Røður hjá landsstýrismanninum


Góðu tit øll, ið virka innan SSP samstarvið.

Tykkara arbeiði hevur alstóran týdning bæði fyribyrgjandi átøk, sum hava sum endamál at skapa trivnað og samanhald og beinleiðis hjálp, tá ið børn og ung koma í truplar støður. Tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at hond verður tikin um barnið frá byrjan av, og at allir avvarðandi partar standa saman um at veita ta bestu hjálpina. 

SSP samstarvið
SSP samstarvið, sum er ein felagsskapur millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi, hevur ein stóran leiklut í hesum arbeiði. Hetta eru myndugleikar og stovnar, sum virka millum børn og ung, tó í ymsum vavi og í ymsum viðurskiftum. Sosialir myndugleikar og Løgregla møta ofta børnum og ungum, tá ið barnið mistrívist ella kemur í truplar støður, meðan Fólkaskúlin er tann stovnurin, har øll børn og ung hava sína dagligu gongd stóran part av teirra barna- og ungdómslívi.

Vit mugu heldur ikki gloyma, at tað eisini eru aðrir stovnar, sum møta flest øllum børnum, dagstovnar, frítíðarskúlar og Gigni, har Gigni er tann stovnurin, sum møtir barninum frá føðing av, og regluliga vitjar í heimunum fyrstu tvey barnaárini. Harumframt eru tað øll tit, ið skipa fyri, at børn og ung hava eitt mennandi frítíðarlív, kommunur, ítróttafeløgini kring landið, musikkskúlin, skótar, kvøldskúlin og onnur frítíðartilboð. 
Tað er so umráðandi, at vit standa saman, so at øll børn og ung, eisini tey, ið bera brek, tey, sum hava sálarligar avbjóðingar, tey, sum kenna seg einsamøll og tey, sum ikki megna at luttaka í einum skúlaflokki, fáa hjálp og stuðul bæði við atliti at persónligu avbjóðingunum og við ávísum tillagingum at megna at vera saman við sínum floksfeløgum. Tað er so sera umráðandi, at eingin dettur niðurímillum.

Kveikingardagurin
Á hesum SSP kveikingardegi verður fokus serliga sett á tað góða ungdómslívið, og hvussu allir partar, ið varða av ungdómi, kunnu samvirka, so tey ungu kunnu vera í tryggum, rúsfríum felagsskapum. Hetta er eitt evni, sum hevur stóran týdning fyri okkara samfelag og okkara framtíð. Samstarvið millum foreldur, frítíðarlív, kommunur og skúlar er grundarlagið fyri at tryggja eitt gott og rúsfrítt ungdómslív.
Charles Everett Koop, sum var almennur heilsustjóri í Amerika í áttati árunum, er kendur fyri orðini, Lívið gevur onga størri ábyrgd, ongan størri heiður, enn at uppala næsta ættarliðið. Henda lívsáskoðan leggur áherðslu á týdningin at taka ábyrgd fyri uppalingini av okkara børnum og ungdómi, og at tað eigur at vera okkara fremsta mál í tilgongdini at byggja framtíðarsamfelagið. Tað er júst hetta, vit eru saman um í SSP samstarvinum at geva børnum og ungdómi okkara bestu uppvakstrarumstøður. Og eg veit, at tit fegnast, tá ið hetta eydnast, og ikki minst at fáa tey, ið hava avbjóðingar, at fóta sær.

Barnaráðstevna
Tað kann stundum  vera ein torgongd leið, men við hvørt, so verður tú tikin á bóli, tá ið svarið kemur frá teimum, sum standa mitt í lívsins blóma. Vit hava júst havt eina Barnaráðstevnu, har tey ungu sluppu til orðanna. Tað var hugvekjandi at síggja, hvussu áhugað og tilvitað, tey ungu vóru at lýsa, hvat tey halda vera eitt gott barna- og ungdómslív, og hvat vit eiga at gera fyri at náa hesum máli. Vit politikkarar fingu eitt tilmæli við fleiri átøkum, har tey ungu m.a. siga: Setið rammurnar greiðari í teimum fyriskipanum, tit gera, havið eina smidliga tilgongd í átøkum, sum verða sett í verk, leggið dent á inklusjón, so at so nógv sum til ber eru partur av felagsskapinum og hjálpið foreldrum so tíðliga sum til ber, so børnini fáa bestu umstøður.

