Røður hjá landsstýrismanninum


Ráðstevna um “Stríðið um uppmerksemi” – 11. oktober 2024

Góðan morgun og vælkomin øll somul til hesa ráðstevnu við evninum, “Stríðið um uppmerksemi”. Og, sum tað stendur á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, “Uppmerksemi, bardagin um tína tíð. Ein ráðstevna um avbjóðingar og loysnir í talgildað meldrinum.” Jeg vil samtidig række en særlig velkomsthilsen til vore udenlandske gæster og forelæsere og byde jer hjertelig velkommen.

Tíð og tøkni
Samanhangur og samskipan millum “Tíð og Tøkni” er ein samansettur og fjølbroyttur pallur, sum vit øll eru partur av so ella so. Tøknin og sosialu miðlarnir hava stóra ávirkan á okkara tíð og lív. Her eru bæði fyrimunir og vansar, alt eftir í hvørjum samanhangi vit nýta tøkniligu amboðini og sosialu samskiftispallarnar, umframt hvørjar fakligar førleikar vit hava at meta um og nýta tøknina. 

Tøknin er eitt hent amboð, sum kann økja okkara virkisførileikar bæði við atliti at samskifti, læring, dygd og skjótleika. Hon kann lætta um bæði arbeiðsuppgávur, lestur og geva okkum tíð til annað virksemi, men hon kann sanniliga eisini elva til strongd og ikki minst kensluna av altíð at vera til taks. Sambandið millum “Tøkni og Tíð” er vorðin ein samansettur veruleiki í okkara lívi, tí at tøkniligu amboðini sum snildtelefon, teldil og telda fylla so nógv í gerandisdegnum hjá teimum flestu, bæði ungum og gomlum, at vit gáa ikki eftir, hvar tíðin fer, og um samskiftið er viðkomandi. 

Og tað, sum eisini kann vera ein avbjóðing, er, at eftirkanna, um upplýsingarnar eru álítandi, og hvørt talgildu pallarnir stýra tær ella ikki. Vit hava eisini alsamt samband á sosialu miðlunum, alt samdøgrið, og hvar vit eru stødd.  

Hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum øllum og ikki minst hjá okkara unga ættarliði, sum veksur upp í einum alsamt øktum talgildum heimi. Vit eiga at geva okkum far um, hvussu og hvar vit øll, bæði børn, ung og vaksin, nýta tíðina og okkara orku, hvørjum vit geva gætur, hvat tað er, sum fangar okkara uppmerksemi og forvitni, sum skapar felagsskap, og sum er við til at mynda okkara samleika. 

Talgildu miðlarnir kunnu skjótt fara við stórum parti av okkara frítíð, um vit ikki ansa eftir. Vit eiga tí at leggja dent á okkara siðmenning og felagsskapin (alment dannilsi). Tað at vera saman, úti sum heima, práta saman og geva hvør øðrum ans, fara til ítriv, spæla borðspøl ella hava onkur tiltøk saman sum familja ella vinir, so at ikki hvør situr í sínum lagi við einari snildfon ella skermi. 

Skúlaverkið og tøkniligu avbjóðingarnar
Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum varði eg av skúlaverkinum, og her hava vit eina stóra uppgávu at menna okkara unga ættarlið at verða tilvitað um bæði avbjóðingar og týdningin, ið talgildu miðlarnir hava. 

Sosialu miðlarnir eru ein veruleiki í okkara samtíð, og tøkniligir førleikar ein fortreyt.

Skúlin skal saman við foreldrunum búgva næmingarnar til lívið, veita teimum førleikar, sum stuðla læringini og persónligu menningini, so teir verða førir fyri at nýta síni evni til sjálvstøðuga meting og støðutakan, umframt siðmenning og at luttøka í einum fólkaræðisligum samfelag.

Í hesum liggur eisini okkara ábyrgd sum samfelag at gera fyriskipanir, sum brynja barnið og tann unga til talgildu avbjóðingarnar. Vit hava luttikið í arbeiðinum at útvega skúlunum tøknilig amboð sum teldur, samvirknar talvur og talgildar undirvísingarmiðlar, umframt at trygdarkrøv eru sett til talgildu skipanirnar. 

Eitt eru amboð og skipanir, men tað, sum mest ræður um, er førningurin hjá tí einstaka næminginum, sum dagliga fær alskyns avbjóðingar á sosialu miðlunum, sum júst eru gjørdir við tí fyri eyga at fáa brúkaran í tal. Eg havi tikið stig til fleiri átøk, men talgildisbúgving er eitt arbeiði, sum áhaldandi má halda fram. 

Í sambandi við arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar í fólka- og miðnámsskúlum havi eg lagt áherðslu á tann talgildað partin. Gjørd er ein støðis námsætlan, sum er yvirskipað fyri allar námsætlanirnar. Ein av støðisførleikunum er Kt-førleikar og talgildisbúgving, sum skal verða raðfest bæði í fólkaskúlanum og í miðnámsútbúgvingunum. Málið er: “at búgva næmingarnar til at vera virknar, sjálvstøðugar, kritiskar og fólkaræðisligar borgarar í einum talgildum samfelag”. 

Arbeitt eigur at verða við talgildisbúgving í øllum lærugreinum frá byrjan í fólkaskúla til lokið miðnám ella yrkisnám. Talgildisbúgving og albúgving hanga eisini saman, so at tá ið arbeitt verður við albúgving m.a. í teimum yngru flokkunum, so verður eisini arbeitt við talgildisbúgving. Tað er alneyðugt, at næmingarnir læra at nýta tøknina skynsamt, at fáa førleikar at brúka ítøkilig, viðkomandi kt-amboð, at skilja amboðini og í hvørjum samanhangi tey kunnu nýtast. Samstundis skulu  næmingarnir fáa innlit í góða atferð á talgildum miðlum og keldukritiska viðgerð av talgildum tilfari. 

