Røða á ráðstevnu á Fróðskaparsetri Føroya tann 22. mars 2024 um Føroyskt sum annaðmál
Góðu tit
Ein nýggjur prestur skuldi taka við embæti í einari sókn; áðrenn hann skuldi hava sína fyrstu prædiku, spurdi hann kirkjuráðið, hvussu leingi ein prædika vanliga plagdi at vara.
Ein av kirkjuráðsliminum svaraði og segði, at hetta var upp til prest, men aftaná 20. min bleiv eingin frelstur...... so eg skal bara gera heilt skjótt av her.
Um eg nú spurdi, hvør tykkara er høvundur, so veit eg ikki, hvussu nógv av tykkum høvdu sagt ja; men neyvan hevði tað verið øll.
Men tá man hugsar um tað, so eru vit jú øll høvundar, tí vit skriva søgu hvønn dag í okkara egna lívi.
Harnæst eru vit jú eisini ein slags hjálparhøvundar, tá tað kemur til søguna hjá teimum, sum vit hava samband við gjøgnum dagin, við tað, at alt tað vit siga og gera, jú eisini ávirkar teirra søgu.
Vit eru øll høvundar í okkara egna lívi, tí vit virka og viðvirka í okkara deiliga samfelag.
Tó er samfelagið so nógv broytt tey seinastu árini, at møguleikin hjá øllum, sum búgva her í Føroyum til júst at virka og viðvirka er avmarkaður, tí tey frá byrjan av, ikki kunnu samskifta á sama máli sum vit; fyri tey er tað føroyska málið nakað ókent, men tó so sera neyðugt.
Fyri hesi kann tað gerast torført at skriva eina góða søgu gjøgnum dagin, tí málið er ein forðan; hetta er nakað, sum vit sum samfelag eiga at gera nakað við, og tað eru vit eisini í ferð við at gera, tí Føroyskt sum annaðmál er sanniliga eitt evni, sum upp á so nógvar mátar er komið meira týðuligt á breddan.
Í dag hava tit á Setrinum tikið stig til hesa ráðstevnu, og takk fyri tað. Tað er ikki meir enn ein góður mánaði síðani, tann 9. februar, at eitt slag av nýggjari søgu varð skrivað, tá 20 lesandi fingu prógv á bachelor og masterstigi í Føroyskum sum annaðmál. Tað, at vit hava úbúgvin fólk innan økið, er nakað at gleðast yvir, og eiga vit at stremba eftir, at fakligheitin innan hetta øki, eisini verður í áhaldandi menning.
Afturat hesum er at siga, at fyri bara tveimum døgum síðani varð ein nýggj løgtingslóg um Føroyskt um annaðmál til 1. viðgerð í Løgtinginum, hvørs endamál er at gera tað møguligt og smidligt fyri øll, sum ikki hava føroyskt sum sítt móðurmál, at fáa undirvísing og útbúgving í hesum. Lógin skal virka fyri einari góðari inklusión hjá teimum, sum velja Føroyar til, tí tað skylda vit tilflytarunum og okkum sjálvum.
Alt hetta vísir, at vit ikki sita hendur í favn, men at vit sum einstaklingar og samfelag eru sinnað at gera nakað við hetta fyribrigdi, soleiðis at øllum gerst eitt gott lív laga í Føroyum.
Orðafelli sigur, ” Blindur er bókleysur maður”. Nógv kann sigast um hetta orðafelli, men tað er givið, at atgongdin til bøkurnar og til málið, og harvið samskifti, er ein fortreyt fyri at kunna virka og viðvirka á fullgóðan hátt.
Tey, sum flyta til Føroya, kunnu hava tað torskilt við tí málsligu sjónini, og eru í fyrstani blind, tí tey kenna ikki málið. Tó ber til at hjálpa teimum við at fáa eina góða sjón, eina málsliga sjón um vit kunnu kalla tað so, soleiðis at tey læra føroyska málið, og harvið kunnu virka og viðvirka á sama støði, sum øll onnur.
Hugsi, at vit øll ynskja hetta, og tað er gleðiligt at síggja, at so mong eru savnað saman her í dag til hesa ráðstevnu, og harvið vísa áhuga fyri hesum evninum.
Eg ynski tykkum eina góða ráðstevnu, og velji at takka fyri nú, áðrenn 20 min. eru farnir.