiri ár, eru tað framvegis mong, ið ongantíð hava hoyrt um skipanina.
Triðja avbjóðingin er at góðskutryggja førleikametingina. Hetta skal ætlandi gerast við at gera metingarnar meira eins, umframt við opinleika.
Michael Andersen & Christina Laugesen, Danmarks Evalueringsinstitut (EVA), hava bæði verið við til at eftirmeta donsku skipanina. Tey vístu á, at enn er nakað á mál, áðrenn førleikametingarprógvið fær sama virði/status sum eitt vanligt prógv. Teirra eftirmeting vísir, at danir í ov lítlan mun kenna møguleikarnar fyri førleikameting. Tí er neyðugt við serligum átøkum fyri at økja um kunnleikan til førleikameting, eitt nú við at siga frá góðum dømum um førleikameting. Eisini vísir eftirmetingini, at 72-82 prosent av donsku lærustovnunum, ið gera førleikameting, hava trupult við at fáa eyga á nakran fíggjarligan ágóða av hesum virksemi.
Somuleiðis er tað ein trupulleiki, at ov fáar førleikametingar verða skjalprógvaðar. Tí verður í Danmark mælt til, at allir útbjóðarar skulu tryggja, at meting og viðurkenning av førleikum verða skjalprógvað, so avgerðir kunnu eftirkannast. Á tann hátt ber til at styrkja um trúvirðið í einstøku førleikametingini. Tað knípur við almennari kunning um mannagongdir og krøv, ið liggja til grund fyri førleikameting.
Í Danmark vísa royndirnar, at tey flestu nýta tilboðið um førleikameting í sambandi við eina komandi útbúgving, meðan fá nýta førleikametingina til at fáa eitt nýtt arbeiði.
Camilla Alfsen, seniorráðgevi á deildini fyri karrieruvegleiðing á Vox (Nasjonalt Fagorgan for Kompetansepolitikk) í Norra, greiddi frá norsku royndunum á økinum. Í Norra fóru tey undir skipaða førleikameting síðst í nítiárunum, og endamálið var at fáa eina landsfevnandi skipan til at meta um og skjalfesta førleikar hjá vaksnum fólki. Í Norra verður realkompetansa roknað sum allir førleikar hjá tí einstaka, ið viðkomandi hevur nomið sær við útbúgving, løntum og óløntum arbeiði, virksemi í felagsskapum, felagslívi og familjulívi.
Avgerandi fyri norsku verkætlanina var at skapa felags ognarkenslu og felags ábyrgd hjá øllum avvarandi pørtum. Í Norra hava tær 19 fylkis-kommunurnar skyldu at skipa fyri og bjóða førleikameting. Harumframt kunnu yrkisskúlar, háskúlar og universitet gera førleikametingar. Allir normenn, eldri enn 25 ár, hava rætt til eina førleikameting, ið verður gjørd av fakligum ráðgeva og gevur prógv. Metingin verður gjørd út frá samrøðu, tilfari til skjals og yrkisroyndum. Førleikarnir hjá tí einstaka, dokumenteraðir ella ódokumenteraðir, verða vigaðir upp ímóti lesiætlanum ella ítøkiligum krøvum til ávíst starv, og síðani verður førleikaprógv útskrivað.
Avbjóðingarnar við norsku skipanini eru fleiri. Fylkis-kommunurnar hava ymsar mannagongdir fyri førleikametingini, harundir tulkan av reglum, krøv til fakligar ráðgevar og skráseting av hagtølum. Tað gongst striltið at upplýsa um mannagongdir fyri førleikameting á yrkisskúlunum, og á háskúlum og universitetum verður førleikametingin nærum ikki nýtt. Og í privatu vinnuni gongst striltið hjá fyritøkunum at liva upp til málið um, at førleikameting skal vera eitt hent amboð fyri at menna førleikarnar hjá starvsfólkunum.
Í Norra er neyðugt at góðskutryggja førleikametingina, javngera mannagongdirnar og annars kunna um skipanina, sigur Camilla Alfsen.
Ingibjørg Elsa Guðmundsdóttir er stjóri fyri Fræðslumiðstøð Atvinnulífsins (útbúgvingarmiðstøð vinnulívsins), ið partarnir á íslendska arbeiðsmarknaðinum tóku stig til í 2002, og sum í dag fevnir um bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin.