Mín fatan er, at vit sum heild hava ein góðan og sunnan ungdóm, sum ikki er sjálvsøkin, men sum veruliga hugsar um sínar javnlíkar og floksfelagar. Hetta er eitt virðismikið grundarlag, sum vit sum samfelag hava at byggja á.  

Tað er so ómetaliga umráðandi, at øll, ið varða av børnum og ungum standa saman at skapa bestu menningarmøguleikar, trivnað og felagsskap fyri okkara unga ættarlið.

Barnaverkætlanin
Nú eru tvey ár liðin síðan Barna- og útbúgvingarmálaráðið varð skipað. Eg havi í hesum tíðarskeiði tikið stig til, at eitt skipað samstarv er sett í verk á barna- og ungdómsøkinum, og at ítøkiligar fyriskipanir verða gjørdar á økinum.

Fyrsta stigið var at skipa Barnaverkætlanina, sum er eitt tvørgangandi samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið um vælferð og trivnað hjá børnum og ungum. Harumframt luttaka fleiri felagsskapir bæði almennir og privatir í hugskotsmenningini og samstarvinum at skapa bestu karmar fyri eitt trygt og gott barna- og ungdómslív. Dentur verður lagdur á fyribyrging, og at partarnir í felag royna at finna loysnir, sum kunnu samansjóða og samskipa almennar tænastur fyri børn og ung, tvørtur um geirar.

Familjutænastan
Sum tey ungu vístu á, so er umráðandi at seta inn tíðliga. Eg havi saman við Kommunufelagnum arbeitt fyri at skipa eitt lággáttartilboð, har foreldur og børn fáa skjóta og munagóða hjálp. Vit hava undirskrivað eina avtalu um Familjutænastuna, sum  er ein tríára royndarverkætlan, sum verður rikin sum ein felags kommunalur stovnur undir Kommunufelagnum.

Familjutænastan er ein fyribyrgjandi tænasta, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. Tænastan skal bjóða familjuviðgerð, har møguleiki er fyri bæði døgn- og dagviðgerð, sum kann fara fram á Familjutænastuni og í heimunum. Fólk eru sett í starv, og Familjutænastan er farin til verka.

Depil fyri Barna- og ungdómsgransking
Í heyst var Depil fyri barna- og ungdómsgransking settur á stovn á Fróðskaparsetri Føroya. Fróðskaparsetur Føroya hevur saman við Barnaverkætlanini fyrireikað ein tvørvísindaligan depil fyri barna- og ungdómsgransking.

Í tøttum samstarvi við Barnaverkætlanina er ein av fyrstu uppgávunum at gera eina føroyska kanning, sum gevur grundleggjandi vitan um støðuna hjá børnum og ungum, við atliti at trivnaði, menning, heilsu og øðrum viðurskiftum.

Henda vitan er ein fyritreyt fyri at skilja og skapa grundarlag fyri dygdargóðum avgerðum. Málið er, at granskingarúrslitini skulu geva samstarvspørtunum á barna- og ungdómsøkinum betri vitan til at raðfesta og seta í verk munagóð átøk til frama fyri børn og ung.

Luttøka hjá børnum og ungum
Eg havi eisini lagt dent á at menna næmingaluttøku, at næmingarnir verða hoyrdir um tey viðurskifti, sum ávirka teirra skúlagongd, og at teir kunnu koma við hugskotum og greiða frá sínum sjónarmiðum. Sum liður í hesum arbeiði er dentur lagdur á, at næmingaráð verða stovnað í øllum skúlum. Skeið eru fyriskipað kring landið um næmingaráðsarbeiði, bæði viðvíkjandi luttøku, rættindum hjá børnum at verða hoyrd, og hvussu stóran mun, næmingaráðini kunnu gera. Á ST Barnarættindadegnum vórðu umboð fyri øll næmingaráð í fólkaskúlanum boðin til eina verkætlan um barnarættindi, har næmingaráðsumboðini luttóku í ymsum verkstovum. Høvuðsevnið var at kunna um og arbeiða við barnarættindum, serliga við atliti at grein 12.

Tað er umráðandi, at næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í dagsins samfelagi. Eisini er neyðugt, næmingaráðini hava fyriskipanir, sum bæði seta karmarnar og vísa møguleikarnar kring næmingaráðsarbeiðið. Í hesum sambandi havi eg gjørt uppskot til kunngerð um næmingaráð, sum er sent øllum avvarðandi pørtum til viðmerkingar.

