Góðu tit øll,
Eg hoyrdi einaferð eina søgu um 3 málarar, sum høvdu fingið til uppgávu at gera ein málning sum ímyndaði frið.
Tveir av teimum málaðu friðarlig landsløg, har myndin leiddi tankarnar út á stórar friðarligar fløtur og eingir; alt summaði av friði, tá tú hugdi at listaverkum teirra.
Tann triði valdi ein heilt annan framferðarhátt. Hann málaði ein fugl, sum sat mítt undir einum brúsandi fossi.
Fossurin var SO veruleikakendur, at man nærum merkti brúsið av honum, tá ein hugdi at listaverkinum.
Men har, undir fossinum, sat hesin lítli fuglur, og so skjótt, tú bar eyga við hann, so fór larmurin av tí brúsandi fossinum í bakgrundina, og tú sást bara hetta eina: frið.
Vit eru í dag stødd á Lítlu Dímun, sum er ein sonn náttúruperla framum aðrar. Eg hugsi, at um hesin málarin hevði kent Lítla Dímun, so kundi hann eisini, ístaðin fyri fuglin undir fossinum, valt at mála hesa oyggj, sum jú javnan er umringað av brúsandi aldum og larmi, men sum eisini ein dag sum í dag, gevur eina so góða mynd av friði og samljóði.
Eisini nú vit brádliga eru mong, ið vitja oynna í dag.
Á oynni her er friðsælt og gott; á oynni finnur tú fótafesti, eisini um tað er brúsandi larmur umkring.
Hetta er mín fyrsta vitjan á oynni, og kenni eg meg hepnan at vera her saman við tykkum. Oyggin er vøkur á at líta úr ymiskum sjónarhornum. Minnist til dømis væl mína altíð støðugu undran, at líta at henni, tá eg í mínum uppvøkstri sat umborð á Smyrli og silgdi framvið, á ferð, at vitja ommur og abbar mínar í Vági og í Porkeri. Í dag kann eg eisini staðfesta, at hon er serstøk og vøkur at vera á.
Føroyar sum land eru smáar samanborið við fleiri onnur lond. Soleiðis er eisini oyggin ein av teimum smáu, samanborið við fleiri aðrar oyggjar, ja minst av okkara 18 oyggjum. Men Føroyar hava, eins og Lítla Dímun eina so sera stóra atdráttarmegi. Geva vit okkum far um tað, so kunnu vit, ið eru hiðani støðugt hugtakast, bergtakast og undrast um tað, náttúran gevur okkum, eisini í mun til frið í sál og sinni. Í skjóttgangandi nútíðarheiminum kann føroyska náttúran fáa okkum at seta ferðina niður. Eisini tey, ið vitja okkum og eru nýggj í okkara landi, kunnu sanna hetta.
Eins og Lítla Dímun dregur, soleiðis draga Føroyar eisini.
Vit føroyingar eru ernir av oyggjum okkara og náttúruni, vit her hava.
Samstundis sum vit breggja okkum av okkara vøkru náttúru, so vita vit eisini, náttúran bæði her hjá okkum eins og aðrastaðni setur krøv og avmarkingar.
Júst av tí sama, so hava vit føroyingar, líka frá barnsbeini fingið lagt í okkum týdningin av, at hava virðing fyri náttúruni og teim kreftum, sum í henni eru.
At kreftirnar í náttúruni eru stórar og máttmiklar, tað kenna tit, sum fyriskipa fólkafundin á oynni og tílíkar túrar sum hendan.
Eg hugsi, at vit kanska kunnu venda tí soleiðis og siga, at tað ikki eru tit hvalbingar ella onnur, ið avgera, nær og hvør sleppur at vitja hesa oyggj. Nei, Lítla Dímun og kreftirnar í okkara náttúru, setur sjálv avmarking á, og tískil ber einans til at sleppa út á oynna, tá náttúran loyvir tí, og kent fólk slóðar fyri.
