Røður hjá landsstýrismanninum


Góðu øll somul,

Á sjónum hevur alstóran týdning at seta røttu kósina. Og soleiðis er eisini, tá tað ræður um okkara maritimu útbúgvingar og okkara útbúgvingarskipan sum heild.

Á hesi ráðstevnuni spyrja vit - “Eru Føroyar ein sjóvinnutjóð um 20 ár?” Og mítt svar upp á henda spurning er, at ríkir møguleikar eru fyri tí. Tí hóast vit eru ein lítil tjóð, so eru Føroyar í maritimum høpi í veruleikanum ein risastór tjóð. Ikki minst tá hugsað verður um Arktis og møguleikarnar hjá Føroyum at gerast ein tænastumiðdepil í Arktis, og fara hesir møguleikar bert at økjast komandi árini. Umdømi hjá føroyskum sjófólkum er eisini í heimsklassa, og eru okkara sjófólk nógv eftirspurd kring allan heim. Tá hetta er sagt, so eiga vit samstundis at tryggja okkum, at okkara sjóvinnuútbúgvingar eru eftirspurdar millum okkara ungu, og at útbúgvingarnar altíð eru dagførdar.

Sjálvur var eg til skips í nakrar summarferiur aftaná fólkaskúlan, meðan eg gekk í student. Tað var við trolarunum Føroyingur, tá heimahoyrandi í Haldórsvík, og Ólavur Hvíta og Saturn, heimahoyrandi í Syðrugøtu. Og hóast hetta ikki gjørdist mín yrkisleið, so vildi eg ikki verið hesar royndir fyri uttan. Umborð á hesum trolarum var ein serlig mentan og ikki minst, serliga fyri eitt ungt menniskja er vert at nevna, at eitt serstakt samanhald tók seg upp millum tey ungu, sum vóru umborð hesar summarferiur. Tað ber til at siga, at túrarnir til skips í summarfrítíðini av sonnum vóru við til at víðka um mín sjónarring og økja um mína tilvitan um lívið á sjónum.

Men vitanin og áhugin fyri sjónum og sjómansskapi er tíverri ikki sjálvsagdur millum okkara ungu longur, og tí hevur tað stóran týdning, at vit arbeiða fyri at varpa ljós á møguleikarnar á maritimu útbúgvingarleiðini. Tí fegnist eg eisini um sjóvinnubreytina á Nám X, ið síðani 2010 hevur verið væl umtókt og gevur teimum ungu møguleika fyri at ogna sær eina grundvitan um sjólívið. Á sjóvinnubreytini fáa næmingar trygdarskeið, ið er krav fyri at mynstra umframt frítíðarsiglara- og speedbátaprógv. Og hugsi eg, at til ber at menna maritima økið meiri bæði í fólkaskúla og á miðnámi.

Men skulu vit kveikja áhugan hjá teimum ungu fyri sjóvinnu, røkka vit hesum máli best við støðugt at menna maritimu útbúgvingarnar, soleiðis at tey, sum taka útbúgvingarnar, fáa førleikar, sum eru neyðugir fyri at klára seg í 21. øld. Tað hevur tí týdning støðugt at endurskoða innihald og bygnað. Og sjóvinnuútbúgvingar eru tí høgt raðfestar hjá hesi samgonguni og síggjast eisini aftur í samgonguskjalinum.

Sum landsstýrismaður havi eg í fyrstu atløgu valt at endurskoða aspirantskipanina og skipsatstøðingsútbúgvingina. Og í løtuni sita tveir arbeiðsbólkar við hesum endurskoðanum.

Hugsa vit um aspirantskipanina, so hugsavna vit okkum um at gera hana betri og meiri “attraktiva” at velja fyri okkara ungu fólk. Høvuðendasmálið er at viðgera treytirnar hjá aspirantum. Vit vita, at tað valdar ein ávís misnøgd - eitt nú um upplæringina umborð og um fíggjarligu umstøðurnar, meðan ein tekur hesa útbúgving. Og samstundis vita vit, at vinnan eisini hevur ynskir um, at næmingar verða tættari knýttir at einstøku reiðaríunum, og soleiðis kann vinnan eisini koma at kenna størri ognarskap fyri skipanini.

Tá tað ræður um skipsatstøðingsútbúgvingina, er tað útbúgvingin sjálv, ið verður endurskoðað. Bæði í mun til eftirspurningin í vinnuni og í mun til altjóða krøv. Stórt trot er á føroyskum, fultiknum dekkarum, og er tørvur á at gera okkurt við hetta álvarsmál. Ymsir møguleikar verða viðgjørdir í arbeiðsbólkinum, eitt nú møguleikin fyri at snikka saman styttri útbúgvingarleist fyri tey, ið ynskja at verða dekkarar – útbúgvingin verður av summum hildin at vera ov long. Her hevði t.d. borið til at gjørt útbúgvingina modulbaseraða, soleiðis at tú fært júst teir førleikar, tær tørvar upp á styttri tíð.

Og fyri stuttum var eisini nýtt Maritimt Útbúgvingarráð sett. Maritima Útbúgvingarráðið ráðgevur landsstýrismanninum innan sjóvinnuútbúgvingarnar og kann eisini av sínum eintingum taka upp mál, sum tað heldur hava týdning. Ráðið hevur eina breiða umboðan frá vinnufeløgunum, eins væl og serkønum á økinum. Ráðið skal verða við til at framtíðartryggja maritimu útbúgvingarnar. Tí fleiri høvd hugsa betri enn eitt.

Og tað er dagurin í dag eisini eitt dømi um. Og fáa vit á ráðstevnuni í dag fleiri væl skikkað boð upp á, hvør kósin eigur at verða fyri okkara sjóvinnuútbúgvingar, og hvussu vit økja um tilgongdina til maritimu útbúgvingarnar. Vit fara eitt nú at hoyra um sjóvinnu sum breyt á miðnámi í Danmark, og um, hvussu hetta kann verða við til at kveikja áhugan millum ung fyri sjónum, og um tøkni og grøna umskifti á maritima økinum. Alt hetta kann geva okkum íblástur til at menna okkara samfelag á hesum týdningarmikla øki.

At enda haldi eg, at tað hevur týdning at vísa á, at vit ofta eru góð til at peika á trupulleikarnar, men kanska ov vánalig til at hugsavna okkum um at finna loysnirnar. Politikkarar loysa ongar trupulleikar sjálvir, men hava tørv á tykkum, ið hava djúptøkna vitan á einum øki at finna loysnirnar. Vit eiga tí í størri mun at reka vitanargrundaðan politikk og at fáa fram í ljósmála bestu loysnirnar, heldur enn bert at dyrka trupulleikarnar og ósemjurnar.

Men at seta røttu kósina tekur tíð og krevur, at vit vita, hvør leiðin er.

Tí vit lyfta best og seta best kós í felag.

Takk fyri!