Røður hjá landsstýrismanninum


Skúlaleiðaradagur -  24. februar 2025 

Góðu skúlaleiðarar
Tit hava eitt ábyrgdarfult starv, sum ikki kann undirmetast og heldur ikki sammetast við onnur leiðslustørv. Tað liggur ein stór ábyrgd á tykkara herðum bæði viðvíkjandi námsfrøðiligari menning, starvsfólkaleiðslu og fyrisiting. Tað eru tit, sum taka avgerðirnar fyri starvsfólk skúlans, einstaka næmingin, felagsskapin og einstaka flokkin.

Fólkaskúlaleiðari
Ein umráðandi førleiki hjá fólkaskúlaleiðarum er at duga kynstrið at leiða umvegis onnur, at leiða og gera fyriskipanir, har lærarar og ikki minst flokslærarar,  taka ábyrgd og standa á odda í einstaka flokkinum, og at hesi fáa bestu umstøður og stuðul. Hetta krevur leiðsluligt hegni, empati, álit, mennandi samskifti, og at starvsfólk skúlans kenna seg vird og hoyrd.
Tykkara leiðslustarv er serstakt á so mangan hátt. Umframt, at tit eins og flestu leiðarar skulu leiða starvsfólk við ymsum førleikum og í ymsum aldri, so fata leiðslustørv í fólkaskúlanum um næmingar líka frá forskúla til 10. flokk, ein aldursspjaðing frá 6 til 17 ár. Harumframt er álagt tykkum kravt samstarv við foreldur og skúlastýri, har skúlastýrið er týðandi partur av arbeiðinum at gera meginreglur fyri virksemi skúlans, og foreldrasamstarvið er grundarlagið undir menningini hjá einstaka næminginum. 
Tit hava eisini tveir yvirskipaðar myndugleikar at virka undir, myndugleikin á staðnum, sum er kommuna og skúlastýri og landsmyndugleikin, sum er Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Undirvísingarstýrið. 
Tað eru helst fá, sum hugsa um og eru greið yvir tað stóra samskiftisøkið, sum tit skulu megna og skipa í gerandisdegnum. Tit skulu samstarva við Nám, Sernám og Barnavernd umframt við innanhýsis skipanir í skúlunum, Førleikastovu, námsfrøðiliga ráðið, næmingaráð, flokstoymi,  lærugreinatoymi og tey fakøki, sum ikki eru beinleiðis partur av Førleikastovuni.
Tit eru bæði róðrið og nøglan. Er einki róður, so rekur skútan fyri vág og vind, og verður nøglan tikin úr bátinum, so fyllist hann  og søkkur umsíðir, sjálvt um oyst verður. 
Tit hava nógv ymisk mál at taka støðu til. Tit varða av øllum børnum og ungdómi okkara, sum skulu mennast til samtíðar og framtíðar samfelagið. Tey skulu megna tær avbjóðingar, sum tíðin setur, umframt at nøkur hava avbjóðingar, sum tey eru fødd við ella hava fingið ávegis í lívinum.  Hetta er ein megnar uppgáva og setur krøv til nógvar av teimum spurningum, sum tit og starvsfólk skúlans dagliga skulu taka støðu til, umframt at tit skulu fjálga um trivnað, menna felagsskapin og tryggja fakliga læring og eitt fakligt og námsfrøðiligt umhvørvi í skúlanum. 