Málbólkurin eru tey uttan ungdómsútbúgving, tað er umleið ein triðingur av løntakarunum í Íslandi og helvtin av teimum arbeiðsleysu.
Royndirnar úr Íslandi hava verið góðar, ungdómsútbúgvingarnar hava tikið væl ímóti skipanini við førleikameting og hava í fleiri førum skræddaraseymað útbúgvingartilboð til tey, ið hava fingið førleikameting. Tey fyrstu árini fóru umleið 70 prosent av teimum, ið fingu eina førleikameting, undir eina útbúgving. Seinnu árini er talið fallið nakað.
Fyrsta alment fíggjaða førleikametingin í Íslandi var innan handverksvinnuna, og seinnu árini er skipað fyri førleikameting innan fleiri onnur yrki. Eitt nú skrivstovuyrkið, handilsvinnuna, námsfrøðina og heilsuhjálparayrkið.
Førleikametingin er gjørd við støði í lesiætlanum fyri ymsu ungdómsútbúgvingarnar.
Eisini hevur útbúgvingarmiðstøðin gjørt royndir við at orða neyv krøv saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og síðani gjørt førleikametingarnar út frá hesum.
Í fjør vórðu nógvar broytingar gjørdar í sambandi við, at ein lóg um lívslanga læru var samtykt. Ein serligur útbúgvingargrunnur var settur á stovn afturat Fræðslumiðstøð Atvinnulífsins.
Endamálið við førleikametingini skal vera púra greitt fyri tey, sum vilja vera við. Rætturin hjá luttakaranum skal vera í miðdeplinum. Tað veri seg, at upplýsingar eru í trúnaði, at luttakarin hevur ognarrætt til úrslitið, umframt møguleikin at kæra. Øll skulu vera kunnað um síni rættindi frá byrjan. Trúnaður og álit eru grundleggjandi fortreytir.
Óheftni og trúvirði hava stóran týdning, soleiðis at skilja, at einans óheftir persónar gera førleikametingina. Trúvirðið og gildið av førleikametingini skulu tryggjast eftir bestu evnum.
Sambært Ingibjørg Elsu Guðmundsdóttir hevur íslendska stjórnin í mai mánaði veitt vissu fyri, at øll sum hava eina førleikameting, skulu fáa rætt til eitt útbúgvingarpláss.
Edda Jóhannesdóttir er lestrar- og arbeiðsvegleiðari á útbúgvingarmiðstøðini IÐAN, sum er ein endur- og eftirútbúgvingarmiðstøð fyri 28 ymisk handverksfak í Íslandi, stovnað í 2006. Endamálið við IÐAN er at bøta um førleikarnar hjá fyritøkum og starvsfólkum innan handverksfakini, og verður tað gjørt við endurútbúgving, eftirútbúgving og meistaralæru. Eisini skal IÐAN vera við í granskingar- og menningarætlanum til frama fyri útbúgvingar innan handverk og ídnað. IÐAN hjálpir til við at gera sáttmálar um praktikkpláss, skipar fyri sveinaroyndum og ger førleikametingar.
Eins og í fleiri av hinum Norðurlondunum verður realkompetancan í íslendsku skipanini mett út frá eini heildarmeting av øllum førleikunum hjá tí einstaka. Eitt nú royndir frá praktiskum arbeiði, frítíðarvirksemi, skúlagongd, felagsarbeiði osv.
Tað er luttakarin sjálvur, ið hevur høvuðsleiklutin í førleikametingini. Somuleiðis eru lestrarvegleiðarar við allan vegin, frá byrjan til enda. Lestrarvegleiðarin leggur somuleiðis ein leist fyri, hvør útbúgvingar- ella lestrarleið kann gerast aktuel fyri luttakaran eftir lokna førleikameting. Yrkisfólk, t.d. meistarar og lærarar, standa fyri sjálvari førleikametingini.
Fyri at fáa eina førleikameting frá IÐAN, skal ein vera 25 ár og hartil hava í minsta lagi fimm ára arbeiðsroyndir innan tað handverk, ið viðkomandi skal førleikametast eftir, og skulu arbeiðsroyndirnar skjalprógvast.
