Røður hjá landsstýrismanninum


PANGEA-kapping – 22. mars 2025

Góðu næmingar, lærarar og fyriskiparar

Eg ivist ikki í, at tit eru rættiliga spent øll somul til finaluúrslitið í dag. Eg vóni, at hetta hevur verið ein spennandi tíð, síðani kappingin byrjaði í januar, og at tit bæði hava lært nógv og havt nógvar góðar upplivingar. Endamálið við kappingini er at kveikja áhugan fyri støddfrøði, men eisini at skapa felagsskap millum tykkum, sum luttaka og vísa á, at støddfrøði er spennandi og eitt hent amboð í nógvum ymiskum viðurskiftum.

Pangea-kappingin byrjaði í Týsklandi í 2007, og verður nú hildin í nógvum evropeiskum londum. Hetta vísir, at skúlar og fyriskiparar hava megnað at gjørt kappingina bæði viðkomandi og spennandi. Eg má sanna, at undirtøkan í Føroyum hevur verið sera góð. Í ár vóru 1949 næmingar úr 21 skúlum tilmeldaðir, tá ið kappingin byrjaði. Hetta er eitt herðaklapp bæði til tykkum, sum skipa fyri og ikki minst skúlarnar, at tit megna at fáa so stóra undirtøku frá næmingunum, eisini tá ið vit hugsa um breiddina, at kappingin fatar um næmingar frá 3. til og við 9. flokk.  

Støddfrøði er kravd lærugrein í fólkaskúlanum øll skúlaárini frá 1. - 9. flokk, og tí er hon ein av okkara høvuðslærugreinum. Tað eru tó ikki allir næmingar, sum halda, at støddfrøði er spennandi og heldur ikki, at tað er so lætt at læra ymisku roknihættirnar og hugtøkini. Vit eru so ymisk, og tað skulu vit hava loyvi til at vera.

Vit hava ymiskar førleikar og ymisk áhugamál. Onkur er dugnaligur í ítrótti, onnur í máli, onkur er kreativur, og summum dáma best støddfrøði. Soleiðis kann samansetingin vera í einum flokki, men tað eru lærugreinir, sum allir næmingar skulu læra m.a. støddfrøði. Tað er tí so umráðandi, at vit sum skúli duga at seta støddfrøðina í ein samanhang, har næmingarnir læra bæði at finna kreativar loysnir, og hvussu teir kunnu nýta støddfrøði í praksis. At gera støddfrøðina áhugaverda og spennandi er eitt kynstur, og her kann Pangea - kappingin vissuliga hava ein týðandi leiklut.

Tað er heldur ikki øllum næmingum, sum dáma at luttaka í kappingum. Summi halda seg ikki framat og halda, at tað eru so nógv onnur, sum duga betur. Duga kanska heldur ikki at síggja týdningin av kappingum, sjálvt um børnum ofta dáma væl at kappast, hugsið bara um øll telduspølini. Tað er tí umráðandi, at Pangea kappingin ikki er bara við tí fyri eyga at kappast, men at hon er liður í læringini, at kveikja og seta orð á støddfrøðina og at menna felagsskap millum næmingar.  

Í Pangea - kappingini finna næmingar sínar líkar, sum hava somu áhugamál. Teimum, sum dáma væl støddfrøði, hava her ein gyltan møguleika at savna seg um sítt yndisfak.  Men tað eru ikki bara tey, sum dagliga klára seg væl í støddfrøði, sum koma langt í kappingini. Tað eru eisini tey, sum í dagligu undirvísingini ikki hava havt so lætt við at nýta síni kreativu evni í roknitímunum.

Í Pangea - kappingini síggja tey nýggjar møguleikar í støddfrøði, tí uppgávurnar í Pangea eru ofta øðrvísi, sum at loysa gátur og finna nýggjar leiðir at loysa spurningar. Eg fari í hesum sambandi at fortelja eina søgu, sum eru um afturmeldingar, eg havi fingið, og sum vísir okkum, hvønn týdning, Pangea - kappingin kann hava fyri ein næming. 

Søgan um Petur og Pangea - kappingina
Petur var 12 ára gamal og hevði altíð hildið, at tað var heldur torført at læra støddfrøði. Hóast honum dámdi at loysa uppgávur, so gav hann ofta upp, tá uppgávurnar gjørdust ov truplar. Hann hugsaði mangan, at støddfrøði var bara fyri tey, sum vóru serliga dugnalig, og at hann ongantíð fór at vera fremstur í hesari lærugrein.

Ein dagin bjóðaði lærarin næmingunum at luttaka í Pangea-støddfrøðikappingini. Petur ivaðist, um hann skuldi luttaka, hvat um hann bara kláraði at loysa nakrar fáa  uppgávur, hvat fóru hini at siga? Men við eitt sindur av treiskni og stuðli frá læraranum, so avgjørdi hann at royna.

Skjótt varnaðist Petur, at uppgávurnar vóru spennandi. Tað vóru ikki bara vanligar rokniuppgávur – tær vóru sum gátur, sum skuldu loysast. Peturi dámdi eisini at royna nýggjar loysnir og uppdagaði, at hann í roynd og veru dugdi betur, enn hann hevði hildið. Hann kom í semifinaluna, og tað var nakað, sum hann ongantíð hevði ímyndað sær.

Her møtti hann næmingum úr øðrum skúlum. Summi høvdu altíð dugað væl í støddfrøði, meðan onnur, eins og hann sjálvur, høvdu verið meira ivasom, men sum í Pangea kappingini høvdu sæð nýggjar møguleikar í støddfrøði, og at tað var spennandi at loysa uppgávurnar. Tey stuðlaðu hvør øðrum, prátaðu um loysnir og funnu nýggjar mátar at skilja uppgávurnar.

Hóast Petur ikki kom í finaluna, so hevði hann fingið ein virðismiklan førning. Hann hevði lært nógv, honum dámdi at loysa støddfrøðiligar uppgávur, sjálvsálitið var størri. Nú tordi hann at luttaka og vísa, hvat hann dugdi, og harumframt hevði hann fingið nýggjar vinir, sum vóru í líknandi støðu, sum hann sjálvur. Í Pangea - kappingini hevði hann lært, at tað týdningarmesta var ikki at vera bestur, men at tora at royna, hugsa og finna loysnir og læra av øðrum.

Nógv børn og ung hava havt somu ella líknandi upplivingar sum Petur. Tað er umráðandi, at vit sum skúlaverk megna at geva børnum og ungdómi okkara læruríkar og spennandi upplivingar í teirra skúlagongd. Tað er umráðandi, at vit seta okkum sum mál og sum grundleggjandi eginleikar at kveikja forvitni, menna sjálvsálit og felagsskap í øllum virksemi í skúla og frítíðarlívi.

Eg takki tykkum næmingum fyri tykkara luttøku og áhaldni. Tit skulu vera fegin um tey úrslit, tit hava nátt. Um tykkara avrik í dag, ikki rakk tí, sum tit høvdu vónað, so fegnist um, at tit hava nátt so langt í kappingini. At koma í finaluna er ein heiður. Hugsi um tað.  Eg ynski tykkum alt tað besta, eina góða skúlagongd og framhaldandi áhuga í støddfrøði.

Somuleiðis takki eg tykkum, sum fyriskipa Pangea - kappingina og skúlunum fyri tykkara stóra arbeiði at fyriskipa átakið og menna bæði støddfrøðiundirvísingina og støddfrøðifatanina.

Tøkk øll somul.