Í døgunum 21. – 23. januar varð skipað fyri Barnaráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Umboð fyri øll næmingaráðini í skúlunum kring landið frá fólkaskúla til og við miðnám luttóku.  Endamálið var, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til eina komandi barnalóg fyri Føroyar. Fyrireikingar verða gjørdar til eina barnalóg, sum skal tryggja øllum børnum og ungum í Føroyum grundleggjandi rættindini, ið eru nevnd í Barnarættindasáttmálanum og sí Brekrættindasáttmálanum.

Ráðstevnan var eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Barnabata, Undirvísingarstýrið, Nám, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið. Eisini var ráðstevnan fyrireikað í góðum samstarvi við skúlaleiðslurnar, lærararnar og næmingarnar kring landið.

Fartelefon og virðiligt samskifti
Eitt annað átak, sum júst er sett í verk er at avmarka nýtsluna av fartelefonum í fólkaskúlum. Ásetingar eru gjørdar í kunngerðini um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini, har tað verður álagt skúlastýrunum at áseta reglur fyri fartelefonnýtslu í skúladegnum. Tað er  umráðandi, at skúlin hevur fyriskipanir, so at talgild amboð sum fartelefon órógva sum minst í skúladegnum bæði í undirvísingini og sosiala felagsskapinum. Hetta hevur stóran týdning bæði fyri  næmingar og lærarar, og kann hava týðandi ávirkan á samskifti í flokkinum, og hvat næmingarnir fáa burturúr bæði undirvísingarliga og trivnaðarliga.

Harumframt er ásett, at átøk verða gjørd at virka fyri, at nýtt verður eitt virðiligt samskifti, sum hevur stóran týdning bæði sum amboð í læring og sosiala trivnaðinum at skapa gott samband millum næmingar og lærarar og millum næmingar sínámillum. Samskifti í breiðum týdningi bæði í orðum, verumáta og uppmerksemi er ein týðandi liður í arbeiðinum at skapa relatónir millum menniskju, og er sera umráðandi í skúlans arbeiði.

Foreldraleiklutur og tvørfakligt samstarv
Foreldur hava ein avgerandi leiklut í lívinum hjá børnunum. Tað er heima, at børnini fáa teirra fyrstu upplivingar, knýta sambond og læra grundleggjandi virðir. Foreldur eru fyrimyndir, og tað er umráðandi, at foreldur vísa áhuga í teimum ymsu viðurskiftum, har børn teirra luttaka, at tey lurta, stuðla og hjálpa børnum sínum at taka røttu avgerðirnar.
Harumframt er tað sera umráðandi, at tað er eitt skipað samstarv millum myndugleikar, sum varða av økinum og stovnar og felagsskapir, sum arbeiða við børnum og ungum, og at foreldur hava ein virknan leiklut. Her er talan um landsmyndugleikar, kommunur, skúlaverk, ítróttafeløg, musikkskúla, ungdómshús og onnur frítíðartilboð.

Samstarv er lyklaorðið, men eisini, at vit hava felags meginreglur, sum tryggja, at børn og ung eru í tryggum, mennandi, og rúsfríum umhvørvi. Hetta er sera umráðandi eisini í øllum ungdómsarbeiði, sum fokus verður sett á her í dag. Við at arbeiða saman kunnu vit skapa eitt sterkt netverk, sum stuðlar og vegleiðir okkara ungdóm. Vit kunnu hjálpa teimum at finna viðkomandi ítrív og at taka røttu avgerðirnar, so tey kunnu vaksa upp í einum tryggum og sunnum umhvørvi.

Latið okkum øll, sum samstarva kring børn og ung, taka ábyrgd, og at drívmegin í okkara arbeiði verður at virka fyri at geva børnunum og ungdómi okkara bestu umstøður at vaksa upp í. Vit kunnu tá sanna, at tað, sum vigar mest, og sum gevur lívsvirði er at uppala næsta ættarliðið.

Eg takki fyriskiparunum og tykkum øllum, sum samstarva innan SSP fyri tykkara stóra og viðkomandi arbeiði. Eisini takki eg øllum fyrilesarum, sum í dag fara at leggja fram og greiða frá teirra arbeiði. Jeg vil også rette en tak og en hjertelig velkomsthilsen til vore udlandske gæster. Jeg håber at kunne være med til jeres forelæsninger.

Við hesum seti eg SSP kveikingardagin 2025 og takki fyri høvið at bera fram eina heilsan. Góðan Kveikingardag.