Øll, sum søkja um førleikameting, koma til samrøðu hjá lestrarvegleiðara í byrjanini av tilgongdini. Har verða allar upplýsingar, ið umsøkjarin hevur við sær, gingnar ígjøgnum. Eisini verður tosað um styrkir og forðingar hjá umsøkjaranum, møguligar innlæringartrupulleikar og næstu stigini í útbúgvingini, eftir at førleikametingin er liðug. Eisini er tað uppgávan hjá lestrarvegleiðaranum at veita stuðul, um umsøkjarin er fjálturstungin, og lestrarvegleiðarin er eisini til staðar undir sjálvari førleikametingini. Somuleiðis hevur vegleiðarin skyldu at kunna luttakararnar um tey útbúgvingartilboð, ið kunnu vera viðkomandi eftir lokna førleikameting, og hjálpir at leggja tilgongdina til rættis.
Edda Jóhannesdóttir legði dent á, hvussu týdningarmikil leikluturin hjá lestrarvegleiðaranum er. Fyri mong er tað eitt stórt stig at fáa eina førleikameting, ið skal føra tey víðari á útbúgvingarleið, og mong bera ringar skúlaroyndir í skjáttuni. Hartil er tað eingin sjálvfylgja fyri nógv at finna fram útbúgvingartilboð, og enn minni at leggja eina útbúgving til rættis. Fyri útbúgvingarstøðini er umráðandi at taka væl ímóti teimum, sum eftir lokna førleikameting taka stigið víðari aftur á útbúgvingarleið, ofta eftir mongum árum uttanfyri.
Liður í førleikametingini er ein førleikamappa, sum luttakararnir skulu útfylla, og sum skal geva eina fullfíggjaða mynd av, hvat tey ítøkiliga hava gjørt á hvørjum arbeiðsplássi, tey higartil hava havt. Eisini kunnu nýtast kjekklistar við yvirliti yvir, hvat ein luttakari skal duga innan eitt ávíst fak. Tað eru yrkisfólk, t.d. meistarar innan ávísa fakið, ið saman við lærarum gera kjekklistarnar. Luttakarin metir so sjálvur, til dømis á einum skala frá 1-4, hvussu nógv hann kennir til ymsu økini innan fakið. Metir viðkomandi seg samanumtikið at kenna nógv til fakið, verður hann førleikamettur í fakinum.
Eftir lokna førleikameting fáa allir luttakarar eitt prógv og eitt yvirlit yvir tey fak/skeið, sum eru tikin við í metingina. Síðani er tað uppgávan hjá lestrarvegleiðarunum at greiða øllum luttakarum frá teimum útbúgvingarmøguleikum, ið fyriliggja. Royndirnar úr Íslandi vísa, at ofta hava luttakararnir tørv á nógvum stuðli og eggjan.
Ein førleikameting hjá IÐAN fevnir bara um yrkisfakini og ikki felags fak sum støddfrøði, mál osv. Seinni kunnu luttakararnir taka felags fakini á serligum breytum, har undirvísingin leggur dent á javna og regluliga meting og ikki endaligar próvtøkur. Hetta hevur víst seg at roynast væl hjá fólki við innlæringartrupulleikum. Sveinaroyndin innan ávísa yrkisfakið er tó eins fyri øll.
Eitt spurnarumfar millum íslendingar, sum hava valt at taka eina førleikameting, og við støði í henni fáa sær útbúgving, vísir greitt eina tráan eftir at fáa pappír uppá sítt fak. Hetta var ein kjansur fyri at gera skúlan lidnan og avgreiða sveinastykkið. Felags fyri tey flestu var, at tey ikki høvdu hugsað sær at farið aftur í skúla, var tað ikki fyri førleikametingina, ið gav neyðuga stuðulin, vegleiðingina og hartil fylgdi teimum allan vegin.
