Røður hjá landsstýrismanninum


Góðu áhoyrarar,

Vit kunnu í dag gleðast um, at fyrsta flagið verður loyst í sambandi við útbyggingina av Rásini.

Talan er her um eina verkætlan upp á 25. mio. kr., og væntandi verða handverkararnir lidnir at byggja longu í januar 2025, soleiðis at flytast kann inn og klárt verður til skúlabyrjan í august 2025.

Talan er um eina útbygging á 450 fermetrar, og vil tað hava við sær, at tað frameftir fer at bera til, at taka tvífalt so nógvar næmingar inn, sum skúlin tekur í dag, soleiðis at næmingatalið fer frá 7 næmingum upp til 14, og eisini fer tað at bera til, at taka næmingar upp hvørt ár.

Rásin er meir enn bert ein bygningur. Rásin er eitt heim fyri ung, sum hava aðrar avbjóðingar enn so nógv onnur. Hesi ungu, sum hava búleikast, og sum frameftir skulu búleikast her, eru liðug við fólkaskúlan, og skulu ta tíð tey eru á Rásini, brynja seg enn betur til at vera partur av okkara samfelag.

Endamálið við Rásini eigur at vera hjartaslátturin í okkara samfelag: tað, at tað skal vera rúm fyri okkum øllum í dagsins samfelagi, óansæð førleikar.

Fyri nøkrum vikum síðani, tann 10. juni, hevði eg høvið at vitja Rásina, tá prógv skuldu handast. Hetta var ein hátíðardagur av teim heilt stóru, tí bæði tey ungu, avvarðandi og ikki minst starvsfólkini vóru merkt av einari heilt serligari gleði.

Eg var so heppin, at eg tá slapp at halda eina røðu, og hugleiddi eg tá orðið “ rás”, harundir, at ein rás er ein farleið sum gangast skal eftir; og júst henda Rásin er ein farleið, har tey ungu ferðast eitt tíðarskeið, meðan tey fáa onnur og nýggj amboð til at smíða sína framtíð við.

Í dag verður Rásin víðkað, soleiðis at fleiri sleppa at ganga eftir og á henni. Talan er um eina útbygging, sum fer at taka seg væl út í landslagnum og saman við núverandi bygningi, og ger, at vit fáa ein nýggjan bygning við 2 hæddum við kamarslon á ovaru hæddini, og undirvísingar- og felagshølir á niðaru hæddini. Sostatt fáa tey ungu ein stásiligan bygning at húsast í.

Tó vil eg til seinast siga, at tað sum ger og frameftir eisini fer at gera henda bygning stásiligan, er ikki bara núverandi og komandi bygningur, men fer altíð at vera tey ungu, sum húsast her. Tey seta nemliga lit á samfelagið, á lívið og á tað umhvørvi tey ferðast í, og geva eitt stórt íkast til samfelagið, við bert at vera tey, og eru góðar fyrimyndir fyri mong.

Til endans skal eg vegna Føroya landsstýri takka fyri og ynskja bæði Rásini og arbeiðstakarum eina hepna hond frameftir.

Takk fyri.