Røður hjá landsstýrismanninum


Røða um lívlanga læring í sambandi við talgildar førleikar og inklusjón -  Parnassið á Hotel Hafnia 11. mai 2023

Góðan morgun øll somul.

Eg takki fyriskiparunum, NVL og Undirvísingarstýrinum fyri innbjóðingina til hetta sera viðkomandi seminar, har tit varpa ljós á talgildar førleikar og inklusjón, og ta avbjóðing, sum talgilding setur borgarunum sum heild. Eisini verður spurningur settur við, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur at skipa útbúgvingarøkið við atliti at lívlangari læring, og hvussu talgildingin alsamt setir nýggj krøv til tann einstaka og til okkara útbúgvingarskipan.

Vit liva og virka í einum samfelagi, sum er í støðugari broyting og menningartilgongd, har tøkniliga menningin setur krøv til tann einstaka bæði við atliti at almennum tænastum og í arbeiðslívi. Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at vit skulu halda fram við at talgilda Føroyar, har vit m.a. skulu raðfesta skilagóðar KT-loysnir, ið frígeva orku til heilsu- og umsorganaruppgávur og loysa orku- og umhvørvisavbjóðingar. Skúlaskipanin og Setrið skulu leggja størri dent á frálæru og útbúgvingar í KT, og føroyska málið skal raðfestast í allari talgilding.

Hetta eru høg mál, har tað bæði við atliti at talgildu Føroyum kann verða trupult hjá borgarunum at fylgja við broytingum í almennu skipanunum og ein avbjóðing hjá almenna- og privata arbeiðsmarknaðinum at nýta og menna kunningartøknina bæði sum nýtslu- og menningaramboð.

Tað er tí sera umráðandi, at vit hava fyriskipanir bæði alment og á øllum arbeiðsplássum við kunning, hjálp og skeiðsvirksemi, so vit øll sum borgarar kunnu fylgja við og ikki minst eru før fyri at nýta tær skipanir, ið verða settar í verk. Her mugu vit samstundis hava í huga, at ein partur av okkara borgarum eru fólk við skerdum førleika, eldri, sum ikki hava nýtt teldu í teirra virkna lívi og onnur, sum hava tungt við at seta seg inn í tøkniligu skipanirnar. Til dømis, so kenna vit øll uttan iva onkran, sum ikki heldur, at ”Samleikin” er lættur at nýta, og sum tey flestu halda verða eitt hent amboð í gerandisdegnum. So ymisk eru vit, og spurningurin er tí, hvussu vit miðla boðskapin um ymisku tøkniligu framstigini og skipa førleikamenningina. Tøknin, bæði talgild amboð og talgildir miðlar, er partur av dagsins samfelagi, og tí má bæði atgongdin og kunningin verða einføld og smidlig.

Útbúgving, eftirútbúgving og fjølbroytt skeiðsvirksemi eru tí týðandi tættir í hesum arbeiði og í einum framkomnum samfelagi sum heild. Tað er so ómetaliga umráðandi, at føroyska arbeiðsmegin hevur møguleika fyri førleikamenning bæði fyri at menna privata- og almenna virksemið, og at fólk kunnu umstilla seg og virkin luttaka í tilgongdini við nýggjum og broyttum arbeiðsuppgávum, innihaldi og tøkni.

Útbúgvingarvirksemi antin tað er í almennu útbúgvingarskipanini, í frítíðarundirvísing, á arbeiðsplássi ella í øðrum skipanum sum kommunalt ella í felagslívi, hevur tí ein týðandi leiklut bæði í menningini hjá tí einstaka, í arbeiðinum at skapa ein fjølbroyttan arbeiðsmarknað í støðugari menning, og at veita borgarunum sum heild førleikamennandi tilboð.  Førleikamenning er tí eisini ein partur av lívsvirðinum hjá tí einstaka og eitt amboð at kunna skapa sær betri umstøður í gerandisdegnum. Tað er einki so ringt sum at kenna, at mann ikki megnar uppgávurnar ella følir seg uttanfyri, tí tøknin ella aðrar umskipanir seta forðingar.