Góð dømi um førleikameting
Orsøkirnar til at fáa mett um sínar realkompetencer kunnu vera mangar, bæði fyri arbeiðspláss og einstaklingin. Tað veri seg fyritøkur í menning og við tørvi á at laga seg til nýggjar marknaðir, fyritøkur við ynski um eina generella førleikamenning ella einstaklingar við ynski um at menna sína yrkisleið. Eisini kunnu vera meiri daprar orsøkir, eitt nú fyritøkur í kreppu ella í stórari broytingartilgongd, ella at einstaklingar missa arbeiði.Í Íslandi arbeiða sera nógv fólk í byggivinnuni, uttan nakrantíð at hava fingið útbúgving sum timburmenn. Í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni er stórt arbeiðsloysi í byggivinnuni, og nógv ófaklærd missa arbeiði. IÐAN hevur higartil førleikamett níggju bólkar við umleið 20 luttakarum hvør, og tørvurin er stórur. Royndirnar hava verið góðar, ikki minst tí at semja hevur verið millum fakfeløg, timburmeistarar og skúlarnar um týdningin av, at hesi fólk fáa mett um sínar førleikar og harnæst fáa eina útbúgving. Tekniski skúli í Reykjavík skræddaraseymaði eina útbúgving fyri tann fyrsta bólkin, ið var førleikamettur. At kalla øll tóku av tilboðnum, og flestu teirra hava longu staðið sveinaroyndina. Eftirmetingin vísti breiða semju í bólkinum um, at tað hevði havt stóran týdning fyri tey at fáa møguleika at gjøgnumføra útbúgvingina saman. Stuðulin frá hvørjum øðrum, saman við nógvari lestrarvegleiðing, hevði verið til stórt gagn. Í dømum sum hesum er tó oftast talan um skirvisligar bólkar, ið hava tørv á nógvum stuðli og vegleiðing, og hartil liggur stór ábyrgd á teimum, ið skulu standa fyri sjálvari førleikametingini, og mugu hesi vera fleksibul og hava góðar, menniskjaligar eginleikar.
Camilla Alfsen vísti á fleiri dømi úr Norra um væleydnaða førleikameting. Eitt dømi er Per, ófaklærdur og arbeiðir í frálandavinnuni í Norðsjónum. Sum ungur kendi hann ongantíð tørv á at fáa pappírir uppá tað, ið hann dugdi. Var har ein gravimaskina, so slapp eg at grava, tekur hann til. Hóast ófaklærdur var Per dugnaligur, og so við og við fekk hann ábyrgd av ávísum arbeiði á tveimum boripallum í Norðsjónum. Nógv ferðing og stór ábyrgd. Men brádliga bleiv hann sjúkrameldaður í eitt heilt ár. Í samráð við arbeiðsgevaran fekk hann mett um sínar førleikar og fekk stóran part av útbúgvingini góðskrivað, tá hann fór í læru sum ídnaðar-mekanikari.
Annað dømið er um Jannu, sum seymar búnar í Nordfjord. Hon er væl umtókt, og viðhvørt hevur hon so nógv at gera, at kundarnir mugu bíða í tvey ár eftir hennara búnum. Janna er sjálvlærd, tvs ófaklærd. Men hon dugdi at seyma búnar, og við førleikameting fekk hon pappír uppá sínar førleikar. Síðani kundi hon fara á skúlabonk og taka tey fak, ið hon manglaði. Hon er í dag farin frá at vera sjálvlærd til at vera góðkendur lærumeistari, ið kann taka lærlingar, og læra tey upp til fakið at seyma búnar.
Triðja dømið er um Petter, sum kom í ta støðu at skula skifta yrki. Hann hevur altíð smíðað nógv, hevur eitt nú bygt síni egnu hús. Hann hevur nógvar myndir av tí og kann eisini vísa á fleiri váttanir fyri, at hann hevur gjørt nógv timburarbeiði. Hann fekk eina førleikameting, ið varð hildin upp ímóti krøvunum og læriætlanini fyri timburfakið. Á henda hátt gjørdist leiðin inn í eitt nýtt yrki munandi styttri fyri Petter.
Eisini í Danmark eru nógv dømi, har førleikameting hevur verið eitt jaligt startskot til at koma víðari.
Tá Post Danmark fór frá at vera alment til privat, hendu stórar broytingar í fyritøkuni. Deildir vórðu stongdar, bygnaðurin broyttur og nógv fólk mistu starvið. Í mongum føri var talan um fólk við innanhýsis postútbúgving, ið av givnum orsøkum var rættiliga avmarkað til postøkið. Fakfelag teirra tók tí, við stuðli frá nýggju leiðsluni, stig til at fáa postútbúgvingarnar og –skeiðini vigað og mett upp ímóti útbúgvingum innan handils- og skrivstovuyrkið. Starvsfólkini fingu harvið eina førleikameting, sum bleiv brúkt sum útgangsstøði fyri eini GVU-útbúgving (grundlæggende voksen uddannelse), og á tann hátt gjørdust tey faklærd. Tað økti um møguleikarnar fyri at fáa starv uttanfyri Post Danmark, umframt teirra møguleikar at halda fram við at útbúgva seg.
