Góðan dagin
Fyrst av øllum vil eg takka fyri, at eg eri boðin við til hesa ráðstevnu, har tit fara at umrøða eitt so týdningamikið evni, sum trivnaðurin hjá ungum.
Tey ungu, okkara komandi ættarlið, er eitt tað dýrabarasta vit hava, og er tað skyldan hjá okkum øllum, at gera okkara ítasta fyri tryggja, at okkara komandi ættarlið fær so góðar fortreytir sum møguligt fyri bæði at mennast og trívast.
Eg hugsi, at vit øll til tíðir gera okkum tankar um trivnaðin hjá teimum ungu, tí hetta evnið er nakað fyllir nógv har vit ferðast í tí dagliga, og ikki minst í miðlunum, bæði her í Føroyum og í grannalondum okkara.
Eg kann byrja við at fortelja um eina frásøgn, sum eg havi fingið frá einum persóni, sum hevur tilknýti til børn og ung í dag.
Fyri nøkrum árum síðani fekk viðkomandi til uppgávu, at stuðla einum næmingi í 4. flokki. Fyri at fáa eitt gott samband við hini í flokkinum, setti hon seg niður við allan flokkin og prátaði við tey, og har hon millum annað spurdi tey, hvat tey gleddu seg allarmest til.
Ein drongur segði, at hann gleddi seg mest til at pápin kom heim av skipinum, men beint eftir hetta, reisti ein annar drongur seg upp og segði: “eg gleði meg mest at fara á pensjón”……… Eina løtu stóð tíðin í stað hjá tí vaksna persóninum sum hevði sett spurningin, einamest tí hon sá, hvussu avgjørdur smádrongurin hann var.
Viðkomandi persónur fekk tíverri ikki høvið at spyrja henda smádrong, hví hann – longu í 4. flokki - gleddi seg at fara á pensjón. Í dag kunnu vit siga, at spurningurin gevur góða meining, ikki minst tá vit síggja yvirskriftina á fyrilestrinum um ta føroysku kvalitativu kanningina, sum Annika Helgadóttir Davidsen og Monika Mohr fara at leggja fram seinni, har tey ungu lýsa lívið sum eina uppgávu, har flugubein skal setast við nøkur avrik, soleiðis at tey kunnu fara á pensjón.
Hetta er eisini í samsvari við tað, sum týski sosiologurin, Harmut Rosa førir fram, har hann sigur, at vit sum borgarar – stór sum smá - kenna eitt trýst til alla tíðina at avrika, og at ferðin á “lívs-tokinum” økist alsamt soleiðis, at vit ikki tora at seta okkum á bonkin á perron’ini eina løtu at hugsa, merkja ella reflektera, tí tá er tokið farið framvið. Vit skulu avrika og renna skjótari og skjótari.
Vit kunnu so seta okkum spurningin um, hvussu trivnaður er millum ung í dag í Føroyum, harundir eisini næmingar í fólkaskúlanum.
Sum svar upp á henda spurning kunnu vit byrja við at ásanna, at tíbetur veksur okkara vitan um trivnaðin hjá børnum og ungum í Føroyum, soleiðis at vit í alsamt minni mun noyðast at gita, heldur enn at vita.
Føroysk gransking og føroyskar kanningar framdar bæði her í Føroyum, á Setrinum, og á útlendskum stovnum seinastu árini vísa, at ein stórur partur av teim føroysku børnunum og ungu hava tað gott og trívast, og er hetta gleðiligt.
Somuleiðis vísa hesar kanningar og gransking tó eisini, at tað enn eru nógv, sum ikki trívast, hóast tað nú eru nógv ár síðan Føroya Løgting í 1992 samtykti, at Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðum eisini skuldi galda í Føroyum; Barnarættindasáttmálin, sum sigur, at børn og ung hava rætt til eitt gott og trygt lív, men sum eisini áleggur teimum vaksnu at gera tað, sum er best fyri børnini.
Føroyskar og útlendskar frágreiðingar vísa greitt, at tey børn og ung, sum veruliga mistrívast ella stríðast við ringa sálarheilsu og hava tørv á hjálp, til tíðir kenna seg slept upp á fjall, og at tey vaksnu ikki hjálptu, hóast tey royndu at siga frá og biða um hjálp.
Vit síggja eisini, at talið á børnum og ungum, ið ikki koma í skúla, er vaksið nógv, og eisini er talið av næmingum sum ganga í serstøkum sernámsfrøðiligum skúlaskipanum og serstovum, økt munandi seinastu árini. Skúlaleiðarar og lærarar hava víst á, at eitthvørt má gerast fyri at hjálpa hesum næmingum, og er hetta eisini nakað sum tað nýggja aðalráðið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur sett sær fyri at kanna nærri og gera nakað við.
Tað er tó av týdningi at hava í huga, at tað, at trívast ella mistrívast, tað at hava góða heilsu ella ringa heilsu, er ikki eitt einfalt roknistykki sum skal ganga upp, og tí er neyðugt, at vit gera okkum stóran ómak. Vit mugu arbeiða miðvíst og langsiktað, og ikki finna upp á einfaldar hovsaloysnir, sum byggja á illa undirbygdar gitingar.
Tá tað er sagt, so eri eg av tí áskoðan, at tað er alneyðugt, at samfelagið sum heild áhaldandi raðfestir heilsu og trivnað hjá okkara børnum og ungum ovarlaga, tí hetta gagnar samfelagnum sum heild, men eisini tí, at hetta er nakað tey ungu bæði hava uppiborið og rætt til, og tí tey eru tey, sum skulu føra okkara samfelag víðari inn í framtíðina. Og júst í nærmastu framtíð fáa vit úrslitini frá nýggjastu trivnaðarkanningini í fólkaskúlanum, sum vit eru spent upp á at kunna brúka í okkara áhaldandi arbeiði fyri trivnaðinum hjá børnum og ungum.
Fyri til seinast at venda aftur til Harmut Rosa og “lívs-toki”, so hugsi eg, at tað er umráðandi, at vit tora at seta okkum á “perron’ina” eina løtu at hugsa, at vit tora at reflektera og fara í dialog; at vit tora at vita, at tað vit gera í dag, fer at fáa gagn um nógv ár.
Hetta er eisini í tráð við tað, sum avvarðandi ráðharri fyri barnaøki í Íslandi hevur sagt, tá hann segði, at tey átøk man ger innan hetta økið í dag, fer at bera frukt um 60 ár.
Sum avvarðandi landsstýrismaður innan barnaøkið í Føroyum, gleðir tað meg tí almikið, at eisini tit velja at seta tíð av, bæði til hesa ráðstevnu, har sjóneykan verður sett á trivnaðin hjá teimum ungu, men eisini at tit í tykkara dagliga yrki, vilja virka fyri betri trivnaði fyri okkara ungu, fyri okkara framtíð.
Eg ynski tykkum eina góða ráðstevnu, og gleði meg til at hoyra tær framløgur, sum verða her í dag.