Røða hjá landsstýrismanninum –
Hey tit øll, bæði vaksin og ung,
Eg eri ein av teimum, sum bara elski at sleppa í føðingardag, so fyrst av øllum túsund takk fyri, at eg eri boðin við her í dag.
Eg veit ikki, um tit kunnu gita, hvussu gamla eg eri, men eg kann leggja út við at siga, at eg eri IKKI líka so gamal sum tykkara skúli her, sum í dag fyllir heili 90 ár.
Hugsa tær, at blíva heili 90 ár, tað er flott.
Í Føroyum hava vit nógv flott fjøll, sum í dag eru eitt sindur kavaklødd. Tá man gongur niðan á eitt fjall, so kann tað vera, at man gerst eitt sindur móður, men jú longur upp man kemur, jú betur útsýni fær man; man kann síggja oman á heimbygdina / bý sín, yvir á aðrar oyggjar og bygdir.
Soleiðis er tað eisini við aldrinum. Astrid Lindgren, sum tit óivað kenna frá Pippi, segði einaferð soleiðis: aldur er sum at klatra niðan á eitt fjall: man gerst eitt sindur móður ávegis, men man fær eitt betur útsýni.
Astrid Lindgren dugdi so sera væl at skriva søgur, men veruleikin er tann, at tú og eg eru við til at skriva søgur hvønn dag; hetta gera vit t.d., tá vit eru saman við øðrum. Okkara gerðir og okkara orð eru við til at skriva bæði lívssøguna hjá okkum sjálvum, men eisini hjá vinmanni ella vinkonu okkara, tí vit ávirka jú øll hvønn annan. Tí er tað eisini sera umráðandi at leggja sær í geyma, at vera við til at skriva góðar søgur.
Hvat er so tann góða søgan?
Jú eg hugsi, at nógv av tykkum kanska kenna søguna, tá Pippi helt føðingardag. Har var milt sagt eitt sindur rokaligt, tí bæði Annika, Tummas, men eisini Harra Nilson og hesturin hjá Pippi vóru boðin við, og øll fingu tey køku og kakao, eisini Harra Nilson og hesturin.
Annika og Tummas høvdu keypt gávu til Pippi, tí tað plagar man jú at gera. Men tað serliga við Pippi var, at hon á føðingardegi sínum, sjálv valdi at geva gestunum eina gávu, og minnist meg rætt, so fekk Annika eina brosju og Tummas eina floytu.
Pippi skrivaði her eina góða søgu fyri tey, hon var saman við, fyri Tummas, Anniku, ja enntá fyri hestinum og Hr. Nilson, tí hóast hon líkasum átti henda dagin, so valdi hon at gera dagin til nakað heilt serligt fyri tey eisini.
Pippi er ein íspunnin persónur, men nógvir persónar, bæði personar, sum sum liva í dag, og persónar, sum hava livað fyri mongum árum síðani, hava víst okkum, hvussu vit kunnu vera við til at skriva góðar søgur, tá vit hjálpa øðrum.
Ein av hesum persónunum er millum annað Frans av Assisi, sum livdi fyri nógvum 100 árum síðani, og sum hesin skúli eisini er uppkallaður eftir; hesin maður valdi eitt lív í tænastu fyri onnur, og var harnæst eisini kanska at rokna sum ein undangongumaður, tá vit hugsa um atlit at náttúru og tilfeingi, tí hetta var nakað hann eisini hugsaði nógv um. Hann ynskti at vera við til at skriva ta góðu søguna.
Vit hátíðarhalda í dag 90 ára føðingardag hjá tykkara skúla. Eg hugsi, at um veggirnir í skúlastovunum her kundu sagt frá søgum, so høvdu vit hoyrt nógvar søgur, bæði stuttligar og kanska minni stuttligar.
Vit høvdu kanska hoyrt stuttliga søgu, har ein lærari ella næmingur antin gjørdi ella segði okkurt stuttligt. Men eg hugsi, at veggirnir eisini høvdu kunnað sagt frá einari keðiligari søgu, har ein næmingur kanska føldi seg einsamallan, ella tá ein næmingur á ein ella annan hátt fekk at vita og føla, at hann ella hon, ikki var líka góð sum hini.
Vit, eg og tú, skulu skriva tær góðu søgurnar. Tit børn eru á veg niðan á fjallið, og sum tit eldast, so fáa tit betur og betur útsýni; tit læra nógv gott fakligt her í Sankta Frans Skúla, so sum at skriva og lesa, men tað, sum er mest umráðandi at læra, er hetta: at vera eitt gott menniskja. At vera við til at skriva eina góða søgu hvønn dag bæði fyri tykkum sjálvi, men eisini fyri tey, tit eru saman við.
Eg veit, at tit her í skúlanum er røsk til hetta, og hava tit eisini upp til henda dag prógvað hetta. Eitt nú hava tit, sum ganga í 7 flokki, verið á gátt hjá grannunum við flottari krukku við nýbakaðum køkum og bjóðað teimum í føðingardag; hetta var flott, og hetta var júst tað, ið Pippi gjørdi, tá hon sum føðingardagsbarn valdi at gera dagin til nakað serligt fyri gestirnar, við at geva teimum eina gávu.
Eg veit, at tit øll, bæði næmingar og starvsfólk, hava verið við til at fyrireika henda dag, og eg kann sum landsstýrismaður bara siga: takk ! Takk fyri, at tit gera so nógv burturúr, og takk fyri, at tit veruliga við hesum vísa, hvussu góð tit eru við skúlan, og hvussu góð tit eisini eru við hvønn annan og okkum sum gestir.
Hjartaliga til lukku við 90 ára føðingardegnum, og bestu ynskir frameftir.