Fólkaskúlaleiðari í dagsins samfelagi
Sum ásett í fólkaskúlalógini, so skulu tit í skúladegnum ansa eftir,  at allir næmingar, sum eru innskrivaðir í tykkara skúla, taka lut í undirvísingini, hava eftirlit við, at næmingarnir fylgja nóg væl við í undirvísingini, og at tað eru tit, sum skulu taka allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum. 
Børn og ung hava í dag hava nógvar  ymiskar avbjóðingar, sum kunnu hava stóran ávirkan á teirra trivnað og menning. Avbjóðingarnar eru samansettar og ofta tengdar at tøkniligu menningini, sum gongur við rúkandi ferð, krøvum frá samfelagnum,  sosialum og sálarligum avbjóðingum og ikki minst at vera partur av einum felagsskapi sum skúlaflokki, vinarskara ella frítíðarítrivi.
Tað er tí eyðsæð, at um eingin er á brúnni at lofta og taka støðu til ymisku málini, so er hóttafall á. Stýringin hvørvur, og tá kann máttloysi og tilvildin skjótt fáa ræðið. Uppgávurnar eru so nógvar, og er eingin at leiða tær, ella ómegd er í leiðsluni, so rokast uppgávurnar upp, og stavnhaldið hvørvur. Báturin ella skúlin fyllist við óloystum uppgávum, og tá trupult at seta kós. 
Mínar visjónir
Tit skulu vita, at mítt hægsta ynski er, at vit hava ein góðan fólkaskúla, sum tekur hædd fyri øllum næmingum, óansæð fakligar fortreytir og avbjóðingar. Tí havi eg virkað fyri, at tit fáa møguleika at seta karmarnar fyri skúlan á staðnum. Tykkara vitan og læraraførleiki á staðnum er avgerandi fyri, at tilboðið til flokkarnar og einstaka næmingin eydnast. Tað er tí so umráðandi, at tit hava frælsi til og umstøður í námsfrøðiligum og trivnaðarligum viðurskiftum at seta dagsskránna í tykkara skúla saman við starvsfólkum skúlans. 
Herímillum, at tit hava møguleika at skipa skúlan, har tit í ráðlegging og undirvísing saman við starvsfólkum skúlans taka hædd fyri viðurskiftum á staðnum. Hetta kann snúgva seg um búseting, virksemi, framtíðarmøguleikar, kend støð og søgu.  
Hetta havi eg lagt áherðslu á í lógarbroytingunum, sum liggja fyri framman umframt onnur námsfrøðilig og skipanarlig viðurskifti. Skjøtil er settur á at lækka floksstøddina til 22 næmingar, har byrjað verður við 1. flokki komandi skúlaár. Arbeitt verður við at stytta skúladagin, skipa skúlan í grund-, mið- og hádeild, endurskoða tíma- og lærugreinabýtið, menna inklusjónsarbeiðið, umframt at royndarverkætlanir eru skipaðar í co-teaching og støddfrøði í verki. 

Leiðsluserfrøðingar
Evnið á hesum skúlaleiðaradegnum snýr seg um leiðslu, lýst frá ymsum sjónarmiðum og ymsum støðum. Vit hava helst øll okkara leiðslufyrimyndir, leiðslufatan og upplivingar, bæði egnar og í teimum størvum, vit hava havt. Kendi amerikanski leiðsluserfrøðingurin John C. Maxwell hevur  skrivað yvir 100 bøkur um leiðslu, har seinasta bók hansara, The Self-Aware Leader, snýr seg um sjálvsfatan sum ein grundleggjandi eginleiki fyri effektivari leiðslu. Maxwell leggur dent á, at leiðarar, sum skilja sínar egnu styrkir og veikleikar, eru betur førir fyri at leiða onnur. Hansara sjónarmið er, at alt stendur og fellur við leiðsluni. At leiðsla snýr seg ikki um heiti, vald ella leiðslustig, men um ávirkan, ábyrgd, at skapa álit, at knýta sambond, og at hjálpa øðrum at nýta teirra fulla potentiali og sjálvi taka ábyrgd. Fleiri kenna helst bók hansara, The 5 levels of leadership, sum vísir stigvísu menningjna í einum leiðslustarvi. 

Tykkara leiðsluleiklutur
Eg taki hetta fram, tí tit standa dagliga við ymsum leiðsluavbjóðingum og skulu nýta allar tykkara mongu førleikar. Teir menniskjansligu eginleikarnir hava so alstóran týdning í tykkara leiðslustarvi, tí tit skulu fevna so víða og rúma so nógvum ymiskum uppgávum. Tit eru fyrimyndir, vegleiðarar og ráðgevar, sum skapa karmarnar fyri dygdargóða læring, trivnaði og framtíðar møguleikum hjá okkara unga ættarliði. Tit skulu fyrisita, leggja dent á starvfólkamenning og trivnað, menna skúlan námsfrøðiliga og skipanarliga og røkja øll sambond skúlans. Hetta krevur innlivingarevni, umhugsni, viðurkennandi hugburð, evni at lurta og samskifta og ikki minst førleikan at taka avgerðir, sum gagna næmingunum og skúlans arbeiði sum heild. Herímillum eru eisini tær torføru avgerðirnar. 

Endi
Eg takki fyri tykkara arbeiði at leiða og menna okkara unga ættarlið.  Mín vón er, at vit, allir partar í felag, kunnu virka fyri at hava ein so góðan fólkaskúla, sum til ber, har hædd verður tikin fyri felagsskapi, trivnaði og menningarmøguleikum hjá tí einstaka. Somuleiðis takki eg øllum tykkum, ið fara at hava framløgur í dag og eisini tykkum, ið hava lagt dagin til rættis. 
Við hesum seti eg skúlaleiðaradagin 2025.