Røður hjá landsstýrismanninum


Røða hjá landsstýrismanninum til SkúlaFM 2024 finaluna í Varpinum - 23. februar 2024

Góðu næmingar, góðu lærarar og góðu tit øll úr Íverksetarahúsinum og øll tit, sum so ella so hava stuðlað og samskipað hetta megnar tiltak.

Eg eri sera spentur at síggja hugskotini, sum verða løgd fram í dag, og eg eri takksamur fyri tykkum ungu: At tit eru so røsk og so djørv.

Tað er ómetaliga gleðiligt at síggja, at tit hugsa so kreativt og ikki minst, at tit tora at koma við veruligum boðum uppá, hvussu tykkara hugskot kunnu gerast til veruleika.

Eitt er at hugsa stórar tankar og hava stórar dreymar, men at gera hesar dreymar og hugskot til veruleika, her liggur tað veruliga dirvi, arbeiði og dugnaskapur. Og hetta áhaldni, ágrýtni og hegni hava tit av sonnum prógvað, at tit hava, nú tit øll eru komin her til FM-finaluna í dag.

Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri okkara framtíðar samfelag, at tit ungu tora at hugsa nýggjar tankar, og at tit trúgva uppá, at tit kunnu gera ein mun. Tað lættasta er bara at fylgja streyminum, at gera sum øll hini og ganga í takt. Hetta er eisini ofta tað tryggasta og ’behageligasta’ at gera. Tá fáa tit ofta viðurkenning, tí tá makka tit rætt og gera tað, sum verður væntað av tykkum. Við vanahugsan gera vit ofta, sum vit plaga, og loysa okkara avbjóðingar á sama hátt, sum vit altíð hava gjørt, sjálvt um kanska tørvur er á nýggjum loysnum.

Tí hevur tað so stóran týdning, at tit tora at hugsa øðrvísi, at tit vága tykkum at frambera slóðbrótandi tankar og at ganga nýggjar leiðir. Tit sum fylgja við í miðlunum, hava kanska hoyrt teir klóku búskaparfrøðingarnir tosa so fínt um fíggjarligt haldføri. Men í framtíðini kunnu júst tit verða við til at skapa nýggjar fyritøkur, nýtt vinnulív og nýskapandi arbeiðspláss, sum kunnu veita og forvinna meira pening til landið.

Í dag fara tit at framleggja úrslitið av tykkara arbeiði. Eg eri vísur í, at tit hava lært so ómetaliga nógv meir enn tað, sum kemur til sjóndar í dag. Eg trúgvi tykkara lærutilgongd í sambandi við hetta arbeiði, er so nógv meira enn tann vøran og tann fyritøkan, tit í dag fara at presentera. Eg ímyndi mær, at tit hava lært, at íverksetan snýr seg um so nógv meira, enn bara at byrja eina fyritøku og at forvinna pengar.

Íverksetan snýr seg eisini um at varnast avbjóðingar, tørv og trupulleikar. Onkuntíð munnu tit hava hugsað henda tanka: Hvørjar møguligar loysnir er til henda trupulleika, og hvussu kann eg verða við til at loysa hetta? Ongin náttúrulóg sigur, at tær loysnirnar vit hava í dag eru tær røttu, og tí mugu vit altíð tora at seta spurningin til okkum sjálvi og til hvønn annan, um tað eru aðrar og møguligar betri loysnir til ta avbjóðing, vit standa yvirfyri?

Fyri at finna nýggjar, øðrvísi og kreativar loysnir, mugu vit ofta tora at bjóða av okkara vanahugsan, bróta núverandi mørk og at yvirvinna forðingar. Tá kanst tú hoyra onnur siga: «Áhh, droppa hatta har, hatta er totalt offside og langt úti»

Men um tit fult og heilt trúgva upp á nakað innast inni og eru sannførd, ja so snýr tað seg um at taka initiativ, halda fast og at føra tað út í lívið.

Steve Jobs, stovnarin av Apple, sum framleiðir Iphone og Ipad, tá hann upprunaliga segði við síni starvsfólk, at hann vildi hava Apple at menna eina telefon við nertiskýggja (touchscreen). Tá søgdu fleiri av hansara starvsfólkum við hann, at hetta var ómøguligt og tíverri ikki lat seg gera. Men Steve Jobs helt fast við sína hugsan, og avleiðingarnar av hesum hava vit síðan verið vitni til!

So hugsa tit kanska, jamen hann var amerikanari, og eg eri bara ein ungur føroyingur her í lítlu Føroyum. Men vit føroyingar hava bæði fyrr og í seinastuni prógvað, at vit kunnu so ómetaliga nógv innan nógv ymisk øki bæði mentan, film, tónleik, ítrótt og ja eisini innan íverksetan. Eitt feskt dømi innan ítrótt er manslandsliðið í hondbólti.

Eitt dømi innan íverksetan er føroyingurin Heini Zachariasen, sum í 2010 stovnaði eina heilt nýggja app, sum síðan er ‘downloada’ (tikin niður) meir enn 60 mió. ferð, hevur vunnið nógvar prísir, og sum í dag hevur fleiri enn 60 mió. brúkarar. Hansara fyritøka hevur í dag eina árliga inntøku á 67 mió. $, sum svarar til góðar 462 mió. kr.

Møguliga fara nøkur av tykkum í framtíðini at stovna fyritøku, sum fer at nøkta ávísar tørvir í samfelagnum, samstundis sum tit fara at skapa arbeiðspláss til nógv fólk, sum øll koma at forvinna pengar til lívsins uppihald. Tit kunnu í framtíðini verða við til at bróta mørk, bróta upp úr nýggjum og til at skapa nýggjar mátar at loysa trupulleikar uppá, og hervið verða við til at menna okkara samfelag fram á leið...

Men tað er eisini umráðandi hjá tykkum at minnast til, at nýskapan og íverksetan ikki bara snýr seg um stórar uppfinningar ella tøknilig frambrot. Íverksetan kann nevnliga eisini snúgva seg um smáar broytingar, sum kunnu lætta um í okkara gerandisdegi.

Tað kann t.d. verða at byrja eina nýggja endurnýtsluskipan í tykkara skúla, at samskipa eina nýggja peningainnsavnan til eitt vælgerandi endamál, ella at menna hjálpiamboð til fólk við serligum tørvi. Minnist bara til, at øll tykkara íkast til onnur og til felagsskapin gera mun, og at allur bati bøtir.

At enda vil eg takka tykkum lærarum fyri tykkara íkast við at stimbra, kveikja og stuðla tykkara næmingum. Takk til Íverksetarahúsið og takk til tykkum øll, sum hava fyrireikað og samskipað hetta megnar tiltak!

Lat okkum saman skapa eina mentan, har nýhugsan, nýskapan og íverksetan fær líkindi at blóma.

Lat okkum somuleiðis stimbra okkara næmingar í at fylgja og fullføra sínar dreymar.

Til tykkum næmingar vil eg siga, at eg gleði meg til tykkara framløgur, tykkara fjølbroyttu verkætlanir boða í øllum førum frá góðum.Takk fyri!