Røður hjá landsstýrismanninum


Røða á ráðstevnu – á Móðurmálsdegnum í Varpinum

í Klaksvík – 25. mars 2024

Góðu tit

Hoyrdi frá einari ungari gentu her í vikuskiftinum; hon hevur búð í Danmark í skjótt 2 ár, har hon hevur gingið í skúla og kemur heim aftur til klettarnar komandi summar fyri at byrja á miðnámi.

Hon hugleiddi um mál og málbrúk og segði, at tað føroyska málið er so vakurt, ja tað allarvakrasta, ”men” legði hon afturat”, um vit ikki ansa eftir, so stendur tað fyri falli”. Gentan er bert 16 ár.

Eg gjørdist eitt sindur bilsin og keddur, tá eg hoyrdi hetta, tí ber hetta boð um nakað gott, tá ein 16 ára gomul genta málber seg soleiðis um mál okkara?

Eftir eg hevði hugsað meg um, so er svarið : ja.

Tí tað er faktisk gott, at okkara komandi ættarlið eisini sær týdningin av, at vit ansa og verja um okkara mál.

Tað er nevniliga ikki ein sjalvfylgja, at føroyingar tosa føroyskt.

Tað eru nógvar rembingar, eisini hvat máli og málbrúki viðvíkur, bæði her heima hjá okkum eins og í londunum rundan um okkum.

Vit síggja, hvussu innrásin av fremmandamáli, serliga enskt, ger um seg, og hevur hetta við sær, at ungdómurin í dag mangan tekur til á bæði føroyskum og enskum í einum og sama setningi, og kanska vit eldru eisini hava lyndi til at gera tað sama av og á.

Rembingar kunnu tó eisini hava nakað gott við sær, tí tað noyðir okkum til at taka støðu til eitthvørt. Tá vit síggja, hvussu nýggj orð vera tilvirkað og brúkt uttanlands, so vita vit eisini, at vit mugu taka støðu til hetta her heima, og fáa okkara egnu orð, sum lofta ta menning, sum fer fram úti í samfelagnum. Tá vit gera hetta, ja so gerst tað føroyska málið eisini ríkari, tí tað legst afturat.

Ársins orð í 2023 var orðið « vitlíki», sum er føroyska orðið fyri Artificial Intelligence, AI. Hetta orðið haldi eg ber boð um, at vit í Føroyum duga væl at møta framtíðini eisini hvat máli viðvíkur, og vísir, at vit hava evni og hegni at tilevna okkara egnu orð, sum fevna um ta altjóðu menning, sum fer fram, og sum eisini ávirkar her heima hjá okkum.

Tað, sum er gleðiligt við teimum nýggjum orðunum, er, at flest okkara hava tað lætt við at taka tað til okkum, og eitt nú orðið «vitlíki» verður nógv brúkt, eisini av teimum ungu í dag.

Sum landsstýrismaður haldi eg eisini, at júst orðið «vitlíki» er so sera týðandi, tí hetta fevnir um eitt fyribrigdi, sum komandi ættarlið fer at brúka nógv, eisini í sínum gerandisdegi. Tískil er tað so umráðandi, at vit av fyrstantíð hava eitt orð fyri hetta fyribrigdi, eitt heiti, sum bæði er lætt og beinrakið.

Eg eri samd við tí ungu gentuni, tá hon sigur, at málið hjá okkum er vakurt, ja tað vakrasta, og eg eri sum sagt eisini fegin um, at okkara komandi ættarlið er so mikið árvakið, at tey síggja vandarnar, sum kunnu standast av, um vit ikki verja um okkara mál.

Innan mítt øki, sum er børn og útbúgving, verður nógv tosað um trivnað. Ein fortreyt fyri góðum trivnaði er sambandið, tú hevur við tey, tú ert saman við. Har tað er eitt gott og mennandi nærband, har er góður gróðrarbotnur fyri trivnaði.

Soleiðis er tað eisini vit okkara móðurmáli. Tað, at vit hava trúgvar og góðar málvinir, sum dagurin í dag og henda løtan ber boð um, vísir okkum, at tað føroyska málið hevur góðan gróðrarbotn fyri trivnaði.

Tað vit í kvøld eru saman um, er ikki bara eitt mál , men okkara móðurmál, og er eitt móðurmál jú nakað heilt heilt serstakt.

Sjálvur haldi eg, at júst heitið «móðurmál» er fjálgt, tí tað leiðir okkum til orðið « móðir», hon sum føðir, er um og uppalir.

Soleiðis er tað eisini við okkara máli; vit læra tað frá barnsbeini av, og tað fylgir okkum gjøgnum lívið og er við til at menna og tilevna okkum.

Tó er tað nakað serstakt tvíeggjað við júst móðurmálinum, tí sjálvt um tað er við frá barnsbeini av, og er við til at tilevna og menna okkum, so gongur tað eisini øvugtan veg. Vit eru jú eisini við til at menna og tilevna okkara móðurmál, sum orðið «vitlíki» eisini ber boð um.

Móðurmálið og eg, vit ganga hond í hond, og fylgjast og mennast saman. Meðan hon ansaði okkum væl, tá vit vóru lítil, er tað latið mær og tær upp í hendur at ansa henni væl, nú vit eru vorðin eldri, og rákið kemur uttanífrá.

Tann unga gentan ber boð um, at okkara ungdómur er tilvitaður um ta vakra í málinum, men eisini um ta ábyrgd, sum hvílir á okkum øllum; eins og hon, so vilja vit gera okkara til, at okkara móðir framvegis hevur tað gott, og hóast høgan aldur, fær eina áhaldandi menning.

Sum tjóð eru vit í alheimshøpi ikki stór, og vit teljast kanska ikki so mong, og júst tí er tað so umráðandi, at vit føroyingar saman sláa ring um okkara móðurmál, tí hetta er okkara ábyrgd, eingin annar ger tað fyri okkum.

Her til seinast vil eg ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við stavsetingarorðabókini, sum er løgd fram í dag, - og eitt gott kvøld víðari. Takk fyri, at tit seta sjóneykuna á týdningin av at vara um okkara dýrgrip, okkara móðurmál.