SkúlaFM finalan á Giljanesi - 7. mars 2025
Góðu næmingar, lærarar og fyriskiparar, góðu tit øll, sum eru her í dag
Tað er mær ein stór gleði at standa her saman við tykkum til hesa finaluna í SkúlaFM 2025. Ein kapping, ið hevur víst seg at vera ein fantastiskur pallur fyri tykkum ungu at royna tykkum sum íverksetarar. Í dag fara vit at síggja og hoyra um tykkara hugskot – hugskot, ið kunnu skapa broytingar, menna samfelagið og kanska enntá verða til framtíðar fyritøkur, ið koma at veita tænastur, sum fólk fáa gleði av.
At vera íverksetari krevur dirvi, ágrýtni og áhaldni. Tað eru júst hesir eginleikar, sum eg veit, at tit øll hava lagt í tykkara verkætlanir, nú tit eru komin til finaluna.
Tað, sum tit læra gjøgnum SkúlaFM, er ikki bert ein kapping – tað er ein lívsroynd, sum kann brúkast bæði í skúlanum, í vinnuni og í øllum øðrum, tit koma út fyri í framtíðini.
Eg vil fegin fortelja tykkum eina sanna søgu um tveir ungar føroyingar, sum eins og tit byrjaðu við einum hugskoti. Tór og Jákup gingu í fólkaskúla, eins og tit gera nú.
Teir høvdu báðir eina sterka tráan eftir at stovnseta sítt egna. Í sínum ungdómsárum byrjaðu teir í tí smáa við fyritøkuni Góðs, har teir bjóðaðu seg fram til ymiskt fyrifallandi arbeiði so sum at mála, selja pylsur v.m.
Teir prógvaðu alt fyri eitt, at teir høvdu dirvi til at taka av teimum møguleikum, teir fingu. Tá Glasir skuldi gerast liðugt, tá bjóðaðu teir seg fram at hjálpa við at rudda, og teir báðir fingu fatur á 40 ungum røskum monnum, sum teir so løntu, og við drívmegi eydnaðist tað so teimum báðum at tjena út við eina hálva millión krónur – sum heilt ungir menn! Hetta gav teimum blóð upp á tonnina.
Tá teir skuldu í starvslæru spurdu teir, um tað lat seg gera at fara í starvslæru í síni egnu fyritøku, men svarið teir fingu frá vegleiðaranum var, at tað bar als ikki til!
Góðtóku teir bara so hetta svarið og fóru í starvslæru hjá onkrari aðrari fyritøku ella almennum stovni? Nei, teir leitaðu eftir øðrum møguleikum og funnu eina aðra loysn, har teir kundu menna seg sjálvar, sína fyritøku og síni hugskot.
Teir spurdu so vegleiðaran, um teir so í staðin kundu koma í starvslæru hjá Hugskotinum, og tá fingu teir so játtandi svar....
Og í starvslæru hjá Hugskotinum opnaðu fleiri hurðar seg, har teir fingu nýggja fríska luft undir veingirnar, eins og teir fingu íblástur til heilt nýggj og betri hugskot.
Teir sóu møguleikar í øktu ferðavinnuni og serliga í tí trupulleika, at tað var trupult hjá ferðafólkum at leiga ein bil í Føroyum, har tað manglaðu bilar, tí tørvurin var væl størri enn útboðið.
Í staðin fyri at bíða eftir, at onkur annar loysti trupulleikan, settu teir sær fyri at loysa hann sjálvir. Teir brúktu allar pengarnar teir higartil høvdu forvunnið til at keypa tveir bilar kontant, og teir tóku sítt fyrsta lán fyri at fáa fleiri bilar, uttan at hava útleigað ein einasta bil. Hetta var ein váði, tí høvdu teir nakran møguleika ímóti royndu kappingarneytunum á marknaðinum, sum ígjøgnum nógv ár høvdu ognað sær nógva vitan og royndir?
Tað ráddi um at halda fokus og finna fram til sínar egnu styrkir, sum m.a. var á tí tøknliga økinum. So teir upprættaðu sær eina fína heimasíðu, og 2 dagar eftir kom gongd á at leiga bilar út, og nú fá ár seinni hava teir ment fyritøkuna Rent Your Car við yvir 200 bilum og út við 11 starvsfólkum.
Henda søgan er eitt prógv um, at við dirvi, ágrýtni og áhaldni ber til at fara frá einum hugskoti til eina veruliga fyritøku. Og tit, sum eru her í dag, hava júst hesar eginleikarnar. Kanska er tað júst nøkur av tykkum, sum fara at stovna eitt nýtt føroyskt vinnuævintýr í framtíðini!
Tit skulu minnast til, at tað er altíð lættast at fylgja streyminum og gera tað, sum øll hini gera. Men veruligur íverksetari er tann, sum sær møguleikar, har onnur síggja forðingar. Ein íverksetari er ikki bert ein, sum stovnar fyritøku. Ein íverksetari er ein, sum torir at hugsa øðrvísi, dugir at finna nýggjar loysnir og at skapa virði fyri onnur. Tað kunnu vera stórar vinnuligar broytingar, men tað kunnu eisini vera smáar broytingar, sum gera gerandisdagin hjá fólkum lættari.
Tit hava arbeitt við at menna tykkara egnu hugskot, og tað í sær sjálvum er eitt bragd. Tað, sum hevur týdning, er ikki bert úrslitið í dag, men tann lærdómur, tit hava fingið á leiðini. Tit hava lært at samstarva, hugsa kreativt og at arbeiða miðvíst við tykkara ætlan. Alt hetta eru førleikar, sum fara at gagna tykkum, uttan mun til um tit blíva íverksetarar ella velja aðrar leiðir í lívinum.
Í Føroyum síggja vit eina alsamt vaksandi menning innan nýhugsan og íverksetan. Íverksetarahúsið, Hugskotið, FabLab og fleiri onnur arbeiða hvønn dag fyri at menna eitt umhvørvi, har hugskot kunnu blóma.
Eisini politiskt leggja vit stóran dent á at stuðla íverksetan. Tí tað eru júst nýggj hugskot, ið kunnu tryggja okkara vælferð í framtíðini.
SkúlaFM er ein týdningarmikil partur av hesum – at menna tykkum ungu til at tora, til at royna, og til at skapa.
Míni boð til tykkum í dag er: Lat ongar forðingar steðga tykkum!
Havið dirvi til at hugsa stórt, trúgvið upp á tykkum sjálvi, og minnist til, at tit hava allar fortreytir fyri at gera tykkara dreymar til veruleika.
Eg vil takka tykkum lærarum fyri tykkara íkast til at stimbra, kveikja og stuðla tykkara næmingum.
Takk til Íverksetarahúsið og øll tykkum, sum hava fyrireikað og samskipað hetta megnar tiltak!
Tit ungu, eg gleði meg til tykkara framløgur. Eg veit, at tit hava arbeitt við hugskotum, sum kunnu gera mun. Kanska eitt av tykkara hugskotum verður næsta vinnuævintýrið í Føroyum – hvør veit?
Góða eydnu øll somul og takk fyri!