Eg fari í mínum arbeiði at virka fyri, at vit í útbúgvingarverkinum leggja dent á lívlanga læring í almennu útbúgvingarskipanini og frítíðarundirvísingini, har kunningartøkni verður ein sjálvsagdur partur. Vit mugu viðurkenna, at kappingarførið í privatu- og almennu vinnuni, umframt samfelagsskipanir alsamt seta størri krøv til lívlanga læring hjá tí einstaka bæði sum partur í arbeiðslívi og luttøku í samfelagslívi sum heild, har læring er lykilin ella amboðið hjá tí einstaka at kunna fylgja við og verða partur av menningartilgongdum.

Í samgonguskjalinum eru vaksnamannalæra og vaksnamannaútbúgving raðfest, bæði tá ið umræður yrkisútbúgvingar og arbeiðsmarknaðin sum heild. Víst verður m.a á, at skipan við vaksnamannalæru verður sett í verk, og ferð verður sett á arbeiðið við førleikamenning og førleikameting, yrkisútbúgvingar skulu raðfestast frammarlaga við fleiri yrkisútbúgvingum, vaksnamannaútbúgving og m.a. átøkum frá trípartasemjuni í 2019.

Hetta eru týðandi tættir, og møguleikarnir at  menna økið eru stórir. Tó hevur tað eisini týdning at byggja víðari á tað arbeiði, ið er farið fram á økinum, og at menna og útbyggja verandi skipan við førleikameting, sum byggir á lógina um førleikameting frá 2014.

Førleikameting er ætlað teimum, ið eru 25 ár ella eldri, og sum hava í minsta lagi 3 ára arbeiðsroyndir, har hesi hava møguleika fyri at fáa sínar førleikar mettar í mun til eina ítøkiliga útbúgving. Her hevur talan verið um at bróta upp úr nýggjum í mun til, hvussu vit sum heild hava hugsað um útbúgving og førleikar.

Fyrstu royndirnar at førleikameta hava í høvuðsheitum verið innan yrkisútbúgvingarnar. Orsøkin til hetta er, at júst hesar útbúgvingar hava tætt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, og hevur endamálið verið, at ófaklærd, ið hava starvast í einum yrki eina tíð uttan formelt prógv, kunnu fáa sínar førleikar vigaðar og mettar í mun til krøvini í einari ítøkiligari útbúgving. Í nógvum førum hevur síðani borið til at góðskriva hesar førleikar innan verandi útbúgvingar, samstundis sum at hesi vaksnu ófaklærdu kunnu taka útbúgvingina eftir nógv styttri tíð. Úrslitini hava verið góð, har dentur hevur verið lagdur á, at kvaliteturin í útbúgvingini verður varðveittur, samstundis sum at útbúgvingartíðin verður stytt.

Ófaklærd innan skrivstovuyrkið vóru tey fyrstu, ið formelt vórðu førleikamett og fingu stóran part av útbúgvingartíð síni góðskrivaða. Síðani var førleikameting gjørd av ófaklærdum innan timburyrkið, og vóru tað fleiri, ið fingu munandi stytta lærutíð við útgangsstøði í førleikametingini. Harumframt eru nøkur innan heilsuøkið eisini førleikamett.

Skipanin má sigast at virka, men vit eiga at hyggja nærri eftir, hvussu vit fáa enn fleiri ófaklærd ígjøgnum skipanina, og eiga vit at hyggja eftir, hvussu henda skipan kann vera ment og útbygd eisini til aðrar útbúgvingar m.a innan umsorganarøkið.

Stórar avbjóðingar standa fyri framman, men okkara trygd er, at vit hava eitt virkið fólk, eitt vælútbygt samfelag bæði undirvísingarliga, vinnuliga og við almennum skipanum. Vit eiga at leggja størri dent á samskipanir millum geirar, at taka hædd fyri menningarmøguleikunum hjá tí einstaka bæði útbúgvingarliga og í øllum teimum skipanum, sum vit seta í verk bygnaðarliga og tøkniliga.

Fólkið er grundarlagið í okkara menningartilgongdum, og tí er so umráðandi, at allar tær tøkniligu skipanir, sum verða settar í verk, eru lagaðar til brúkaran, har tær skulu virka.  Takk fyri.