Røða – Skúlaleikir 9. mai 2023
Góðu luttakarar í Skúlaleikum í ár.
Fyrst av øllum vil eg takka tykkum øllum, sum hava tryggjað, at hesi bæði fyrstu árini av Skúlaleikum hava eydnast so væl. Tøkk til tykkum næmingar kring alt landið í 4. 5. og 6. flokki, sum hava kýtt tykkum og tikið lut, tøkk til tykkum lærarar, sum hava meldað tykkara flokkar til leikirnar, og sum trúgvir hava fylgt teimum á ferðini, tøkk til tykkum, sum hava fyriskipað, og sum hava ment undirvísingartilfar og skeið fyri lærarum, tøkk til allar stigtakararnar, tøkk til sersambondini og lokalu ítróttafeløgini, sum hava samstarvað, tøkk til kommunurnar, til sponsorarnar til Fróðskaparsetrið.
Ja, eg kundi helst staðið her og takkað í tímavís uttan at hava nevnt øll. So eg kundi eisini bara sagt takk – eingin nevndur eingin gloymdur
Tað hevur verið so ótrúliga stuttligt og vónríkt at síggja tykkara glógvandi eygu, og tykkara eldhuga, tá tit hava íðkað, og tá tit hava heppað uppá tykkara lið- og floksfelagar. Gott kempað – øll somul ! Tit eru nú okkara týdningarmiklu “ambassadørar” fyri Skúlaleikirnar næsta ár og komandi ár.
Skúlaleikir er eitt skúladømi um, at skulu vit bróta slóð og bróta upp úr nýggjum, so ber tað bara til, um nógv lyfta í felag. Og vit skulu bróta nýggja slóð á nógvum ymiskum økjum innan fólkaskúlans gátt.
Á aðalfundi Lærarafelagsins helt eg fyri nøkrum døgum síðani røðu fyri øllum lærarum í Føroyum, og eitt av evnunum, sum eg legði stóran dent á, var tað frælsað spælið, sum skapar spæligleði – at fáa spæligleðina aftur í hásæti millum børn, eisini innan skúlans gátt, at síggja virðið í spæligleðini bæði í mun til kropsligar, sosialar, sálarligar, og kognitivar førleikar. At síggja virðið av spæligleðini í mun til motivatión, heilsu og relatiónsførleikar - og síðst men ikki minst í mun til trivnað.
Frælsað spælið og spæligleðin er grundvøllurin. Og tá ið eg yvirskipað hyggi at fólkaskúlanum, so er hann kanska fluttur ov nógv upp í høvdið á okkum, og satsar í ov lítlan mun upp á kroppin.
Tá er tað fjálgandi at vita, at tað verða landsumfatandi stig tikin til at gera nakað við hesa manglandi javnvág millum høvd og kropp, millum kropsligar, sosialar og kognitivar førleikar.
Slagorðið fyri ”Skúlaleikum” er: Felagsskapur og rørslugleði fyri øll. Eydnast tað okkum at røkka hesum málum, so eru vit komin langt. Grundarlagið undir verkætlanini er kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum frá 2017, sum vísti, at bara 15% av føroyskum børnum røra seg nóg mikið. Eydnast tað okkum at fáa enn fleiri at røra seg og at raðfesta spæligleðina, so eru vit eisini komin langt. So lat okkum dríva á saman !
Sum landsstýrismaður fyri fólkaskúlan í Føroyum fegnist eg um Skúlaleikirnar, og eg gleði meg til at fylgja við í teimum eftirmetingum, sum verða gjørdar. Eg havi longu sæð nakrar eftirmetingar frá luttakarum, og tær boða frá góðum.
Til lukku til tykkum øll, sum hava spælt við í Skúlaleikum. Eg vóni, at vit í felag megna at fáa spæligleði og rørslugleði inn í fólkaskúlan sum ein mennandi grundvøll. Vit síggjast næsta ár á Skúlaleikum.
Takk fyri dystin.
Í samband við handan av heiðursmerkjum!
Í dag enda Skúlaleikirnir so á hesum sinni í 2023. Næmingar úr øllum landinum hava luttikið. Tit hava saman við 1907 næmingum verið partur av Skúlaleikum, 97 skúlaflokkar og 94 av tykkara lærarum hava verið við, og 92 av tykkara lærarum hava útbúgvið seg á Námi, so at Skúlaleikirnir kundu blíva so góðir sum møguligt.
Tað hevur verið so ótrúliga stuttligt og vónríkt at síggja tykkara glógvandi eygu, og tykkara eldhuga, tá tit hava íðkað, og tá tit hava heppað uppá tykkara lið- og floksfelagar.
Gott kempað – øll somul ! Tit eru nú okkara týdningarmiklu ambassadørar fyri Skúlaleikirnar næsta ár og komandi ár. Hjartaliga tillukku øll somul. Vóni at síggja tykkum og uppaftur fleiri av tykkara skúlafeløgum skjótt aftur.