Røður hjá landsstýrismanninum


Ungt Virki – Glasir, 28. mars 2025

Góðu tit øll – og serliga tit ungu, sum í dag fara at vísa okkum tykkara hugflog og dirvi.

Eg vil byrja við hesum setningi: Áhaldni vinnur, har viljin vil.

Í dag, tá man kemur inn her, so merkir man, at nakað serligt er í luftini; her rørist okkurt, okkurt, sum er spennandi og mennandi.

Um eina løtu fara tit, 108 næmingar, umboðandi 29 bólkar at vísa okkum, hvussu nógva orku og íblástur tit hava lagt í júst tykkara hugskot. Tit hava arbeitt hart, lært nógv og fara nú at traðka fram og vísa okkum, hvussu tit síggja eina møguliga nýggja fyritøku.

Eg veit, at tit ungu hava fingið góða hjálp frá fólkum rundan um tykkum, og tí vil eg eisini takka tykkum, sum hava vegleitt og stuðlað - lærarum, dómarum og fyriskiparum - fyri tykkara íkast.

Ungt Virki er ein heilt serlig kapping, tí hon gevur tykkum møguleikan at royna tykkara hugskot í verki. Og tað krevur dirvi  at koma við nýggjum tankum, at tora at feila, og at tora at trýsta gjøgnum.
Men tað er eisini møguligt at eydnast. Tað hava vit sæð áður.

Eitt dømi er fyritøkan Navia, hvørs stjóri og stovnari, Óli Kristian á Torkilsheyggi, í nógv ár hevur verið dómari til Ungt Virki.

NAVIA byrjaði nevniliga sum ein bólkauppgáva til Ungt Virki. Fyritøkan var stovnað sum partur av eini handilsskúlaverkætlan og byrjaði sum eitt lítið virki við tveimum túsundkrónuseðlum í eginpeningi. 

Í dag er Navia ein av leiðandi fyritøkunum innan tógv- og ullavinnu í Føroyum, eins og hon er kend á útlendska marknaðinum - í fleiri londum.

Hetta er tað, vit meina við íverksetan – at síggja eitt hugskot, men eisini at arbeiða fyri at gera tað til veruleika. Og tað duga tit ungu sera væl, og hvør veit, um ikki okkurt av teimum spennandi hugskotunum, vit fara at síggja í dag, ein dag gerst til veruleika, har tú kanska verður stovnari og stjóri í egnari fyritøku.

Tit, sum kappast í dag, kappast um at fáa loyvi at luttaka í DM í Danmark, sum verður 29. apríl. Her hevur Føroyar roynt seg væl, og eitt nú vann føroyski bólkurin “ Havsalt” í 2013 kappingina, og fekk bólkurin til EM eisini ein prís fyri mest burðardyggu ætlan. 

Eg vóni, at tit ungu halda áfram. At tit ikki geva upp, sjálvt um alt ikki riggar beinanvegin. Tí sum sagt, kanska ert tú tann næsti, sum skapar eitt virki, sum kann vaksa og blóma her heima, og sum eisini kann røkka langt út um landoddarnar. Føroyar hava brúk fyri tykkum ungu  –  vit hava brúk fyri tykkara hugflogi, tykkara áræði og tykkara arbeiði. 

Og minnist til, um tað ikki riggar fyrstu ferð, so halt áfram, tí sum sagt í byrjanini: áhaldni vinnur, har viljin vil.

Takk fyri – og góða eydnu!