Ella sum tað so rámandi verður tikið til í triðja ørindi í Brestis-kvæðnum:
´Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga`
Tað, at náttúran soleiðis setur avmarkingar og krøv til, hvussu ferðast kann, krevur eisini gott fyrilit og hegni til at stíla fyri, og hava tit, sum hava fyriskipað fólkafundin og túrin í dag, víst tykkara dygdir innan júst hetta, og tøkk skulu tit hava fyri tað.
Aftur til málningin og fuglin.
Tá eg nú standi her á oynni og haldi hesa røðu, so kenni eg meg sum lítla fuglin undir fossinum.
Ikki tí, at tað er nógv brim og stór alda rundanum okkum í dag beint her vit standa á Lítlu Dímun, men tí eg veit, at í tí stóru myndini eru vit føroyingar staddir eins og fuglurin undir fossinum. Tað er jú so nógvur larmur og ófriður rundanum okkum í dag. Vit hoyra javnan um kríggj og ófrið, um hungursneyð og atsóknir.... men her undir fossinum, her í Føroyum, hava vit enn megnað at hava frið.
Vit skulu verja um hetta.
Vit skulu verja um alt tað vakra okkum varð givið í hendi at umsita, og vit skulu verja um tann tryggleika, sum vit enn hava í tí føroyska samfelagnum.
Vit skulu og mugu minnast til okkara røtur, minnast til tað, sum var við til at byggja hetta land og hesar oyggjar, og ábyrgdin hjá okkum er nú, at halda á fram við at byggja og tryggja eitt gott land fyri ein og hvønn, ið velur at búleikast her.
Vit skulu tó eisini tora at ganga nýggjar leiðir; vit hava 18 oyggjar, og í løtuni búgva fólk á 17 av hesum, spjatt út yvir 29 kommunur.
Spurningurin um tal av kommunum hevur javnan verið uppi at venda, og tit her suðuri í norðari helvt hava tikið fyrstu stigini viðvíkjandi møguligari kommunusamanlegging, sum nokk einaferð í framtíðini fer at bera á mál.
Tað at vera ein lítil oyggj merkir ikki, at man onga atdráttarmegi hevur; tvørturímóti sigur Lítla Dímun okkum júst tað øvugta.
Tað, at vera ein lítil kommuna kann tó kanska elva til avbjóðing hvat atdráttarmegi viðvíkur, tí samfelagið broytist, og tískil er tað sunt og gott at tora at taka prátið um, í hvønn mun tað ber til at skipa seg annaðleiðis, øllum borgarunum, bæði eldri sum yngri, børn sum gomul, at frama.
Ein fólkafundur sum hesin og ein vitjan sum henda, hevur við sær, at takksemi fyri at búgva í hesum landi bara gerst enn størri.
Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum er tað eisini mín skylda og mín tráan, at gera mítt til, at eisini okkara komandi ættarlið lærir at:
- virða og virðismeta okkara náttúru
- at læra at finna friðin í náttúruni í spæli, lærdómi og ja beinleiðis njótan og undran av friðinum, hon gevur
- at tey eisini fáa lagt gott í beini, tá viðvíkur hvussu ein ferðast í okkara náttúru
Tá eg frameftir hoyri um ófrið og kríggj og annað neiligt, sum fer fram úti í heimi, so stendur Lítla Dímun so sólarklár fyri mær, sum frí-staðurin undir fossinum.
Eg eri Guði takksamur fyri tað land og náttúru okkum er givið.
Fari at enda við at lesa tvey ørindi úr sálmi hjá Mikkjal á Ryggi:
´Vár Guð, sum lívgar fjøll og fjørð,
o, verj tú vára ættarjørð,
ver skjøldur vár í frið og stríð,
í sorgum sum í fagnartíð.`
`Og vári børn, tey skulu tá
her somu gøtum ganga á
og hava tað, vit høvdu her
við bøn til hans sum bestur er.` (sálmur 589 í sálmabókini)
TAKK FYRI