Annað dømi úr Danmark er viðvíkjandi eldrarøktini, har kommunur í áravís hava verið noyddar at seta ófaklærd í størvini sum heilsuhjálparar, tí tørvurin hevur verið stórur. Samstundis hava kommunurnar víst ynski um, at eldrarøktin skal mannast við útbúnum fólki, og hava tí roynt at førleikameta tey ófaklærdu og meta teirra førleikar upp ímóti eini heilsuhjálparaútbúgving. Metingin av førleikunum hjá tí einstaka er eitt samspæl millum GVU-útbúgvingarskipanina (grundlæggende voksen uddannelse) og leiðaran hjá tí einstaka og er fyrsta stigið móti útbúgving innan økið. Fyri tann einstaka er motivið í fyrstu atløgu ofta møguleikin fyri hægri løn, meðan leiðslan og kommunan fáa hækkað fakliga støðið og hægri góðsku í arbeiðið.
Samanumtikið
Eftir góðu dømini úr norðurlendsku grannalondunum varð tikið samanum ráðstevnuna við kjaki.Kjakið vísti á fleiri viðurskifti og spurningar, ið havast mugu í huga, nú vit í Føroyum leggja lunnar undir skipaða førleikameting.
Førleikametingin kann lættliga koma í kapping við vanligu útbúgvingarskipanina. Umráðandi er tí við felags forstáilsi, og ikki minst mugu skúlarnir síggja eitt endamál við, at nøkur við førleikametingarváttan í hondini fara ein annan veg gjøgnum útbúgvingarskipanina.
Hvør skal gera førleikametingina? Skulu tað vera skúlarnir, ella skulu setast á stovn endur- & eftirútbúgvingarmiðstøðir? Danir hava lagt uppgávuna til útbúgvingarstøðini, meðan íslendska vinnan í nítiárunum setti á stovn eina miðstøð til endamálið.
Hvussu skal førleikametingin fíggjast, alment ella privat? Og hvat hendir við tilverugrundarlagnum hjá teimum, sum fáa førleikameting, supplerað við útbúgving. Bæði í Norra og Íslandi hevur hesin partur verið ein fótongul og ein trupulleiki, ið ikki er endaliga loystur. Í báðum londum kunnu fólk søkja um lán, arbeiðsloysisskipan stuðlar ikki skúlagongd, men í onkrum føri skeið. Í Danmark er lættari at fáa endurgjald fyri mista inntøku í hesum sambandi, og arbeiðsleys fáa dagpengar undir førleikameting og eftirfylgjandi útbúgving. Hugsi um fíggjarligu aspektini, tí her liggur also spreingievni, ljóða ráðini úr Danmark.
Ein avbjóðing er at góðskutryggja førleikametingina, soleiðis at trúvirðið er í lagi og útbúgvingarskipanin, vinnan og fólk annars hava virðing fyri og álit á førleikametingarváttanini. Royndirnar úr hinum Norðurlondunum vísa, at neyðugt er, at tilgongdin er opin, og krøvini til førleikametingina eru eins og løtt at skilja. Í Danmark umrøða tey lógarbroyting, ið skal tryggja størri opinleika.
Í onkrum av grannalondunum, eitt nú Norra, umrøða høvuðsavtalur á arbeiðsmarknaðinum skjalprógvan fyri førleikameting. Hesi viðurskifti eru verd at hava í huga til framtíðar sáttmálasamráðingar á almenna- og privata arbeiðsmarknaðinum.
Íslendsku royndirnar tala fyri at byrja við einum sonevndum pilotprojekti, einum royndarøki fyri førleikameting. Sambært íslendsku ráðstevnugestunum vísa royndirnar, at nógv ófaklærd eru sera bangin fyri at fara aftur í skúla. Hav tað í huga og ger nakað við tað, ljóðar íslendska ráðið!
Felags fatanin millum norðurlendsku grannarnar er, at tað hevur alstóran týdning, at alt samfelagið er við uppá hugskotið við førleikameting, tað veri seg tað almenna, vinnulívið, fakfeløg og onnur. Norska fatanin er hartil, at tað hevur týdning, at skipanin er sjálvboðin, tvs at arbeiðsgevarar hava hug at vera við. Í Svøríki hevur arbeiðsloysisskipanin tikið stig til eina nýggja ætlan við førleikameting.