Nám, sum er stovnur undir ráðnum, og sum bæði gevur út undirvísingarmiðlar, veitir Kt- ráðgeving og fakliga og námfrøðilga kunning í undirvísingarmiðlum, skipar fyri skeiðum í Kunningartøkni og talgildisbúgving. 

SSP er ein samskipan millum skúlaverk, sosialar myndugleikar og politi. Sum landsstýrismaður umboði eg bæði skúla og sosiala partin, og eisini hevur Kommunufelagið ein stóran leiklut í SSP samstarvinum. SSP skipar fyri fleiri afturvendandi átøkum innan talgildar miðlar, t.d. Knýta bond og skíggjanýtsla, Góðir miðlavanar,  At ferðast á netinum og Talgilt samskifti í skúlanum.  

Í fjør var eisini eitt átak, har Nám í samstarvi við SSP helt skeið kring landið fyri lærarum í miðdeild fólkaskúlans. Endamálið var at fremja talgildisbúgving ímillum næmingar í miðdeild fólkaskúlans. Og í oktober í ár skipaði SSP fyri kunningarskeiði  um vitlíki fyri næmingum í hádeild, har 730 ung savnast í høllini á Hálsi fyri at læra um vitlíki. 

Snildfon
Í trivnaðarkanningini frá 2023, sum var gjørd millum næmingar í 5., 7. og 9. flokki, sæst, at níggju av tíggju næmingum í 5. flokki, eiga snildfon. Helvtin av næmingunum í kanningini hava sjónvarp í kamarinum, umframt at tey eiga aðrar snildar tøknilutir, so sum snild ur, virtual reality tól og spælistøðir. 

Snildfonin er ikki eitt kravt undirvísingaramboð, men eitt amboð, sum næmingurin hevur við í skúla. Snildfonin er uttan iva ein trygd hjá foreldrunum, so at báðir partar, barn og foreldur kunna boða frá, um onkrar broytingar eru í gerandisdegnum. Snildfonin er eisini tað amboðið, har lættast er at fáa samband við onnur og ferðast á sosialu miðlunum. Hon er við hondina og kann altíð takast fram. 

Snildfonin er í mongum førum eitt hent amboð, men í skúlanum kann hon eisini órógva og ávirka bæði undirvísingarstøðuna og bindindi hjá næmingum at hugsavna seg um læringina.

Harumframt er happing eisini í ávísan mun knýtt at snildfonini við møguleikum fyri særandi boðum og myndum. Seinasta trivnaðarkanningin vísir, at happing á netinum ikki er minkað, men framvegis er ein trupulleiki millum børn og ung. Tey, sum í kanningini, vóru happað á netinum, søgdu tað vera í snildfon, á sosialum miðlum og í online spølum. 
Eg havi tikið stig til at tálma snildfonnýtsluna í skúlunum, so hon órógvar sum minst, men kann verða nýtt í sambandi við undirvísingarátøk, har lærarin metir, at snildfonin er eitt gott amboð og í sambandi við støður hjá næmingum, ið hava ávísar avbjóðingar.  

Reglurnar verða ásettar í samstarvi við skúlastýrini, sum við støði í kunngerð, sum landsstýrimaðurin hevur sett í verk, gera atferðarreglur skúlans og reglur um umsjónina við næmingunum í skúlatíðini, har telefonnýtsla verður ein partur.  

Niðurstøða
Næmingarnir eru væl útgjørdir tøkniliga, men sum gamla orðatakið sigur, so er vandi í hvørjari vælferð. Tøkniligu amboðini og sosialu miðlarnir hava sína ávirkan, og skermnýtslan kann taka ræðið, um ongar fyriskipanir eru. Børn duga ikki at skilja ímillum, hvat er satt og ikki, hvørjum tey skulu svara og ikki, hvat er óhóskandi fyri teirra aldur, hvussu nógva tíð er ráðiligt at brúka á sosialu miðlunum o.s.fr. 

Neyðugt er tí, at bæði foreldur og samfelag hava fyriskipanir, sum tálma skíggjanýtsluni og fram um alt ítøkiliga leiðbeining og undirvísing, har veitt verður børnum og ungum innlit og vegleiðing um talgildisbúgving í breiðum týdningi. 

Tað er ein stór ábyrgd hjá foreldrunum, at javnvág er í lívinum hjá barninum millum skúla, ítriv, spæl og svøvn. Her kann fartelefonin verða ein rættiligur snýkur, tí tað er skjótt, at hon avloysir bæði fysiskt spæl og órógvar svøvnin, Tað er eingin sjálvfylgja, at barnið skal hava telefonina við, tá ið farið verður til songar. Tað er uppgáva og ábyrgdin hjá foreldrunum at seta mørk og verða greið í sínum fyriskipanum, sum eisini skapar tryggleika hjá barninum. 
Vit hava skíggjaráð, sum ítøkiliga vísa á skermtíð hjá børnum, ungum og vaksnum, og nær hildið verður, at børn og ung eiga at fáa fartelefon. Skíggjaráðini áttu at verið ein partur av arbeiðinum við talgildisbúgving. Eg fari tí at mæla til, at ein eftirmeting verður gjørd í samstarvi við avvarðandi partar, ið varða av børnum og ungum. 

Við hesum seti eg ráðstevnuna um “Stríðið um uppmerksemi”, takki fyri høvið at bera fram eina heilsan og ynski øllum eina góða ráðstevnu.