Røður hjá landsstýrismanninum


Góðan morgun, tit øll á Tvøroyrar skúla
Takk fyri, at eg eri boðin suður at vitja. Eg eri ordiliga glaður fyri at vera her saman við tykkum. 
Eg eiti Djóni Nolsøe Joensen, og eg eri landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. 

Eg fari at byrja við at seta tykkum onkrar spurningar. 

Tá ið onkur hevur vald, merkir tað, at tey kunnu bestemma og ráða yvir hinum. Vit bestemma øll yvir okkum sjálvum. Men so eru tað summi, sum bestemma og hava vald yvir øðrum. Tað, sum tey gera og siga, ávirkar onnur. 
Kunnu tit nevna onkran, sum hevur vald?  Tit kunnu bara rætta fingurin upp, um tit vita. Tað hevur politiið til dømis. Og Løgtingið. Og løgmaður. Og presidentar. Og venjarar. Og landsstýrisfólk – sum eg. Eg kann til dømis bestemma nokkso nógv í sambandi við skúlar og barnagarðar – og so ávirkar tað tykkum. 
Og vissi vit hugsa um, hvussu tað er har heima. Hvør hevur so valdið har heima hjá tykkum? Hvør er tað, sum bestemmar har heima? Tað eru mamma og babba. 

Og hvussu er í skúlanum? Hvør hevur valdið í skúlanum? Hvør bestemmar her?  tað eru lærararnir. Og Jón – skúlastjórin.

Men hvussu er so við tykkum? Hava tit nakað vald? Kunnu børn bestemma nakað? Tað kunnu tit faktiskt. 
Tit kunnu ikki bestemma, hvat tit skulu læra í skúlanum. Ella nær tit fáa frí, ella nær tit fáa feriu. Tí tað bestemmi eg. 
Men hvat er tað so, sum tit kunnu bestemma her í skúlanum?
Jú, tit kunnu faktiskt bestemma, hvussu hini hava tað. Tit hava faktiskt valdið yvir hinum og kunnu gera av, um tey eru glað – ella um tey eru kedd. Um tey hava gott sjálvsálit – ella ikki. Tit hava ávirkan á, um hini børnini vakna um morgunin og gleða seg at sleppa í skúla. Ella um tey stúra fyri tí og ikki vilja vera her. 
Hava tit nakrantíð hugsað um, at tit hava so nógv vald?
Og øll vit, sum bestemma og hava vald – vit mugu hugsa okkum væl um, hvussu vit brúka tað valdið, vit hava. 
Vit mugu brúka valdið til at gera góð ting. Tað mugu politistar. Tað mugu tingfólk. Og løgmaður. Og eg sum landsstýrismaður. 
Og tað mugu tit eisini, tá ið tit eru her í skúlanum á Tvøroyri. Tit mugu hvønn dag spyrja tykkum sjálvi: Hvussu kann eg fáa hini at føla seg væl? Hvussu kann eg verða fittur ella fitt? Hvussu kann eg hjálpa? Hvussu kann eg gera Tvøroyrar skúla til eitt gott stað at vera? 
Tað eru tit – øll tit – sum bestemma tað. 
Tað handlar øgiliga nógv um mátan, tit tosa við hvønn annan og við lærararnar. Hvørji orð brúka tit? Eru tað orð, sum fáa hini at føla seg væl? Ella orð, sum fáa hini at føla seg illa? Tosa tit róliga og blídliga? Ella rópa og skelda tit? Tað ger eisini mun. 
Og nú skal eg siga tykkum eitt. Eg havi faktiskt ikki sagt hetta við nakran fyrr. 
Men tá ið eg bleiv politikari, so uppdagaði eg, at fólk skrivaðu alt møguligt um meg á sosialum miðlum. 
Summi vóru fitt. Søgdu, at eg var ein góður politikari, og at eg var skilagóður. At eg hevði hjartað á røttum stað, var fittur og dugnaligur. 

Hvussu halda tit, at eg hevði tað, tá ið eg læs tað?  Eg bleiv glaður. Eg fekk ordiliga hug at gera enn og meir – og eg fekk hug at skriva okkurt pent aftur til tey. 
Men summi vóru øgiliga ljót. Onkur skrivaði, at eg var óbrúkiligur. At eg var býttur og ljótur. At eg ikki dugdi at hugsa. At tey ikki tímdu at lurta eftir tí, sum eg segði. 
Hvussu halda tit, at eg hevði tað, tá ið eg hevði lisið tað?  Eg bleiv øgiliga keddur. Sjálvt um eg eri vaksin. Og eg fekk ordiliga góðan hug at vera ljótur við tey aftur. 
Tí tað er so, at tann mátin, vit tosa uppá, smittar. Viss onkur er fittur við meg, so fái eg hug at vera fittur aftur. Men tá ið onkur er ljótur við meg, so fái eg eisini hug at vera ljótur aftur.  
Vit ávirka hvønn annan við tí, sum vit siga, og tí, sum vit skriva. 
Í Løgtinginum eru vit politikarar ofta rúkandi ósamdir. Men har situr altíð ein persónur, løgtingsforkvinnan ella -formaðurin, og ansar eftir, at vit tosa hampuliga við hvønn annan. Sjálvt um vit eru so ósamd, at vit hava hug at skeldast, skulu vit tosa hampuliga. Og um vit gloyma tað, so fáa vit tað beinanvegin at vita. ”HÓV HÓV, soleiðis kunnu vit ikki tosa við hvønn annan.” og um vit so gloyma tað aftur, ja, so sleppa vit ikki at siga meir.
Tí man skal tosa pent í Løgtinginum – og man skal eisini tosa pent í Tvøroyrar skúla.  
Vit skulu ansa eftir, hvat vit siga, ti orð kunnu brúkast sum vápn til at særa og pína onnur - og gera, so at hini fáa tað ringt. 
Men tey kunnu eisini brúkast sum medisin og plástur – og gera, so at hini fáa tað gott.
So.., tá ið tit nú vita, at tit hava vald til at bestemma, um hini børnini hava tað gott ella ringt, ja, so vóni eg, at tit velja tað góða. Tí tá ið man hevur vald – ja, so hevur man eisini ábyrgd. 
Tað, vit siga, smittar. Sama um tað er gott ella ringt. Og eg biði tykkum um at velja tað góða.
Kunnu tit lova mær, at tit fara at hugsa um hetta frameftir? Um tað stóra valdið, sum tit hava? 
Og at tað altíð er upp til tykkum at velja, um tykkara orð skulu gera onnur glað ella kedd. Um tykkara orð skulu vera vápn ella medisin. 
Takk fyri, tit. 
Havi tað nú so gott, øll somul. Og gleðilig jól.