Í grannalondunum hevur tað verið ein trupulleiki, at langt frá øll kenna til møguleikan fyri at fáa eina førleikameting. Tað er neyðugt, at tilboðið um førleikameting er alment kent millum manna. Ráðini úr Danmark eru at seta í gildi meginregluna um, at førleikameting er ein rættur hjá hvørjum einstøkum.
Í samanumtøkuni varð fleiri ferðir víst á, at Føroyar eru í gyltu støðuni at hava møguleika at taka tað besta úr norðurlendsku skipanunum við førleikameting. At læra av royndunum hjá norðurlendsku grannunum og brúka hesar sum grundarsteinar undir eini føroyskari skipan.
Føroysk førleikameting áveg
Eftir kjakið tók Helena Dam á Neystabø saman um dagin. Landsstýriskvinnan førdi fram, at her er talan um eina ta mest týðandi íløguna fyri føroyska samfelagið – bæði havandi í huga arbeiðsloysistølini og fyri at taka hond um arbeiðsmegina. Hon ætlar tí sum skjótast at seta eina nevnd, ið skal koma við einum útkasti til eina føroyska, førleikametingarskipan. Eina skipan, ið byggir á tað besta úr skipanunum úr norðurlendsku grannalondunum, tillagað føroyska samfelagið.Eitt gamalt orðatak sigur, at ilt er at læra gamlan hund uppi at sita. Latum okkum gera tað til okkara mál at gera hetta orðatakið til skammar, segði Helena Dam á Neystabø, tá hon tók samanum.
Helena Dam á Neystabø vísti á, at í útbúgvingarskipanini eru hópin av fagligum, námsfrøðiligum og yrkisútbúgvingarligum førleikum. Men vit mangla vegleiðarar og útbúgvið fólk til at gera førleikametingarnar.
Eisini vísti hon á broytingar, sum eru á veg, eitt nú innan teknisku útbúgvingarnar. Hesar vilja gera tað lættari at bjóða tilboð til tey, ið eftir førleikameting hava tørv á útbúgving, ið víkir frá “traditionella” útbúgvingarvegnum.
Landsstýriskvinnan í mentamálum ásannaði, at ein avbjóðing er spurningurin um fígging. Hvat skal tann einstaki liva av, meðan viðkomandi fær sína førleikameting og eftirfylgjandi útbúgving. Ein onnur avbjóðing er at bróta niður garðarnar innanhýsis millum aðalráðini, millum tað almenna og privata osv. At enda steðgaði landsstýriskvinnan enn einaferð við arbeiðsloysistølini, ið vísa, at heili 80 prosent av teimum arbeiðsleysu í Føroyum hava als onga útbúgving.
-Hetta má vera eitt wake-up call, staðfesti Helena Dam á Neystabø.
Mentamálaráðið kennir tað sum sína skyldu at gera eina handlingsætlan yvir, hvussu førleikametingin kann skipast. Men uttan ein virknan leiklut frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum verður ikki komið á mál.
- Harðskapur í parlagi og nærsambondum - 1. oktober 2011
Heildarætlanin at fyribyrgja og steðga harðskapi í parlagi og nærsambondum varð á kvinnudegnum tann 8. mars 2011 løgd fram.
Hetta er fyrsta heildarætlanin, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og steðga slíkum harðskapi. Yvirskipaða heildarætlanin vísir á ítøkilig átøk, sum skulu verða sett í verk. Sí faldara og røðu. Les her: - Ov fá lesandi koma heim aftur eftir loknan lestur - 1. oktober 2011
Frágreiðing og framløga. Les her:
- Barna- og ungdómskanning - 1. august 2008
Í sambandi við at Mentamálaráðið hevur ynskt at lýsa ein nýggjan barna- og ungdómspolitikk, varð á vári 2008 gjørd ein kanning av mentanarligum og sosialum viðurskiftum hjá børnum. Frágreiðingin, ið her fyriliggur, byggir á spurnakanning, ið fór fram á 8 fólkaskúlum kring landið. Børn úr 3. og 8. flokkum luttóku. Frágreiðingina gjørdi Firouz Gaini samfelagsgranskari. Les frágreiðingina her: Frágreiðing
- Fráfalskanning - Føroya Studentaskúla og HF-skeið - Februar 2006
Frágreiðing um næmingafráfall á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði - Les her.
- PISA frágreiðingar o.a.
PISA frágreiðingar og annað tilfar. Les her: