Góðu tit
Ein vís kvinna hevur einaferð sagt nakað soleiðis:
«Tey flestu menniskju hava so nógv meira í sær, enn vit kunnu ímynda okkum. Ein samtala kann tí vera so gevandi, tí hon letur okkara oyra upp fyri øllum teimum ljómum, sum eitthvørt menniskja hevur. Nógvar avbjóðingar, sum vit síggja í heiminum í dag, eru kanska eisini úrslit av teimum samtalum, sum ongantíð vóru»
Kvinnan, sum segði hesi orðini, var drotning Margretha í nýggjársrøðu síni í 2003.
Eg eri samdur við hesari útsøgn. Tá eitt menniskja fær møguleika fyri at seta orð á, fyri at samtala, so gerst lívið hjá viðkomandi og teimum, sum lýða á, betri upp á nógvar mátar.
Tað er við málinum, at vit kunnu lata upp fyri øllum teimum ljómum vit hava í okkum; okkara tankum, kenslum, meiningum o.s.fr.
Tað er í samskiftinum vit mennast, læra, og har vit eisini geva rúm fyri hvørjum øðrum.
Í dag verður tosað nógv um rættindi. Tað veri seg innan politiska geiran, tá talan gerst um tilfeingið á sjógvi og landi, men eisini millum manna, tá vit tosa um rættin hjá okkum øllum at virka og liva her í Føroyum.
Tað, at hava rættindi er nakað, sum fyllir nógv í okkara fólkaræðisliga samfelag, men hvussu kann eg gera mær dælt av hesum rættindum, um eg ikki havi eitt mál?
Yvirskriftin í dag er ”Rætturin hjá øllum til eitt mál”.
Eg hugsi, at vit øll, bæði her inni og tey tú møtir á gøtini, taka undir við, at øll eiga henda rættin.
Spurningurin er bara, hvussu vit kunnu tryggja hetta, tá vit vita, at førleikar og umstøður hjá tí einstaka kunnu vera so ymisk.
Í dag er Karlstad-modellið á breddanum. Eitt amboð av fleiri, sum skal hjálpa og stuðla tí einstaku í málmenningini.
Grundtankin í Karlstad er millum annað, at málavbjóðingar eru «unik», eins og menniskju eru unik. Hetta er eitt gott útgangsstøði at hava, tí eingin er jú líka, heldur ikki tey, sum kanska hava máltrupulleikar.
Um eitt barn ikki fær samskift, so kann hetta elva til stóra ørkymlan hjá bæði barninum og teimum, sum eru um barnið í gerandisdegnum. Manglandi samskifti og mál skapar órógv innaní hjá barninum, og til síðst kann tað flóta yvir. Tað, ikki at kunna seta orð á og verða skiltur, er fyri mær eitt tað mest frusterandi fyribridgi, sum er.
Eg starvaðist sjálvur á einum stovni, har tað var eitt barn, sum hevði trupult við at samskifta. Úrslitið varð mangan, at ístaðin fyri orð, brúkti barnið ein sera ógvusligan atburð, har borð vóru koppað, stólar kastað og annað tílíkt.
Ein dagin eftir eina ógvusliga støðu rann barnið inn á kamarið og læsti hurðina.
Vit starvsfólk vistu ikki, hvat tað var sum bagdi, tí tað var einki serligt á skrá henda dagin. Fyri okkum tyktist tað bara sum at tað var ein vanligur gerandisdagur inni í køkinum, har børn og starvsfólk sótu og ótu, inntil barnið reageraði ógvusligt við tí útsliti, at hann, eftir at hava kastað stólar, rann inn á kamar sítt.
Vit vistu ikki, hvat vit skuldu gera; vit tosaðu saman og valdu síðani at leggja ein lepa inn undir hurðina til barnið, har vit høvdu skrivað
» Er tað nakað, vit kunnu gera fyri teg? ».
Ein løta gekk, og ein lepi kom út aftur, har tað stóð:
»Orki ikki larm».
Tað var also ikki meira enn tað; barnið orkaði ikki tann larmin, sum var í køkinum, og reageraði ógvusligt, tí barnið ikki dugdi at seta orð á. Eftir at vit høvdu lagt dempara á úti í køkinum, kom barnið útaftur, og var saman við hinum og át.
Í hesum førinum var tað so ein lítil lepi og nøkur heilt fá orð, sum gjørdu allan munin.
Eitt orðatak sigur « Hvør fuglur letur við sínum nevi».
Okkara ábyrgd er at tryggja, at einhvør fuglur fær møguleika til at láta. Vit mugu sum samfelag áhaldandi virka fyri, at eisini tey, sum kanska hava tað torført við málinum, fáa neyðugu hjálpina, tí sum yvirskriftin til dagin í dag sigur, so hava øll rætt til eitt mál.
Málið er umráðandi; um vit ikki hava eitt mál, so verða vit isolerað, og er hetta sera ávarsligt, tí sum menniskju egna vit okkum ikki væl til isolatión.
Ein tann tyngsta straffin innan straffirættin er isolatión, og tað er rættuliga sigandi.
Drotning Margretha vísti á, at vit hava øll nógvan ljóm í okkum. Ímynda tær, at vit øll hava okkara leiklut í einari veldigari symfoni, so hugsi eg vit eisini duga at síggja, at ljómurin verður góður, tá øll kunnu gera sítt íkast.
Tað samfelag, sum tryggjar øllum rætt til eitt mál, er eitt ríkt samfelag, og er hetta eisini nakað, sum eg sum landsstýrismaður til eina og hvørja tíð vil arbeiða fyri.
Eg ynski tykkum eina góða stevnu.