Við Tjarnir – 1. mars 2025
Edith Piaf, Dolly Parton, og Ariana Grande. Ella Prince, Bruno Mars og Freddie Mercury.
Hvat hava hesi til felags?
Jú, hesi hava tað til felags, at tey við sínum evnum hava ávirkað bæði tónleikaverðina og heimssøguna yvirhøvur.
Eitt annað, sum hesi hava til felags, er tað, at tey øll vóru lág í vøkstri. Bara ein av teimum var yvir 170 cm, so her er talan um menniskju, sum við fyrsta eygnabrá tyktust smá, men sum vístu seg at vera stór upp á aðrar mátar.
Tað sama er galdandi innan ítrótt. Her hava vit dømir uppá, hvussu persónar, sum at síggja til vóru lítlir, rukku altjóða hæddir, og kundu vit nevnt Diego Maradona, sum við sínum 165 cm óivað hevur verið ein tann besti fótbóltsspælarin.
Hóast vit sum tjóð eru lítlar, so hava vit eisini víst, at vit eru stór, ja enntá kempir. Hetta varð prógvað í 2023, har okkara U21 hondbóltslandslið endaði á einum imponerandi 7. plássi í HM- endaspælinum, og eisini hava vit ferð eftir ferð (vakt ans) skarað framúr í sangkappingum uttanlands við okkara framúr dugnaligu tónleikafólkum. Og júst í kvøld, meðan vit eru við Tjarnir, luttekur aftur ein føroyingur í sangkappingini Melodi Gran Prix í Danmark.
Tá hetta er sagt, so mugu vit eisini minnast til, at tey góðu avrikini seta krøv til hølisviðurskiftir, og er við Tjarnir eitt tekin upp á hetta, eins og Tórsvøllur og 50 m svimjubanarnir eru tað.
Nógv í lívinum er eitt sindur mótsigandi (paradoksalt), og kanska er tað eisini soleiðis við okkum føroyingum; tí hóast smáir, so roynast vit knáir. Vit hava víst øðrum, at vit ikki altíð skulu vera realistisk ella jarðbundin, nei, vit skulu hugsa størri enn bara tað realistiska, serliga tá tað viðvíkur ítróttalig, listalig og mentanarlig avrik yvirhøvur.
Vit skulu áhaldandi vísa øðrum, at ein lítil tjóð saktans kann vera eitt stórt fólk.
Vit skulu vísa okkara komandi ættarliðnum og umheiminum, at tá tað snýr seg um tónleik, ítrótt og mentan, so nýtist okkum ikki at vera jarðbundin, nei, vit vilja slíta tað, sum bindur okkum niður, vit vilja droyma stórt, tí vit hava ásannað, at avrikið verður bara avmarkað av dreyminum.
Vit eru í kvøld stødd her við Tjarnir. Um onkur fyri 6-7 árum síðani hevði sagt við meg, at eg í dag fór at kunna koyra frá heimbygd míni - frá Glyvrum undir Tangafjørð, fyri síðan at koma upp á Hvítanesi og koyra beina leið niðan á Tjarnir til eina stórhøll, sum kann brúkast til bæði altjóða hondbóltsdystir og stórkonsertir, ja, so hevði eg kanska himprast…og ivast.
Men her eru vit so í dag, og vit sita við kensluni av, at vit enn einaferð hava avrikað nakað stórt, og skal eg vegna Landsstýrið takka øllum tykkum, sum hava gjørt henda dreym til veruleika.